Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2013 · Nr. 13 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Tað var glaður og prátingarsamur Ransin, sum Sosialurin tosaði við stutt eftir dystin, sum endaði við 2-0 sigri til ukrainska Shakhtar Donetsk. – Tað var stuttligt at døma, tí hetta eru stórar fótbóltsstjørnur og teir vóru bara komnir fyri at spæla fótbólt, sigur Ransin N. Djurhuus. Ein kundi væntað, at ein dystur millum toppliðini í Russlandi og Ukraina kundi blíva ein heitur dystur, men so var als ikki. – Teir vóru allir fólkaligir og blíðir, sjálvt um teir tjena nógvar pengar. Teir vóru komnir fyri at spæla fótbólt og eru í uppstartinum, so teir ansaðu eisini eftir hvørjum øðrum, greiður Ransin N. Djurhuus frá, sum ikki metti at føroysku dómararnir dottu niður í millum. Ransin gav trý gul kort. Tvey til Shakthar Donetsk og eitt til CSKA Moskva. Teir flentu bara Ein støða í dystinum staðfesti fyri Ransini, at talan var um ein lætt sinnaðan venjingardyst. – Eg bríkslaði fyri frípark til CSKA, og endi við at standa millum allar spælararnar, sum samlast rund­an um bóltin. Brádliga peikar ein á gaggurnar ella hosurnar hjá ein­um øðrum og so fara allir at flenna. Eg skilti ikki heilt hvat tað gekk út uppá og royndi at vera alvor­ ligur, men skilti skjótt at eg bara skuldi sleppa mær úr trunkanum, sigur Ransin og flennir. Tá Sosialurin fekk orðið á før­ oyska dómaran høvdu teir ikki havt møguleikan at hugt eftir dystinum umaftur, men vóru vælnøgdir við avrikið. Vil verða altjóða dómari Føroysku dómararnir, sum saman við føroyska dómaraeygleiðaranum, Niklas á Líðarenda, hava verið í La Manga í nakrar dagar og dømt tríggjar dystir. Fyrsti dysturin var millum FC Olimpija Ljublijana og IFK Gøteborg, sum endaði við javnleiki 1-1. FC Olimpija Ljublijana vann upp á brotssparkskapping. Annar dysturin var millum norksa Tromsø IL og polska RTS Widzew Lodz. Her vann polska liðið 2-1. Føroyska ferðalagið letur væl at umstøðunum, sum eru fram­úr. Tað er umvegis norska Fótbólts­ sam­bandið, sum eigur í La Manga venj­ingarstøðini, at føroysku dómararnir eru bjóðaðir við til kappingina. Millum annað Petur Reinert hevur fyrr verið við sum dómari. Fyri uttan føroysku dóm­ ararnar, so vóru allir hinir FIFA dómarar. Samanlagt er Ransin væl nøgd­ ur við túrin, sum hevur givið dóm­ aranum mót upp á meir. – Hetta er tí eg dømi. At sleppa at døma dystir millum stórar stjørnur er nakað av tí størsta ein føroyskur dómari kann røkka, sigur Ransin, sum hevur ein dreym um at blíva altjóða dómari. – Sjálvandi havi eg eitt mál um at blíva altjóða dómari. Tú má seta tær mál um tú skal blíva betri, og tað ætli eg mær at blíva, sigur Ransin víðari. Sum er, so hevur Føroyar bara ein altjóða dómara og tað er Petur Reinert. Teir fýra, Ransin N. Djurhuus, Andrew Christiansen, Andreas Josephsen og Niklas á Líðarenda koma aftur til Føroyar í morgin. trondur@sosialurin.fo Hetta er tí eg dømi Fótbóltur Tað sigur Ransin N. Djurhuus, sum saman við Andrew Christiansen og Andreas Josephsen dømdu venjingardystin millum CSKA Moskva og Shakhtar Donetsk á La Manga Tróndur Arge Onkur óvæntaði keyp vóru gjørt í dag. Millum annað hevur QPR keypt miðverjan, Christopher Samba, frá russiska Anzhi. Sunder­ land hevur keypt Danny Graham, sum annars hevði eitt gott kapp­ ingarár við Swansea í fjør, men í ár hevur staðið í skugganum av Michu. Annars eru tær flestu dýru flytingarnar verða fyrr í flytingar­ vindeyganum. Mario Balotelli fór til AC Milan fyri áleið 200 milliónir krónur, Liverpool hevur keypt Daniel Sturridge og Coutinho fyri samanlagt 200 milliónir krónur, og Chelsea hevur keypt Demba Ba fyri áleið 70 milliónir krónur. Umframt tað, so hevur New­ castle keypt Mathieu Debuchy, Yoan Gouffran og Mapou Yanga- Mbiwa fyri samanlagt áleið 150 milliónir krónur. QPR keypti eisin Loic Remy fyri góðar 70 milliónir krónur. Eisini Manchester United hev­ ur keypt Wilfred Zaha fyri áleið 150 milliónir krónur, men hev­ur útleigað hann aftur til Crystal Palace fyri restina av kapp­ingar­ árinum. Tvey av skiftunum, sum hava fingið mest umtalu eru skiftini hjá Mario Balotelli frá Manchester City til AC Milan, og David Beckham, sum hevur gjørt eina fimm mánaðar avtalu við franska Paris Saint-Germain. Størsta keypið gjørdi Anzhi, sum keypti brasilska Willian frá Shakhtar Donetsk fyri 260 millión­ ir krónur. Beckham og Balotelli mest umtalaðu skiftini Fótbóltur Flytingarvindeygað er nú latið aftur og samanlagt brúktu Premier League feløgini yvir eina milliardir krónur at keypa fyri