mánadagur 4. februar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. februar 2013 · Nr. 14
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Støkk vann kappingina hjá pink
um, meðan Havnar Fimleikafelag
vann restina av kappingunum í
estetiskum fimleiki um vikuskift
ið. Talan var um fyrru steypakapp
ingina í estetikum fimleiki, sum
var í Ítróttarhøllini á Kambsdali
leygardagin. Seinna steypakapp
ingin verður í Runavík 9. mars.
Kappast verður í fimm aldur
bólkum:
pinkum,
smágentum,
gentum, unglingum og kvinnum.
Tilmeildað vóru lið úr fýra fimeika
feløgum, sum vóru Støkk, Flog,
Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Tá kappast verður í estetiskum
fimleiki verða liðini dømd eftir
tekniska partinum, listarliga parti
num og eftir framførsluni.
Tekniski parturin snýr seg um,
hvat serian skal innihalda. Liðini
skulu lúka ávís krøv í seriuni, sum
liðini verða dømd eftir.
Tá dømt verður eftir listarligia
parturin, verður hugt eftir, hvussu
serian er sett saman, um rørslur
nar eru flótandi, og um steðgur
er millum rørslurnar. Serian skal
eisini hóska til aldurin á luttakar
unum. Harafturat skal tónleikurin
passa til seriuna. Um serian er ov
torfør, kann tað verða trekt frá.
Tríggir til fýra dómarar døma til
hvørja listargrein.
Liðini kunnu hava millum 6-14
fimleikarar á liðnum, tó skulu í
minsta lagi 6 fimleikarar á gólvi
num.
Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki var á Kambsdali leygardagin
Myndir: Ingun Schiller
Havnar Fimleikafelag
vann fýra og Støkk eina
FIMLEIKUR Leygardagin var fyrra
steypakappingin í estetiskum
fimleiki hildin á Kambsdali
Smágentur hjá Havnar Fimleikafelag