týsdagur 5. februar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Kim Melius Flyvholm Larsen
varð føddur 23. oktober 1945 í
Keypmannahavn. Foreldrini
vóru Alfred M. Larsen og
Eva Flyvholm, men tey fóru
frá hvørjum øðrum, tá ið Kim
Larsen var fimm ára gamal.
Eftir hetta sá Kim Larsen
ikki nógv til pápa sín, sum tó
hevði syrgt fyri, at hann fekk
millum navnið Melius, sum á
latíni merkir »tann betri«.
Seint í fimtiárunum byrj
aði Larsen at spæla gittar og
skriva sangir, og hann gjørd
ist av álvara kendur sum
tónleikari, tá ið hann síðsti
í sektstiárunum hitti Franz
Beckerleee og Willi Jønsson,
og saman gjrødu teir bólkin
Gasolin’. Bólkurin var sera
væl umtóktur í Danmark,
og fleiri av kendu sangnum
hjá Larsen nú á døgum stava
frá tíðni í Gasolin’. Bólkurin
gavst at spæla í 1978.
Midt om natten
Eftir hetta fekk Kim Larsen
rættiliga ferð á síni yrkisleið
sum solistur, hóast hann
longu í 1973 hevði givið sína
fyrstu soloplátu út, og hann
hevur verið virkin uttan
steðg og íhald øll árini síð
ani.
Kim Larsen hevur skrivað
eina langa røð av kendum
sangum, og danir nevna
hann tíðum danska tjóðar-
skaldið.
Í 1984 skrivaði Kim Larsen
handrit og mesta av tón
leikinum til filmin Midt om
Natten, sum Erik Balling leik
stjórnaði. Plátan við tónleik
inum frá filminum hevur selt
oman fyri eina hálva millión
eintøk, og tað er mest selda
pláta í Danmark nakrantíð.
Aktuellur
Árini frá 1984 til 1992 sam
starvaði Kim Larsen við
bólkinum Bellamy, men tá ið
hann flutti til Odense gjrødi
hann bólkin Kim Larsen &
Kjukken, sum hann hevur
spælt saman við síðani.
Kim Larsen hevur verið
sera virkin at geva fløgur út
øll árini, og tað tekur langa
tíð at nevna allar solofløg
urnar, live-fløgurnar, savns
fløgurnar og aðrar fløgur við
Gasolin’, Bellamy og Kjukken,
sum hann hevur givið út.
Seinasta fløgan hjá Kim
Larsen & Kjukken kom fyri
kortum. Hon kallast Du
Glade Verden, og fyrsta stak
lagið av hesi útgávuni var
Sød Symfoni, sum hevur ver
ið nógv spældur.
Ongan riddarakross
Kim Larsen er eisini kendur
sum maðurin, ið torir at siga
sína hugsan – og ofta er upp
á tvørs av tí, sum tey flestu
halda – ella sum er korrekt at
halda. Hann hevur sagt sína
hugsan um roykibannini,
sum hann ikki er so fegin um,
og tá ið hon varð í boði at fáa
riddarkross frá Margrethu
drotning, segði hann nei
takk og varð siteraður fyri
at siga:
– Tá ið eg ikki haldi, at tað
sømir seg einum gomlum
ótanga og poppsangara at
føra seg fram við krossi,
bandi og stjørnu, sigi eg pent
nei takk til riddarkrossin. Tað
kundi annars verið hugnaligt
at roykt ein smøg við drotn
ingini, um hon nú sleppur tað
fyri sínum starvsfólkum.
Á stóran pall
í Føroyum
Kim Larsen hevur fleiri ferð
ir vitjað í Føroyum og havt
konsertir her. Tað er nú
ligið fleiri ár síðani seinastu
vitjanina, og nú Summar
Festivalurin heldur sín 10.
festival, hava fyrireikararnir
gjørt avtalu við Kim Larsen,
sum eisini hevur verið sera
væl umtóktur í Føroyum øll
árini, at spæla á festivalinum
í august.
– Kim Larsen hevur verið
ein so stórur partur av tón
leikinum, sum vit hava lurtað
eftir í Føroyum, at vit halda,
at Summar Festivalurin og
Kim Larsen hava uppiborið,
at vit leggja ein ordiligan
festivalpall til eina konsert
hjá honum í Føroyum, sigur
Steintór Rasmussen, sum er
ein av fyriskiparunum av
Summar Festivalinum.
Heimatænastan
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Forherðaða tjóðarskaldið
Kim Larsen er tjóðarskald í Danmark. Hann hevur skrivað óteljandi hitt, sum eisini vit í
Føroyum kenna. Og so er hann kendur fyri at hava sína – við hvørt politiskt ókorrektu
– meining. Tá ið honum var í boði at fáa riddarakross, segði hann nei takk