Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-01, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2013síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

nr. 13 · 1. februar 2013 Stórur bilur! Toyoya aftur størst í heiminum VP.fo Hvat er alternativið Tað eydnaðist sløkkiliðnum at basa eldinum í sethúsunum Portal.fo Hvar fór fólksins ogn? Eingin eigur part í fiskatilfeinginum Kringvarp.fo Okay... Sharon víst tekin um vit Portal.fo Vit gleða okkum! Kaffibønir úr lorti Planet.fo Tað er tað, sum kann henda! Nógv skolda seg í solarium Torsportal Í ranga strúpan Orkustevna í Havn Um vikuskiftið verður orkusetvna í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Á stevnuni verður kunning og framsýning innan orku. Dentur verður lagdur á orku til hús, bilar, húsarhaldstól og fígging til orkuíløgur. Orkustevna Ítróttarhøllin á Hálsi Fríggjadagin 1/2 og leygardagin 2/2 Íslendskt Grand Prix Leygarkvøldið er finalan í íslendska Grand Prixnum. Føroyski poppsangarin Jógvan Hansen er við í kappingini hesa­ferð, og hann skal leygarkvøldið royna at syngja seg víðari til europeisku kapp­ingina, sum verður í Svøríki. Sjón­ varpið hjá Kringvarpinum samsendir við íslendska sjónvarpið leygarkvøldið. Íslendskt Grand Prix Leygarkvøldið 2/2 kl. 19.00 Forseta­filmur Í gjár varð nýggi stórfilmurin hjá Steven Spielberg um Abraham Lincoln frumsýndur. Daniel Day-Lewis spælir Lincoln, og filmurin snýr seg um seinastu dramatisku mánaðirnar hjá Lincoln sum forseti. Lincoln vil fáa ein enda á borgarakrígnum, og tað verður dirvin og viljin hjá forsetanum, sum verður avgerandi fyri framtíðina hjá USA. Lincoln Biograffilmur Frá 31/1- Vetrarjazzur Hesa vikuna hevur vetrarjazzur 2013 verið, og konsertirnar halda fram í dag og í morgin. Seinasta konsertin á skránni verður leygarkvøldið, tá ið Uni Debess og Haukur Grøndahls Trio spæla í Perluni í Havn. Solistar verða Unn Patursson, Anna Maria Olsen og Rókur Jákupsson. Vetrarjazzur konsert Perlan í Havn Leygarkvøldið 2/2 kl. 21.00 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Eg havi eitt vanligt lív og eitt glamourøst lív, men fyri meg eru tað tvey ymisk lív Heidi Klum, týsk fotomodell – Tað er næstan óveruligt hjá mær at sleppa at syngja saman við countrysangarum, sum eg havi verið bergtikin av, síðani eg var smádrongur. Tað er ótrúligt, at hesir sangarar vilja syngja saman við mær Hallur Joensen, sum ger fløgu við duettum í Nashville – Tú kanst liva, til tú verður hundrað, um tú gevst við øllum tí, sum ger tað vert at liva, til tú verður hundrað Woody Allen, filmsleikstjóri