mánadagur 4. februar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið visti sjónvarp
ið hjá Kringvarpinum at siga,
at val verður til grønlendska
landstingið á grækarismessu.
Tað er alt í lagi við tí.
Men hvat ger ein profess
ionel public service tíðinda
deild so við tað?
Jú, tíðindaleiðarin í Kring
varpinum sendi boð eftir
Høgna Hoydal, tí hann hevur
júst verið á landsfundi hjá
IA, sum er stjórnarflokkur í
Grønlandi. Hann heldur eis
ini við Kupiik Kleist, lands
stýrisformanni, sum Høgni
heldur eigur at blíva aftur
valdur.
Men hví í Guds garði er tað
áhugavert fyri føroyingar, at
Høgni Hoydal heldur at par
tamaður hansara í Grønlandi
skal veljast aftur og skipa
landsstýri? Er hetta óheftur
journalistikkur, at tíðinda
leiðarin soleiðis er mikrofon
haldari fyri Høgna Hoydal?
Á Facebook fríggjakvøldið
gav John Johannessen, fyrr
verandi
løgtingsmaður,
landsstýrismaður og journ
alistur í Kringvarpinum ilt av
sær. Hann vísti á, at tíðinda
leiðarin í Kringvarpinum
hevur arbeitt fyri Høgna
Hoydal. Hon hevur verið á
lønarlistanum hjá honum í
Fólkatinginum, har hon hev
ur fest hansara hugsanir á
blað og sent tær fyri hann til
fjølmiðlarnar. John helt tað
tí vera løgið, at hon soleiðis
ger samrøðu við fyrrverandi
arbeiðsgevaran – og stillar
hann fram sum ein ekspert
havandi í huga, at tað júst
var hon, sum vrakaði John
Johannessen sum journalist
í Kringvarpinum – tí hann
hevði verið politikari – tá
hann kom aftur í starv har
eftir síðsta løgtingsval.
– Eg mátti ganga har við
fullari løn uttan at sleppa
at arbeiða. Tíðindaleiðarin
helt, at eg ikki kundi brúkast,
segði John Johannessen, sum
sjálvur segði seg úr starvi.
– Óheftur journalistikk
ur?
– Nei, tað var tað so be
stemt ikki.
Høgni veit óivað nógv
um Grønland, og hann hev
ur helst verið ein góður ar
beiðsgevari hjá tíðindaleið
aranum. Men fyri tað eigur
Kringvarpið at halda góðan
fjølmiðlasið!
– Fiskivinnunýskipanin hjá Jacob
Vestergaard avhendar fiskiloyvini!
So stutt og greið er niðurstøðan
hjá Halgiri Winther Poulsen, advo
kati, her í blaðnum fríggjadagin.
Rættiliga áhugaverd eru sjónar
mið hansara, tá hann kemur til ta
niðurstøðu, at leisturin í fiskivinn
unýskipanini krevur neyvar og
objektivar grundgevingar fyri at
krevja innaftur fiskiloyvi.
– Í praksis merkir tað, at loyvini
verða endaliga avhendað, sigur
royndi advokaturin, sum í staðin
mælir politikarunum til at brúka
oljulóggávuna sum fyrimynd, nú
lógin um vinnuligan fiskiskap skal
endurskoðast.
So mugu vit spyrja: Er tað veru
liga ætlanin hjá Jacob Vestergaard
og Fólkaflokkinum sum heild og
harvið eisini Sambandsflokkinum,
at fiskiloyvini at kalla skulu priv
atiserast? Hví siga tey tað so ikki
bart út: At Fólkaflokkurin ynskir
at nakrir heilt fáir føroyingar skulu
eiga fiskiloyvini, sum teir skulu
kunnu gerast so ovurríkir uppá, tí
tað er mátin, at øll fáa tað gott: At
nøkur liva í skríggjandi yvirflóð.
Okkurt bendir á, at løgmaður
ikki er heilt álvurligur við støðuna.
Bara tað at løgmaður fer út og sáðar
iva um eitt slíkt upprit – fáar tímar
eftir, at tað er lagt fram, ber boð
um, at her hava vit ikki eina samda
samgongu.
Tað er í sjálvum sær positivt. So
er spurningurin, hvør vinnur. Sum
vit fyrr hava umrøtt á hesum stað,
so fær Fólkaflokkurin altíð sín vilja.
Og at Fólkaflokkurin vindur løg
mann um lítlafingur hevur verið
sjón fyri søgn síðan síðsta løgtings
val.
Tí er stórur vandi fyri, at eitt
slíkt uppskot frá Jacob Vestergaard
skjótt kann gerast eitt samtykt lóg
aruppskot í løgtinginum – við øll
um 19 atkvøðunum hjá samgonguni
aftan fyri seg.
Fólkaflokkurin hevur serlig evni
at fáa sín politikk ovast á dags
skránna og at fáa sett hann í verk.
Og Fólkaflokkurin fer alla tíðina
eftir málinum – hóast yvirskipaða
málið um kapitalistiskan búskap
mest líkist einum býi í Russlandi.
Kapitalisma snýr seg jú um handil,
og ikki um avtalað spæl!
Tí er einki hokus pokus við
Fólkaflokkinum. Vit vita, hvar vit
hava hann. Øðrvísi er við hinum
flokkunum í samgonguni, ið sum
oftast gera eins og Fólkaflokkurin
sigur.
Tað eru kreftir í Sambandsflokk
inum, sum vilja standa ímóti reak
tioneru kósini hjá løgmanni. Serliga
Edmund Joensen hevur gjørt seg til
talsmann í hesi søk.
Vit kunnu so bara vóna, at fiski
vinnulóggávan fær eina virðiliga
tilgongd, har lurtað verður eftir
øðrum hugsanum – og vóna, at løg
maður skilir, at alt ikki glitrar, sum
kemur av Fólkafloksmunni.
Øll vita, hvar vit hava
Fólkaflokkin. Verri er við hinum
Vilmund Jacobsen
– Eg eri ovfarin av avgerðini
hjá ákæruvaldinum um ikki
at taka málið móti Sjúrði
Højgaard upp.
Tað sigur fuglafjarðar
prestur, Anne Mette Greve
Klemensen, í stuttari við
merking, nú Linda Hessel
berg hevur gjørt greitt, at
grundarlag ikki er fyri at
reisa ákæru móti víðgongda
prædikumanninum.
– Eg fekk boðini í síðstu
viku, og eg má siga, at eg
gjørdist ovfarin. Møguleiki
er at kæra avgerðina, men
tað ætli eg mær ikki at
gera.
Anne Mette Greve Klem
ensen sigur, at tá hon gjørdi
av at melda Sjúrð Højgaard
til løgregluna, hugsaði hon
ikki um nakra ávísa sekt til
mannin.
– Eg tók mína avgerð, tí
eg kendi meg hótta og nið
urgjørda av prædikumann
inum.
Spurd, um hon bæði
kendi seg og børnini hótt,
sigur hon, at tað gjørdi
hon.
– Eg metti, at prædiku
maðurin við so víðgongdum
vendingum legði eftir mær
og børnum okkara, at eg
ikki kundi lata útsagnirnar
fara aftur við borðinum. Tí
gjørdi eg av at melda Sjúrð
Højgaard til løgregluna, sig
ur Anne Mette Greve Klem
ensen.
Fuglafjarðarprestur og
maður hennara, sum er Leif
Hansen, ættaður úr Nólsoy,
eiga tvey børn, gentu sum
er átta og drong, sum er
seks ár.
Sjúrður verður
ikki ákærdur
Vilja fáa heldur enn keypa
Hoydal grønlandsserfrøðingur
hjá Kringvarpinum
Eldraøki
– visjón og
rættindi
kjak á síðu 27
Send
istova í
Nuuk
Bjrøt Samuelsen
kjak á síðu 26
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Høgni Hoydal royndi seg sum »serfrøðing hjá Kringvarpi Før
oya í Grønlendskum viðurskiftum« fríggjakvøldið. Tað sigst, at
Jørgen Niclasen verður serfrøðingur í íslendskum viðurskiftum