Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Tá Amnesty International í Føroyum um nakrar mán­að­ir skal senda ST eina skugga­frá­ greiðing um kvinnurættindi, verð­ur menniskjahandil eitt av evnunum, ið skrivað verð­ ur um. - Vit vita, at menniskja­ handil fer fram beinleiðis ella óbeinleiðis í londunum rund­an um okkum. Sum nú er, vita vit lítið og einki um menniskja­handil, vit vita lít­ ið um hvat tað er, og um tað yvir­høvur er nakað, sum fer fram í Føroyum, sigur Katr­in á Neystabø. Hóast menniskjahandil ikki er nakað, vit vanliga seta í samband við Føroyar, held­ur Katrin á Neystabø tað vera alneyðugt, at ljós verður varp­að á evnið. - Tá tað fer fram í granna­ lond­unum, er ikki óhugsandi, at vit fyrr ella seinni koma at uppliva menniskjahandil á ein ella annan hátt í Før­ oy­um. Menniskjahandil á netinum Tá Føroyar í 2008 lótu ST sein­astu almennu frá­grei­ð­ ing­ina, stóð millum annað at menniskjahandil neyvan fer fram í Føroyum. Orsøkirnar til ongan menniskjahandil vóru eitt nú, at vit einans eru 48.000 íbúgvar, og at myndig­ leikarnir tískil høvdu verið varug­ir við trupulleikan, um hann var til staðar. Hetta er ikki ein nóg góð grund­geving, halda bæði Am­ nesty International Føroya Deild og Kvinnuhúsið. - Hasar grundgevingarnar eru als ikki nøktandi og kun­ nu bert síggjast sum vána­ ligar undanførslur og vant­ andi innlit í evnið, sigur Katr­in á Neystabø. Tað er ikki óvanligt, at føroyingar samskifta við útlendingar umvegis inter­ net­ið, og her kunnu fólk lætt­ liga stuðla menni­skja­handli ótil­vit­að, heldur Katrin á Neysta­bø. - Hóast vit ikki hava hag­tøl ella aðrar frá­greið­ ing­ar, so vita vit, at tað eru før­oy­ingar, sum umvegis ymiskar­ heimasíður koma í samband við fólk og enda onkun­tíð við at gjalda ávísar peninga­upphæddir til hesar per­són­arnar í fjarskotnum londum, sig­ur Katrin á Neystabø. Og tá fyrst ein upphædd er farin avstað, so eru dømi um, at tað verður roynt at fáa viðkomandi at senda meira pening. Vit vita eisini um dømi, har fólk verða hótt og kenna seg noydd at senda meira pening. Og tá mugu vit sjálvsagt seta stórt spurnatekin við, hvat hes­ in peningurin fer til? Hon held­ur, at føroyingar eiga at verða kunnaðir um hesi viður­skifti. - Vit eiga at upplýsa fólk, soleiðis at tey ikki enda í sam­skifti á alnótini, har tey í góðari trúgv lata pening til ein persón, og síðani ótilvitað og í góðari trúgv eru partur av menniskjahandli, sigur Katr­in á Neystabø. Fólkini koma til Føroya Menniskjahandil er eitt av evnunum, sum Amnesty Inter­na­tional í fleiri ár hev­ ur arbeitt við. Tí er hetta eisini nakað, sum føroyska deild­in velur at taka við í skuggafrágreiðingina til ST í samband við, at Kvinnu­rætt­ inda­sáttmálan skal eftir­ metast. - Høvuðsorsøkin til hetta er, at Føroyar hava fram­vegis ikki skrivað und­ir ST-sátt­ málan um menniskja­hand­il og heldur ikki euro­pe­iska sátt­málan, sum vit í Amnesty ynskja at Før­oy­ar gera, sigur Katrin á Neysta­bø og heldur fram: - Tað kann hugsast, at fólk, ið hava verið fyri menniskja­ handli, koma til Føroya, og tá eiga vit at hava eitt lógarverk, ið livir upp til sáttmálarnar. Kvinnur, ið hava verið partur av menniskjahandli, fara til eitt nú Íslands, Danmarkar og Noregs, so hví skal onkur teirra ikki koma hagar, heldur Katrin á Neystabø fyri. Sum nú er, er ivasamt um okkara lógarverk ella um­ sitingin er til reiðar at taka ímóti fólkum, ið hava verið fyri menniskjahandli, heldur virk­andi aðalrskrivarin í Am­ nesty Føroya Deild. - Tað er alt ov ógreitt, hvør­ji rættindi ein per­són­ur, sum er offur fyri menniskja­ handli hevur, um ella tá við­ kom­andi endar í Føroyum Vit eiga at vera til reiðar at hand­fara slíkar støður, tí hó­ ast tað møguliga ikki er ein trupulleiki enn, so kann tað innan stutta tíð gerast ein aktuell­ur trupulleiki, greiðir Katrin á Neystabø frá. Føroya deild hjá Amnesty hevur í nógv ár víst á, at Før­ oyar eiga at undirskriva sátt­ mála­r­nar, men enn er lítið og ein­ki hent. - Tað er ein ávísur polit­ isk­ur vilji. Tað vita vit. Og sum heild virða føroysku myndug­leikarnir eisini ST og teir ST-sáttmálar, sum vit hava bundið okkum til. Men at vísa tað í verki er krevj­ an­di, hóast mann ynskir tað frá politiskari síðu. Við at vit í Amnesty javnan minna á, vóna vit, at tað gongur skjót­ari fyri seg at eitt nú undir­skriva sáttmálan um menniskjahandil (Con­ ven­tion on Action Against Traffick­ing in Human Beings). Kvinnurættindi kunnu betrast Umframt menniskja­handil ætlar føroyska deild­in hjá Amnesty at um­røða harðskap móti kvinn­um, e neyðtøkur og seksuellan harð­skap í skugga­frá­greið­ ing­ini, sum skal sendast til CEDAW nevndina hjá ST sein­ni í ár. - Hetta eru eisini al­tjóða átøk, sum Amnesty Inter­ national­áh­ald­andi roynir at varpa ljós á, og sum umboð fyri Amnesty í Føroyum skulu vit vísa á, hvussu støð­an er í Føroyum hvørjum hes­um viðvíkur, fortelur Katr­in á Neystabø. - Vit í Amnesty fegn­ast sum heild um heild­ar­ætlan­ ina: Harð­skap­ir í parløgum og nærsambondum, men vit meta ikki, at kynsgrundaður harð­skapur verður nóg greitt viðurkendur í heildar­æt­ lanini Vit meta ikki, at tað kem­ur nóg væl fram, at tað í stór­an mun eru kvinnur, sum eru fyri harðskapi, greiðir Katrin á Neystabø frá og held­ur fram: - Henda heildarætlanin, sum hevur uppiborðið stórt rós og í sjálvum sær er eitt flott frambrot, umfatar nú eisi­ni arbeiðið við einum barna­hús­i og kynsligan harð­skap ímóti børnum. Eitt barna­hús og kynsligur harð­ skap­ur móti børnum eru so týdn­ing­ar­mikil evni, at tey hava uppiborðið sína egnu heildar­ætlan. Vit meta altso hesi bæði evni hvør sær at at vera so týdningarmikil, at tey eiga at hava hvør sína heidar­ætlan, vísir Katrin á Neystabø á. Í frágreiðingini til ST fer Am­nesty Føroya deild eisini at skriva um neyðtøkur og seksuell­an harðskap. - Amnesty al­mann­a­kunn­ gjørdi við árslok 2008 frá­ greið­ing­ina “Case Closed” um neyðtøkur og seksuellan harðskap í norðurlondum. Í frágreiðingini verður eitt nú víst á, at tað fara millum 2.000 til 10.000 neytøkur fram árliga í Danmark. Eini 500 mál verða meldað, men í einans 100 av hesum málunum fellur dómur. Tað er sostatt manglandi lóg og praksis, sum ger, at neyðtiknar kvinnur ikki vilja fráboða neyðtøku og fáa brotsmannin revsaðan, fortelur Katrin á Neystabø. Av somu orsøk metir Føroya deild, tað vera neyð­ ugt at hetta økið eisini verð­ ur kannað í Føroyum. - Tað er týdningarmikið, at kvinnur, ið eru fyri seksuellum harðskapi og neyðtøku, tora at boða løgregluni frá og ikki møta fordómum, tá tær melda. Vit mugu tryggja, at vit hava eina nøktandi rættarskipan.Í verandi støðu vita vit, at kanningararbeiðið ofta er drúgt, og at dómar fella sjálvdan, sigur Katrin á Neystabø. Kvinnuhúsið hev­ ur eisini ofta víst á, at tað stóran týdning, at tað verð­ ur tikið serlig atlit til eitt neyðtøkuoffur, tá við­kom­ andi kemur út á sjúkrahúsið. Við­komandi skal til dømis ikki sita í bíðirúminum millum aðrar sjúkligar og bíða, neyðugt er við serligari móttøku. Menniskjahandil í Føroyum skal steðgast - Tað kann hugsast, at onkrir føroyingar ótilvitað stuðla menniskjahandli, tá teir samskifta umvegis internetið. Tí er neyðugt at kanna og upplýsa um hesi viðurskifti í Føroyum, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild Kvinnu­ rættinda­ sáttmálin Fjórða hvørt ár skulu øll lond koma til ST við eini frágreiðing um støðuna hjá kvinnum í teimum ymsu londunum. Hetta verður gjørt í sambandi við altjóða kvinnusáttmálan, CEDAW- sáttmálan. Tann 10. apríl skulu Føroyar geva sína almennu frágreiðing, sum landsstýrið ger. Áhugabólkar hava eisini møguleika fyri at geva sítt ískoyti til almennu frágreiðingina. Umleið hálvt ár eftir at almenna frágreiðingin er latin inn kunnu áhugabólkar senda ST eina sokallaða skuggafrágreiðing. Í henni verður víst á viðurskifti, sum viðkomandi áhugabólkar ikki helda eru í lagi. Áhugabólkarnir kunnu senda eina felags skuggafrágreiðing ella gera hvør sína. Amnesty Føroya Deild skal eftir ætlan gera eina skuggafrágreiðing, har felagsskapurin vil varpa ljós á menniskjahandil, Sig frá-verkætlanina og neytøkur og seksuellan harðskap