Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 Oddagrein Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í blaðnum mikudagin kundu vit av­ dúka, at landið hevur mist um 100 mill­i­ónir í mvg, sum er avskrivað síð­ ani 2005. Tað merkir í stuttum, at fólk, sum hava fing­ið tað álit frá landinum, at tey sleppa at krevja inn hendan skatt, sum meirvirðisgjaldið er, ikki hava livað upp til sína uppgávu. Tey hava kravt pengarnir inn frá fólki, men latið vera við at borið teir víð­ari til Taks, so sum tey eiga. Tað kann vera ein erlig søk at miseydnast. Tað er fair nokk at fara á húsagang. Men tá somu fólk ganga aftur ferð eftir ferð í fleiri feløgum, so er okkurt, sum er galið. Bæði við persónum og við skipanini. Og her er tað, at okkara fólka­ valdu hava sína ábyrgd. Sum vit sóu stjóran í Taks greiða frá, so var ynskið frá Taks, at tey skuldu kunna steðga feløgum, sum ikki høvdu latið inn tvær mvg-uppgerðir til tíðina. Hetta góðtók løgtingið ikki, tá málið varð viðgjørt í fjør vár. Lóg­in bleiv broytt soleiðis, at feløg, sum ikki lata inn fýra mvg-uppgerðir á rað verða setðgað. Óteljandi dømi eru um, at fólk fara alt ov lætt um nevndarsessir. Okk­um nýtist ikki at fara so langt, sum at nevna bankanevndir – og tey risa­ stóru endurgjaldskrøvini, sum verða reist í kjalarvørrinum av húsa­gang­i­ num hjá Eik Banka. Síðsta summar frásegði sjálvur løg­mað­ur í Sosialinum og øðrum miðl­um alla ábyrgd av einum parta­ felag, sum hevði givið landinum eitt tap upp á 200.000 krónur í mvg. Hann pástóð, at hóast hann var nevnd­ ar­formaður í hesum felag, so hevði hann onga ábyrgd, tí hann var minni­ lut­a­partaeigari í felagnum. Tað er ørkylmandi at hoyra land­ ins fremsta mann avdúka seg á slík­an hátt, tí sjálvandi hevur ein nevnd­ar­ for­maður fulla og greiða ábyrgd av øll fíggjarligum dispositiónum hjá ein­um partafelag. Hann er tann, sum sit­ur við borð­end­an – og hann skal tryggja, at leiðsla felagsins røk­ir sítt arbeiði ábyrgdarfult. Endmálið við at prenta hendan list­an við teimum, sum hava páført land­i­num 100 milliónir í tapi er ikki at heingja einstaklingar út. Tí ein húsagangur er ikki altíð sjálv­gjørd­ur. Men tá húsagangurin verður brúkt­ur til at lumpa og lirka sær peng­ar, sum áttu at endað í okkara felags kassa, tá eiga fjølmiðlar og fólk­ið í Føroyum at tala at. Vit krevja so frægt av ábyrgd frá okk­ara ráðandi fólkum, at tey veita Taks neyðugu amboðini, so skil, á­byrgd og álit verður kring mvg-lóg­ ina og inn­krevji­ng­ar­háttin, sum er gald­andi, so skattapengarnir enda í rætta kassanum og ikki í privatum lumm­um. Alt má gerast fyri, at skatta­ krónur enda í rætta kassanum Mansliðið hjá Kyndli hev­ur staðið seg væl hetta kapp­ ing­ar­árið, og framvegis kann liðið koma í FM-fin­al­ urnar. Nú hevur Kyndli gjørt sponsoravtalu við Reyni Service. Sponsoravtalan er fyri tvey ár og hevur við sær, at Reyni Service verður sjón­ligt á búnunum hjá Kyndli hetta kappingarárið og kapp­ing­ar­ árið 2013/2014. – Vit fegnast um at kunna stuðla einum so søg­u­rík­um og sig­urs­vand­um fel­ag sum Kyndli, ið hev­ur nógv­ar limir í bæði vaksna­mann­a­deild og ung­dóms­deild, sig­ur Sám­ al av Reyni, stjóri í Reyni Service. Kyndil fegnast almikið um stuð­uls­av­taluna, sum kem­ur væl við, tí virksemið í fel­ag­ num er sjálvboðið ar­beiði, ið fíggjarliga hvílir á spon­s­o­rat frá vinnulívinum, lim­a­gjald og stuðulstiltøk. Málsetningurin hjá Kyndli í bestu deildunum er at røkka finalum í ár. Kvinn­u­liðið liggur væl fyri at koma í FM- finalurnar, og eisini menninir kunnu røkka finalunum. Ungdómsliðini hjá Kyndl­i eru nærum øll við í kapp­ing­ ini um at vinna FM-heitið, og mong teirra hava eisini møguleika at koma í fin­al­ur­ nar í steyp­a­kapp­ing­ini. Kyndil leggur stóran dent á at hava góðar venjarar. Flest allir hava drúgvar roynd­ir sum spælarar, og hetta sæst aftur á spælinum hjá ymsu liðunum, ið ofta er gott og flýtur væl. Reyni Service stuðlar Kyndli MVG, ábyrgd og álit Í gjár sóu vit eitt dømi um, hvussu lítið filtur er á teimum miðlum, sum royna at kappast við etableraðu miðlarnar. Føroyaportalurin, sum er ein portalur, har dul­nevnd fólk gera gjøldur burt­ur úr ymsum, sum fyri­fert í miðl­u­ num, sendi um­vegis fik­tivan teldupost eitt í­spunn­ið tíð­ ind­a­skriv til fimm miðlar í Før­oy­um. Vága­portal, Sand­ por­t­al, Tórs­port­al, Kringvarp Før­oya og Sos­i­alin. Tíðindaskrivið var ein følsk søga um, at ein nýggj fit­ ness­mið­støð skuldi lat­ast upp í Vest­manna. Finn­ur Koba skuldi spæla til mót­tøk­una mána­dag­in 4. februar. – Tveir minuttir eftir, at vit høvdu sent teldupostin, lá søg­an, sum vit høvdu skrivað hana, úti á Vágaportalinum og Tórsportalinum. Stutt eftir lá søgan úti á Sandportalinum, skrivar Føroyaportalurin. – Kringvarp Føroya og Sos­ i­alurin løgdu ikki søguna út á teirra portalar. Sambært Før­oy­a­port­al­i­ num var enda­málið við hes­ um var at vísa, hvussu lætt tað er hjá ein­um og hvørj­um at senda eitt ósatt og í­spun­nið tíð­ind­a­skriv til væl vitjaðar heim­a­síð­u­miðl­ar í Føroyum og fáa tað al­mann­a­kunngjørt innan stutta tíð. – Endamálið var eisini at vísa, hvørji­r miðlar kanna sínar keldur, og hvørjir lata vera, skrivar Føroyaportalurin. – Sambært Vágaport­al­i­ num, so er tað okkurt blað­ fólk her á redaktiónini á Sosi­ ali­num, sum førir skemtiliga pen­nin á Føroyaportalinum. Síðu tvey redaktiónin kennir so einki til tað enn, og tí kunnu vit hvørki sanna ella avsanna tey tíðindini. Men tað kann so í øllum førum ikki vera nakar á Dimmalætting, tí so høvdu tey fingið onkra heiðursløn fyri tað! Copy and paste pressan avdúkað ...hvar er tann nevi sum slær? Jógvan Sundstein tíðargrein á síðu 19 Strika orðið so hvørvur trupu­l­ leikin Dorit hansen Eygamálið á síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service, og Finnur Hansson, venjari hjá Kyndli. Reyni Service og Kyndil hava gjørt stuðulsavtalu í tvey ár.