Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 13 · 1. februar 2013 14 VIKUSKIFTI klæði Inna Törnroos Inna@sosialurin.fo Næstu ferð, tú fert inn í ein klædna­ handil, hygg so eftir lítla lepanum á klæð­unum og les, hvat stendur har. Í nógvum førum stendur tað »Made in Bangladesh«. Heili 250 seymivirki eru nevniliga í Bangladesh, og klædnamerki sum Esprit, Vero Moda. Lewis, Replay og H&M seyma stóran part av sínum klæð­um har. Yvir tríggjar miljónir fólk arbeiða við klæðnaframleiðsluni, og 80 prosent av teimum eru kvinnur. Kvinnur, ið arbeiða fyri so vánaliga løn, at tær ikki hava ráð at geva børnunum mat ella ein rætt­an bústað, og nógvar kunnu heldur ikki keypa bind. 220 krónir um mánaðin – tað er lønin, tær arbeiða 12 tímar um dagin fyri. Tá arbeiðsdagurin er liðugur, byrjar hús­ar­halds­arbeiði. Børnini sleppa mang­an at klára seg sjálvi, meðan mamm­an arbeiðir, men í summ­um førum er okk­urt líkn­andi barna­garði, har tey kunnu vera. Og samstundis keypa vit í vestur­ heiminum meira og meira klæði. Ein svensk kanning vísur, at fimtahvør svensk kvinna keypur klæði hvørja viku. Mótaíðnaðurin vil, at vit skulu keypa nýtt, og lági prísurin ger, at vit hava ráð til tess. Í 2011 útflutti Bangladesh klæði fyri 18 miljardir dollarar. Made in China, sum tað oftani stóð á klæðunum fyrr, er í mongum førum skift út við Made in Bangladesh, tí at kinesisku lønirnar eru hægri og tí ikki líka kappingarførar sum tær í Bangladesh. Lønin er hækkað Corporate Social Responsi­bility (CSR) er ein felagskapur, sum arbeiðir fyri, at viður­skiftini skulu gerast betri fyri tey, sum starvast innan klædna­íðnaðin, og hóast ein løn upp á 220 krón­ur um mánaðin ljóðar sera lág – ella 10 krónur um dagin – so er hon faktiskt hægri nú, enn hon var fyri nøkr­ um árum síðani. Í 2010 mótmældu túsund­tals seymikonir lønina, sum tá var 136 krónur um mán­aðin, og tað eydn­ að­ust at hækka hana til 220 krónur. Mótaketurnar verja seg við, at tær kunnu onki gera, tí tað eru lond­ ini sjálvi, sum avgera løn­ irnar, og eftirsum at fátæka landið Bangladesh fegið vil hava øll tey arbeiðsplássini, sum klædna­íðn­að­urin gevur, verður ikki so nógv gjørt við trupulleikan. Men nógv vilja verða við at móta­ket­urnar kunnu gera meir, enn tær gera, tí verk­ smiðjurnar vilja hava kundar, og setur kundin krøv, mugu tey oftani lúkast. Stjórin fyri H&M, Karl- Johan Persson, hevur verið á vitjan í Bangla­desh og sjálvur sæð viðurskiftini hjá kvinn­ unum. – Vit halda, at tað er týdn­ingar­ mikið, at seymi­kon­ur­nar kunnu liva av síni løn, men vit sum einsamallur keyp­ari kunnu ikki gera so nógv. Vit vilja, at tey, sum stýra í landinum, skulu hækka minstu­lønina – men sjálv­andi skilji eg, at tað er torført, av tí at landið sam­stundis má verða kapp­ingarført, sigur hann. Karl-Johan Persson heldur at besti háttur at hjálpa einum fá­tæk­ um landi er at skapa arbeiði – men tá lønin, fólkið fær fyri arbeiði, ikki ber til at liva fyri, er spurn­ingurin, um nakað er vunnið. Hvat kunnu vit sum brúkarir so gera? Jú, tað er faktiskt hjá okkum, tað byrjar. Tí keypa vit ikki bílig klæði, verða tey heldur ikki gjørd. Um vit keypa dýrari klæði og ikki keypa so ofta, skilja móta­ keturnar kanska boð­skapin – at tað, tær gera, ikki ber til í longdini, og at vit sum brúkarar hava skilt tað. Best er sjálv­ andi at keypa second-hand – bæði fyri um­hvørv­ið og støðuna í Bangla­desh. Ein t-shirt fyri 99 krónur og eitt par av buksum fyri 199 krónur – nei, klæði nýtast ikki verða størstu útreiðslurnar fyri húsarhaldini. Faktum er, at klæði eru alt ov bílig – og tey, sum gjalda størsta prísin, eru kvinnur og børn í Bangladesh fyri okkara bíligu klæði Hann rindar prísin Vilja hava hægri løn Fyritøkan Bestseller, sum millum annað eigur merkini Name it, Only, Vila, Vero Moda, Jack Jones og Pieces, skrivar soleiðis á heimasíðuni um støðuna í Bangladesh: »Vit stuðla gjøgnumføring av hægri løn í Bangladesh, tí vit halda, at tann lógarfesta minstalønin er ov lág. Bestseller eigur tó ongar verksmiðjur, og tá ið vit ikki eru einastu samstarvspartar hjá okkara vetiarum, kunnu vit ikki tryggjað arbeiðsfólkunum eina hægri løn við at hækka okkara keypsprísir. Vit hava tó tætt samskifti við okkara veitarar og onnur, sum hava áhugað í ídnaðinum, og vit royna at finna eina loysn, sum skal gagna ídnaðinum sum heild. Í ár hevur Bestseller saman við øðrum altjóða fyritøkum skriva eitt bræv til forsætisráðharran í Bangladesh við ynski um hægri minstuløn«.