Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samgongan samd um at halda fram í Marknagili Áki Bertholdsen Arbeiðið at byggja skúla­dep­ ilin í Marknagili skal halda fram. Tað er niðurstøðan av samgongufundi mikudagin um Skúladepilin í Markna­ gili. Bjørn Kalsø sigur, at sam­gongan er samd um, at arbeiðið at byggja skúla­ depilin skal byggjast og at farast skal nú undir ar­beiðið at finna pening til enda­mál­ ið. Men landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at tað verður ein avbjóðing at finna pengarnar, sum resta í fyri at farast kann undir ætlanina. Neyðugt verður at útvega 64 milliónir afturat, fyri at fremja byggingina, tí skúla­ depilin verður dýrari enn upp­runaliga mett. – Tann peningin skulu vit nú royna at finna, men tað verður torført, sigur hann. Havnin keypa Bjørn Kalsø vónar framvegis, at tað mesta av írestandi fíggingini kann útvegast við, at Tórshavnar Kommuna keyp­ir handilsskúlan og hall­ir­nar hjá Tekniska skúla í Smiðju­gerði. Annars er eisini ein møgu­ leiki, at Tórshavnar Komm­ una keypir sær rætt til at leiga depilin í Marknagili um kvøldarnar, um vikuskiftini og í ferium, tá ið hann annars ikki verður brúktur til skúla. – Tað, sum restar í, skal so útvegast politiskt. Tað verð­ur ein avbjóðing, men eg havi rættiliga góðar vónir um, at tað fer at eydnast, tí samgongan er sinnað at finna eina loysn, sigur Bjørn Kalsø. Hann vil kortini onki siga um, hvussu ein loysn kundi verðið snikkað saman, men tað kemur tann næsta tíðin at vísa, sigur hann. Byrja í vár Og landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða skjótt, so at spakin kann setast í longu í vár. Skal skúlin verða liðugur í 2016, er neyðugt at arbeiðið byrjar í vár, sigur hann. Andstøðan hevur boð­ið sær til at hjálpa landsstýris­ manninum at finna fígging, sum tey hava málborið seg. Men landsstýrismaðurin dugir ikki at síggja nakað sum helst endamál í at fáa and­støðuna upp í. – Andstøðan hevur sitið í tí politiska fylgibólkinum og tað arbeiðið er lagt aft­ urum. Hetta snýr seg um eina politiska telving í sam­ gonguni, men vil and­støðan taka undir við endaliga úr­ slitinum, so ongantíð betri, sigur Bjørn Kalsø. SKÚLADEPILIN Samgongan ætlar at halda fram við ætlanini at byggja skúladepilin í Marknagili, men fíggingin verður ein stór avbjóðing Áki Bertholdsen Tórshavnar Kommuna er áhugað at keypa Hand­ ils­skúlan, og hallirnar í Smiðju­gerði, frá landinum. Tað sigur Heðin Mort­ en­sen, borgarstjóri. Sostatt kann kommunan vera við til at fígging til at byggja skúladepilin í Markna­gili. Skal ætlaði skúladepilin í Marknagili byggjast, skal Løgtingið játta 64 milliónir afturat til endamálið.

 Landsstýris­maðurin ásannar, at tað verður tor­ ført at fáa politiska undir­ tøku fyri at játta nakað ser­ligt av pengum afturat til Marknagilsætlanina og tí leggur hann dent á, at eykajáttanin til skúla­dep­ il­in skal vera so útreiðslu­ neutral, sum gjørligt. Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður í mentamálum, sig­ ur, at ein máti at fíggja ætl­anina, er, at Tórshavnar Komm­una keypir handils­ skúlan og hallirnar í Smiðju­gerði.

 Tí hevur Mentamála­ráð­ ið biðið Tórshavnar komm­ unu um samráðingar um handilsskúlan og hallirnar í Smiðjugerði.

 Heðin Mortensen sig­ ur, at kommunan er áhuga at samráðast um bygn­ ingarnar, men hann stað­ festir, at talan verð­ur als ikki um, at Tórs­havn­ar Kommuna fer at brúka nak­að sum lík­ist 60 milli­ ón­ir upp á bygn­ing­arnar.
 Nú fara embætisfólkini í kommununi at viðgera málið og at taka samanum, og so tekur býráðið støðu.

 – Vit fara sjálvandi at gera okkara kostnaðar­ met­ing av bygningunum, men semjast vit ikki um ein prís, lata vit bara vera við at keypa, sigur Heðin Mortensen.

 Prísin fær hann onki sagt um enn. Men sjálvsagt fer komm­ unan ikki at rinda ovurprís fyri bygningarnar, bara fyri at hjálpa landinum burtur úr einum trupulleika, legg­ ur hann dent á. Áki Bertholdsen Samgongan er nú farin at leita eftir pengum fyri at fíggja ætlaða skúladepilin í Marknagili. Og í tí sambandinum verða allir steinar vendir. Sjálvur vil Bjørn Kalsø ikki siga nakað um smálutir. Men frá øðrum keldum í samgonguni fáa vit at vita, at allir møguleikar verða troyttir, eisini møguleikar, sum ikki fyri rætthugsandi politik­arar. – Ein møguleiki, sum sam­ gongan umhugsar, er at gera Skúladepilin í Marknagili til ein sjálvsognarstovn. Hesin sjálvs­ognar­stovn­ ur­in fær sostatt heimild at taka lán til byggingina. Samstundis skal sjálvs­ ognar­stovnurin so fáa eina játtan á fíggjarlógini um ár­ið, til rentur, avdráttir og rakstur. Hetta er ein máti at drýggja íløguna, so at hon ikki fer avstað við so stórum bita á fíggjarlógini hesi næstu trý-fýra árini. Heldur kann skúlin so rind­ast aftur við smærri játt­anum hesi næstu 20-30 árini. Hetta er ein fígg­ingar­hátt­ ur, sum ikki er ókendur í Før­ oyum. Eitt nú er Tekniski Skúli í Havn ein sjálvsognar­stovn­ ur. Men nógvum politikarum hóvar ikki hendan fíggingar­ háttin, tí tey halda fast um, at tað kann verða ein glíðibreyt, sum kollsiglir samfelagið. Politikarar, sum eru ímóti slíkum alternativum fígg­ ingarhættum, halda fast um, at fíggjarlógin skal avspegla allar inntøkur og útreiðslur hjá landinum og tískil skulu allar íløgur rindast so hvørt, tær verða gjørdar. Torfør telving Samgongan ætlar framvegis at byggja ætlaða skúladepilin í Marknagili, men tað verður ein torfør telving at finna fíggingina, og í tí sambandi verða allir steinar vendir, eisini teir óvanligu steinarnir Vit halda fram Vit eru samd um at halda fram við ætlanini at byggja skúladepilin í Marknagili og at finna fígg­ingina til enda­málið. Tað sigur Jákup Mikk­ el­sen, formaður Fólka­ floksins á tingi. Hann var ein av ting­ lim­unum, sum vildi hava mál­ið um skúla­dep­il­in fyri á sam­gongu­fundi. Og mikudagin var mál­ ið so til viðgerðar á sam­ gongufundi Jákup Mikkelsen er sigur, at samgongan er samd um at byggja skúla­ depilin í Markna­gili og at finna fígg­ing­ina til endamálið, so at spakin kann setast í longu í vár. Annars er hann fá­ orðaður, tí hann hevur ikki hug at útgreina hetta nærri. Men tað skilst kort­ ini, at skal spakin set­ast í longu í vár, er tað dep­ ilin, sum nú liggur í kort­ unum, sum skal byggjast, tí stundir vera ikki at fyrireika eina nýggja verkætlan til í vár. Hann vil heldur ikki siga nakað um, hvussu fígg­ingin skal út­veg­ast, men tað er so ein spurn­ing­ur, sum sam­ gongan skal við­gera næstu tíð­ina. Nógv lægri prísur SKÚLADEPILIN Tórshavnar Kommuna er sinnað at spæla við, men tað verður ikki fyri okurprís Taka lán at fíggja skúlan í Marknagili SKÚLADEPILIN Samgongan leitar eftir alterna­ tivari fígging til skúladepilin í Marknagili