Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Dýrasti mvg-drongurin í Før­ oyu­m árini 2005-2011, Eivind Jacobsen á Strond­um, sum hev­ur kost­að Taks 3.144.950 krón­ur í mist­ari mvg-inn­ tøku, hev­ur tik­ið sær tykni av, at Sosi­al­ur­in í síðstu viku kunn­gjørdi list­an frá Taks, sum vís­ir, hvørji feløgini – og har­við per­són­ar­nir – eru, sum hava kravt mvg inn fyri lands­kassan – men ikki goldið lands­kass­a­num pengarnar. Heldur enn at skriva til Sos­i­al­in, so hevur Eivind Jac­o­b­sen valt at verja seg á Vág­a­port­al­i­num, har hann í grein full­kom­i­liga flyt­ir fok­ us frá ver­u­liga trup­ul­l­eik­a­ num, sum er, at hann hev­ur ver­ið ein dýr­ur drong­ur – fyri lands­kass­an í øll­um før­um. Sosialurin hevur bara stað­fest, at lands­kass­in hev­ur mist um 100 mill­ión­ ir krón­ur upp á fólk, sum ikki hava megn­að at gold­ið lands­kass­an­um ta mvg-upp­ hædd, sum tey eru slopp­ in at krevja inn. Tað merkir, at tey hava brúkt p e n g ­a r ­ nar hjá land­i­num til ann­að enda­ mál. Sambært Eivindi Jac­ ob­sen, so skuldi Sosialurin ikki havt kunn­gjørt hend­an list­an við hes­um fe­l­øg­um, sum hava kost­að skatt­gjald­ ar­u­num hes­ar 100 mill­i­ón­ir krón­ur­nar. Ei­vind Jac­obsen sig­ur, at Sos­i­al­ur­in átti at kom­ið við eini um­ber­ing til Árna Greg­ er­sen og løgmann, sum hava fing­ið á­vik­a­vist slaka mill­i­ón og slak­ar 300.000 krón­ur av hesi av­skriv­ing hjá Taks. Vit skilja væl, at tað er flóv­is­ligt, at slíkt kemur út al­ment. Men sum fjølmiðil er tað okkara skylda at upp­lýsa, hvussu landið brúkar skatta­ krón­ur­nar. Men hví ser­lig atlit skulu vís­ast stjór­anum á Dimma­ lætt­ing og løg­manni, skilja vit als ikki. Her skuldu held­ ur ver­ið skerp­andi um­støður, tá ein fjølmiðil kemur í slíka støðu – og ikki minst tá lands­ins hægsi maður kemur í slíka støðu. Tí hetta hevur nakað við álit at gera. Sambært vinnuvitan.biz, so er Eivind Jacobsen knýttur at 15 partafeløgum, sum er strikað úr skrásetingini og einum virknum felag. Mangt er løgið við okkum menn­iskj­ um. So sum tá vit seta okkum eitt­ hvørt í høvdið, so vilja vit mang­an røkka á mál, kosta hvat tað kosta vil. Eitt dømi um tað er ætlaði tunn­ il­in mill­um Havnina og Skálafjørðin. Her tóku nakrir privatpersónar seg sam­an og gjørdu eina verkætlan. Alt sá so bjart út, framskrivingar vístu, at tað var ein sera góð for­rætn­ing, at eitt privat partafelag framdi hesa verkætlan. Kauphting Banki og seinni Eik runnu á leistum og Før­oya Lívstrygging var eisini fús at fíggja. Ætl­anin fekk politiskt kjølfesti – so gott, at politiska skipanin vildi taka yvir verk­ætlanina og fremja hana sum eina alemnna í­løgu, eins og allar aðrar íløgur í und­ir­støð­u­ kerv­ið í Føroyum. Men ringu fíggjarvánirnar hava ført hesa ætlan aftur í privata parta­ fel­ag­ið, og nú eru tað ávísir pol­i­tik­ ar­ar, sum renna á leistum fyri at fáa sam­tykt ætlanina sum skjótast, so far­ast kann í gongd. Tú freistast at hugsa tankan, um onkur roynir at bóndafanga løg­ting­ ið og føroyingar við at trýsta hesa ovurhondsstóru verkætlan í gongd – kosta hvat tað kosta vil. Í viðmerking í blaðnum í dag vís­ir Mortan Winther Poulsen, verk­frøð­ ing­ur, á grein, sum Frank Han­sen, sivilverkfrøðingur, skrivaði her í blaðnum fyri tveimum árum síð­ani. Frank Hansen vísti í greinin á, at um hugt varð meira yvirskipað at Streymoynni, Eysturoynni, Norð­ oyggj­um og Vágum, so er møgu­ligt at gera eina væl bí­lig­ari og meira ork­ u­av­mark­andi høv­uðs­far­leið mill­um Eyst­ur­oynna og Streym­oynna, og eisini Norðuroyggjar og Vág­ar. Men í hesum máli tykir, sum áv­ ísir persónar hava læst seg fastar í und­ir­sjóv­ar­tunn­i­ls­ætl­an­ina. Hon skal bara fremj­ast – og far­ast skal helst í gongd áðrenn onkur finnur eitt skil­a­betri hugskot. Målet hel­li­g­ er midlet, sum danir sigar. Men viðmerkingarnar hjá Frank Han­sen vóru áhugaverdar, eitt nú tá hann sigur: Um vit tosa um at avmarka ork­u­útlátið er neyðugt at fáa eitt slættari, styttri og beinari høv­uðs­ vega­s­trekki við færri forð­ing­um. Ein undirsjóvartunnil eig­ur tí at verða undantakið, ikki sjálv­fylgj­an tá eitt vegastrekki skal út­byggj­ast. Í sambandi við ætlaða Skála­fjarð­ ar­tunn­ilin fyriliggur bert ein ein­ støk loysn, har tað tó eru fleiri aðr­ar alternativar loysnir. Einki skjal­a­til­ far fyri­liggur, um hví so er. Tí eigur Løg­t­ingið at umhugsa at raðfesta øðr­vísi, minka um váðan og gera eina høvuðsfarleið okkum øllum før­ oy­ingum til góðar! Áhugaverd sjónarmið, sum sjálv­ andi áttu at verið viðgjørd, áðrenn støð­an verður tikin. Sjálvandi eiga alternativar ætlanir at kannast til lítar Í oddagreinin om­an­fyri nema vit við Skála­fjarð­ar­ tunn­ilin. Inni í blað­num við­ gera vit Sandoyartunnilin, og har sæst millum annað, at fram­søg­u­mað­ur­in í sam­ ferðsl­u­mál­um hjá Tjóð­veld­ i­num, Páll á Reynatúgvu, bæði vil taka lán og selja Bank­Nordik fyri at fíggja Sand­oy­ar­tunn­il­in. Um Tjóðveldi hevur skift kós, ella um Páll á Reyna­túgvu nú hevur sett fram­søg­u­sessin í veð fyri lok­a­lum ser­á­hugamálum, fáa vit at síggja. Men so seint sum mána­ dag­in brikslar Kristina Há­ foss á Facebook Fólka­flokk­ inum í sambandi við, at flokk­urin vil fíggja Markn­a­ gilsdepilin á sama hátt, sum Páll á Reynatúgvu nú vil fíggj­ar Sand­oy­ar­tunnilin. Hon vísir á, at hetta bind­ur fíggj­ar­lóg­ir kom­ andi 20-30 árini, at einki sam­svar verður millum íløgu­út­reiðsl­ur og veru­liga virk­sem­ið í landinum. – Samanumtikið er onki sum talar fyri at fíggja Markn­a­gils­dep­il­in við láni utt­an fyri fíggjarlógina. Hetta tykist bert at vera ein roynd frá nøkrum sam­ gong­u­pol­i­t­ik­ar­um, at fremja mun­andi fleiri íløgur, og sam­stund­is kunna siga, at hes­ar halda seg innan fyri lang­tíð­ar íløgukarmin. – Men hetta er at »snýta seg sjálvan« og alt sam­fel­ agið, sigur Kristina Háfoss. – Well... Eru øll ikki líka fyri lóg­ini, frú Kristina Há­foss og harra Høgni Hoydal? – Ella hevur Páll á Reyna­ túgvu nú traðkað við síð­ una...? Tjóðveldi tosar við fleiri tungum Tunnil fyri ein hvønn prís Eivind Jacobsen krevur umbering frá Sosialinum Kannið aðrar hald­ góð­ar møgu­leik­ar Mortan winther poulsen kjak á síðu 20 Prísurin fyri natio­ n­ala stolt­ leik­an Helgi Abrahamsen kjak á síðu 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Eyðun Jacobsen Kundi verið áhugavert at vitað, nær Eyðun Jacobsen fær sínar uml. 360.000,00 kr., sum Eivind Jacobsen er dømdur til at gjalda Eyðun Jacobsen Lisið á Mikudagur 30. januar 2013 Nr. 12 87. árg. kr. 20,00 í leysasølu Amnesty: Vil steðga menniskja­ handli í Føroyum s10-11 Manntal: 89 tungumál í Føroyum s4 Óli Johannesen: TB hjartað bankar enn ítr 32-33 Bjørn ivast: Marknagil í klønum tráð s6 Her missir landið 100 mió Tilboðini eru galdandi frá hósdegi 31. januar til og við leygardagin 2. februar 2013 1000 Bakkedal 250 g. 1595 VANL. 2500 Buko, 200g. 2 fyri 2295 VANL. 1995 Dagsins suppa frá Krásadeildini Síðstu árini eru 100 milliónir krónur kravdar inn í meirvirðis­ gjaldi, uttan at pengarnir nakrantíð eru bornir víðari til lands­ kassan. Millum størstu mvg syndarar eru kendir politikarar og vinnulívsmenn, sum kunnu halda fram við sínum virk­ semi, uttan at Taks sleppur eftir pengunum s14,15,16 Avdúking