Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Setanarøkið Gransking og undirvísing í móðurmálsnámsfrøði og móður- málsundirvísingarfrøði er nýggj vísindagrein á Fróðskaparsetr- inum. Vísindagreinin verður knýtt at undirvísingini í føroyskum máli í útbúgvingunum til námsfrøðing og til fólkaskúlalærara. Tann, ið fær starvið, fer eisini undirvísa í øðrum útbúgvingum á megindeildini. Hara?urat skal tann, ið fær starvið, taka lut í menningini av móðurmálsnáms- og undirvísingarfrøði í útbúgvingunum á Setrinum til lærara í miðnámsskúlum og hægri lestri. Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans í samstarvi við ta mál- og námsfrøðiligu gransking, sum er á megindeildini. Førleikar Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað gransk- ingarevni, og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- Adjunktstarv í móðurmálsnámsfrøði og -undirvísingarfrøði Starvið er eitt granskingar- og undirvísingarstarv. Setanarøkið er Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi i á Fróðskaparsetrinum. ella masterútbúgving. Umsøkjarar, sum hava undirvísingar- royndir á universitetsstigi og kunnleika til fólkaskúlan og námsfrøðiliga økið, hava fyrimun. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og e?irmetingum um tær eru til taks. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og í mesta lagi 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini. Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt og í fýra eintøkum á pappíri. Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við „Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya“. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Freist Umsóknarfreist er mánadagin 25. februar 2013. Umsóknir skulu sendast til umsokn@setur.fo ella Fróðskaparsetur Føroya, Setursskrivstovan J.C. Svabos gøta 14, Postrúm 272, 110 Tórshavn Nærri upplýsingar fáast hjá rektara Fróðskaparsetursins, Sigurði í Jákupsstovu, sigurdj@setur.fo og Maluni Marners- dóttur, malanm@setur.fo dekani á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsfrøði. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo