Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fá hava gleði av flatskattinum Randi Jacobsen Sosialurin varpaði mánadagin ljós á flatskattin. Niðurstøðan var, at flatskatturin hevur ikki útvegað fleiri fólkum ar­beiði, innflutningurin er ikki vaksin, orðini hjá Jørg­ en Niclasen um, at flat­skatt­ urin skuldi eggja fólki at ar­beiða meira, gingiu ikki út. Sjónliga ávirkan er bara fleiri uttanlandsferðir og fleiri bilar. Kristina Háfoss, løg­tings­ kvinna hjá Tjóðveldi er ikki bilsin av hesi niðurstøðu. – Tað hevði farið meira peningur til nýtsluvørur, um tað vóru lág- og miðal­inn­ tøkurnar, sum fingu størri skattalætta, sigur hon. Tað verður víst á minkandi arbeiðsloysi, men Kristina Háfoss er sannførd um, at tey tølini skulu setast upp ímóti fráflytingini, sum hevur ver­ ið stór. Privata nýtslan er einki vaksin, heldur ikki í krónum hóast prísvøkstur. Loysir seg fyri hvønn? Kristina Háfoss tekur í aftur orðini hjá Jørgen Niclasen um, at tað skuldi loysa seg at arbeiða. – Eg spyrji: Fyri hvønn skal tað loysa seg at arbeiða? Tað kann ikki fyri tey lágløntu, tí tey hava ongan møguleika at koma so høgt upp í inn­ tøkuni, at flatskatturin ger nakran mun. – Tað kann heldur ikki vera galdandi fyri tey al­ ment løntu, tí tað almenna hevur onga játtan fingið til lønarvøkstur. Arbeiða tey meira, skal yvirtíðin av­spák­ ast. Eg haldi, at tey allar flestu fólkini í Føroyum hava onga gleði havt av flatskattinum, sigur Kristina Háfoss. Eitt ár við flatskatti Meira pengar høvdu farið í umfar í samfelagnum, um lág- og miðallønirnir fingu størri skattalætta heldur enn tey væl løntu, heldur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi KSF veksur nógv Á aðal­fund­in­ um hjá Komm­ unu­sam­skipan Føroya í apríl, fer felags­skap­ urin at um­ boða umleið 80 prosent av fólkinum Randi Jacobsen Mikukvøldið samtykti stýr­ið í Vága kommunu ein­mælt at fara upp í Komm­unusamskipan Før­ oya. Eftir er bara formliga at søkja um limaskap. Eysturkommuna hev­ ur søkt um limaskap í Komm­unusamskipan Før­oya. Tær báðar umsókn­ ir­nar verða staðfestar á aðalfundinum í Komm­ unu­samskipan Føroya. Aðalfundurin er settur at verða 5. apríl. Sum er umboðar Komm­unusamskipan Før­oya nakað oman fyri 70 prosent av fólkinum. Tá Vága Kommuuna og Eysturkommuna hava fingið limaskap, umboðar Kommunusamskipan Føroya umleið 80 prosent av fólkinum, sigur Eyðun Christiansen, aðalskrivari í KSF. Hitt felagið hevur væl fleiri limakommunur, men tær flestu kommunurnar eru smáar. Rósa Samuelsen, borg­ ars­tjóri í Vága komm­unu heldur tað vera rætt av kommuni at velja tann størra kommunu­fe­lags­ skap­in, tí KSF hevur nógv størri fakkunnleika, løg­ røðing og annað. Tá ið hon var forkvinna í Føroya Kommunufelag arbeiddi hon fyri at leggja feløgini saman, men tað arbeiðið kom ikki á mál. Skattaskipanin má leggjast um Randi Jacobsen Tað kom ikki óvart á Aksel V. Johannesen, formann í Javn­aðarflokkinum, at flat­ skattaskipanin lítla og onga ávirkan hevur havt. – Hatta søgdu vit framm­ an­undan, og vit halda tað sama nú. Nýtslan fer ikki upp av hasi skipanini. Nýtslan stend­ur í stað, sjálvt um stór­ir skattalættar eru givnir, sig­ur Aksel V. Johannesen. Tey við høgum inntøkum brúka lítið meira, tá ið tey fáa skattalætta. Rætt er tað, at talið av ar­beiðs­leysum er minkað, og nøkur fleiri eru komin í arbeiði í Føroyum, á virkinum Varð­in Pelagic á Tvøroyri og umborð á Norrønu við sam­starvsavtaluni millum Ar­beiðsloysisskipanina og Smyril Line, vísir hann á. – Men vit mugu hava í huga, at fráflytingin hev­ur verið stór, og nógvir hand­ verkarar eru farnir av land­ in­um at arbeiða, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur, at skulu sam­felagshjólini fáast at mala skjótari, má skatta­ lætt­in leggjast um, so lág- og miðal­inntøkurnar fáa lætt­ an og ikki tær høgu inn­tøk­ ur­nar. Eitt ár við flatskatti Skulu vit fáa samfelagshjólini at mala betur, mugu lág- og miðalinntøkurnar fáa skattalætta, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum