Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tá Alfred Olsen, løgtings­ mað­ur, í grein í Sosialinum nr. 11 28. januar sigur: »at nú verður gongd sett á verk­ ætl­anina«, haldi eg, at vert er at minna á greinina: »Tí eigur Skálafjarðartunnilin at bíða«, ið Frank Hansen, civil­verkfrøðingur, Tórshavn skriv­aði í Sosialinum nr. 24 25. februar 2011. Eg mæli øllum politikarum og áhugaðum annars til at finna greinina fram aft­ur og lesa hana gjølla, tí her ger Frank Hansen við greið­um ávísingum vart við, hvussu ein nógv bíligari og greið­ ari høv­uðs­farleið mill­um Eysturoynna og Streym­ oynna og eisini Norðoyggjar og Vágar kanns kipast. Ein stórur fyrimunur er eisini, at ætlanin kann fremjast stig­ víst. Hetta átti at verið kær­ komið uppskot at kanna gjøll­igari og sett í verk, nú pen­ingur trýtur í so stórt mát, at nær um alt verður skorið niður í botn og meir enn tað. Eisini ger hann tríggj­ar sera kritiskar og greið­ar við­ merkingar til verandi ætl­an við Skála­fjarðar­tunli­num. Eg skal her bert endurtaka tvær tær seinastu: »At høvuðsleiðin kem­ur at ganga gjøgnum bygd økir, t. e. Runavík og bygd­irnar á eystara armi á Skála­fjørð­ inum, um ikki ein vegur verð­ ur gjørdur oman fyri Søld­ arfjørð og Runavík.« »At tað skulu gerast í­løg­ur fyri minst 1 mia kr, har grundarlagið er sera bjart­skygd­ar ferðslu­fram­ skriv­ingar. Ferðsluvøkstur á 50-80%, úr 2500 - 3000 bilum/dag í 2008 til 4500 bilar/dag í 2014 til og frá Havnini til Eysturoynna og Norðuroyggjar. Tá er roknað við minst 100% av potentiellu akførunum, sum í dag koyra í Norðsálatunlinum.« Tað, sum her er ávíst, fer at fáa álvarsligar og sera kostnaðarmiklar avleiðingar fyri bæði økini báðumegin ætlaða tunnilin. Kostnaðurin av hesum avleiðingum átti at verið tengdur at tunnils­kostn­að­ inum og ikki verið hongdur um hálsin á borgarunum. Fyri at fáa tunnils­pro­ jektið at síggja meira sjálv­ berandi út ger man eina sera bjartskygda ferðslu­fram­ skriving við øktum bilatali upp á 50-80%. Um so verður, hvat ikki kann væntast í hesum peningatrongu tíðum, kemur hetta at skapa stórar ferðslutrupulleikar báðu meg­in tunnilin og serliga í økinum av Kallanesi, har tunnilin væntandi kemur upp, og oman til Havnar. Hetta vegastrekkið er undir sera hørðum ferðslutrýsti. Havnar kommuna hevur áður gjørt vart við, at spurn­ ingurin um ferðsluna hesu­ megin tunnilin skal loysast, áðrenn projektið fer í gongd. Vit, ið búgva her á leiðini, vóna, at hon stendur fast við hetta kravið, tí sum er, er støðan longu nú sera strongd. Vónandi er okkara polit­ iska stýrislag somikið at sær komið, at ikki verður farið undir eina so ovurhonds stóra íløgu uttan at kanna aðrar ávístar haldgóðar møgu­leikar. Mortan Winther Poulsen Eg las nú eitt kvøldið eitt les­ ar­a­bræv, har ein maður royndi at sláa fast, at tað at pengar mangla í lands­kassanum hev­ur einki við nið­ur­skurð­in av blokk­stuðl­i­num at gera. Hann vildi vera við, at hetta við blokk­i­num var ein und­ an­førsla, sum sam­bands­fólk brúktu fyri at rættvísgera al­mennar spar­ing­ar. Eis­ini havi eg hesa sein­astu tíð­ina sæð nógv­ar pá­stand­ir um,­ at blokk­stuð­ul­in hev­ur lítl­an og ong­an týdn­ing fyri før­oyska bú­skap­in. Hann er jú bara 5 pro­sent av brutto­tjóð­ar­úr­tøk­ uni, verður sagt. Og júst hetta at samanbera við brutt­o­tjóð­ar­úr­tøk­una er »smart«, um enda­mál­ið er at fáa eitt stórt tal at síggja út til at vera lít­ið. Brutto­tjóð­ar­ úr­tøk­an er nevn­i­liga eitt so­ mik­ið stórt tal, at sjálvt stór tøl tykjast lítil í eini sam­an­ ber­ing. Men líkamikið hvussu »smart« hesi fólk­ini royna at vera, tá tey spæla við tøl­um, so slepst ikki und­an, at 632 mió. krónur eru rætt­i­liga nógvir pengar á væl­fer­ða­r­øki­num. Eitt risastórt tal Bruttotjóðarúrtøkan er saml­ aða virð­ið á øll­um tí, sum all­ir før­oy­ing­ar fram­leiða av bæði vør­um og tæn­ast­um í eitt heilt ár. Hetta talið hev­ur einki bein­leið­is við lands­kass­ an at gera, men sig­ur nak­að um støð­una í land­i­num sum heild. Virðið á øllum hús­u­ num sum verða bygd, á øll­um fisk­i­num sum verð­ur veiddur, á undirvísingini í skú­l­u­num o.s.fr., alt telur við. Og hetta er enntá eitt brutt­o­tal, tað vil siga, at hús sum verða tikin niður og skip sum verða skrottað verða ikki trekt frá. Tað telur bara upp­eft­ir. Tað sigur seg sjálvt, at aft­ur­í­móti einum slíkum tali blíva øll onn­ur tøl lítil. Nakrar samanberingar Føroyska brutto­tjóð­ar­úr­tøk­ an ligg­ur um 13.000 mió. krón­ ur um árið, og 5 prosent (ella 1/20) av tí eru rættiliga nógv­ir pengar. Skatturin sum allir før­oy­ ing­ar rind­aðu til lands­kass­ an í 2011 var bara 12 prosent av brutto­tjóð­ar­úr­tøk­uni. Skatt­a­lætt­in, sum fekk fólk at mótmæla við buldr­andi blikk­um utt­an­fyri løg­tings­ hús­ið fyri einum ári síð­ani, var bara 1,7 prosent av brutto­ tjóð­ar­úr­tøk­uni. Lækk­ing­in á játt­an­ini til Ment­an­ar­grunn­in, sum sambært summ­um fer at gera endan á all­ari før­oysk­ari ment­an, er bara 0,004 prosent av brutto­tjóð­ar­úrtøkuni. Eingin skal siga mær, at 5 prosent av brutt­o­tjóð­ar­úr­tøk­ uni ikki hava stóran týdning fyri væl­ferð­ar­tæn­ast­ur­nar. Tað skal held­ur eingin billa mær inn, at tað ber til at skerja eina so stóra upp­hædd burtur av fíggj­ar­lóg­ini, uttan at tað fær álv­ar­sam­ar fylgj­ur fyri fólk­ið í land­i­num. Gongdin síðani 1998 Eg ivist í, hvussu rætt tað er at sam­an­bera alt við brutto­tjóð­ ar­úr­tøk­una, tí tað at sam­an­ bera tvey tøl, sig­ur ikki alt um annað tal­ið, men tað sig­ur líka nógv um talið, sum sam­an­ bor­ið verð­ur við. Men um vit halda okkum til henda rokn­i­ hátt­in, sum verð­ur brúkt­ur til at lýsa blokk­stuð­ul­in sum eitt lítið tal, so kunnu fleiri á­hug­ a­verd­ar nið­ur­støð­ur ger­ast burt­ur­úr tí. Vit kunnu til dømis sam­ an­bera árini 1998 og 2011 (sum er seinasta lidna rokn­skap­ar­ árið). Í 1998 hevði landskassin eitt av­lop á 472 mió. krónur og í 2011 hevði hann eitt und­ ir­skot á 402 mió. krónur. Úrs­l­ it­ið er altso versnað við næst­ an 900 milliónum krónum. So kunnu vit spyrja hvør er or­søk­in til tað? Nýtslan er lítið økt Vit hoyra ofta, at almenna nýtsl­an er økt ov nógv. Onk­ ur sigur, at útreiðslurnar eru »spol­að­ar upp­eft­ir«, og eis­ini hev­ur onk­ur sagt at peng­ar­nir eru »futt­að­ir av«. Men um vit sam­an­bera við brutt­o­tjóð­ar­ úr­tøk­una, so eru út­reiðsl­ur­nar um­leið líka stór­ur part­ur av brutto­tjóð­ar­úr­tøk­uni nú, sum tær vóru í 1998. Vit brúka bara 1,3 pro­sent­i meira av lands­ins fram­leiðslu til al­menn­ar tæn­ ast­ur nú, enn vit gjørdu í 1998. Hin­veg­in so eru inn­tøk­ur­nar farn­ar frá at vera 41,8 pro­sent av brutto­tjóð­ar­úr­tøk­uni í 1998 niður í 33,7 pro­sent í 2011 (ein minking á 8,1 pro­sent). So um vit skulu samanbera við brutt­o­tjóð­ar­úr­tøk­una, so stendur púra klárt, at orsøkin til at av­lop­ið er vent til und­ ir­skot er ikki økt nýtsla, men minka inntøka. Skatturin er óbroyttur So kunnu vit spyrja, hvat er tað fyri inntøka, sum er mink­ að so nógv? Vit hava í nógv ár hoyrt um skattalættar, og hvussu nógv teir hava kost­að lands­kass­a­num. Men sam­an­ bor­ið við brutto­tjóð­ar­úr­tøk­ una eru skatta­inn­tøk­ur­nar ikki mink­að­ar í tíð­ar­skeið­i­ num frá 1998 til 2011. Vanligi lands­skatt­ur­in var 12 prosent av brutto­tjóð­ar­úr­tøkuni í 1998 og hann var eisini 12 pro­sent av brutto­tjóð­ar­úr­tøk­uni í 2011. Tað sum er minkað á inn­ tøku­síð­uni er fyrst og fremst blokk­stuð­ul­in, sum er farin úr 12 nið­ur í 5 prosent av brutto­tjóð­ar­úr­tøk­uni. Í sama tíðarskeiði er eingin nevn­ i­verd nýggj inntøka kom­in ístaðin fyri minkaða blokk­ stuð­ul­in. 70 prosent orsaka av blokkniðurskurðinum Um ongar yvirtøkur vórðu gjørd­ar í 2002 og um blokk­ stuð­ul­in ikki varð fastfrystur, so hevði blokk­stuð­ul­i­n ver­ ið 625 mió. krón­ur størri enn hann var í 2011. Tað eru næst­ an 70 prosent av tí, sum av­lop­ ið var mink­að síð­ani 1998, og tað hevði verið nóg­mik­ið til at vit als ikki høvdu nakað hall. So kann onkur siga um full­veld­is­pol­i­tikk­in, at tað snýr seg um »at standa á egn­ um bein­um«, og onk­ur kann kalla tað »at taka á­byrgd«, men spell er tað, at gom­ul og veik mugu gjalda fyri henda nat­i­on­ala stoltleikan, sum er bein­lei­ð­is orsøkin til, at av­lop­ ið vendist til hall. Helgi Abrahamsen løg­tingsmaður Prísurin fyri nationala stoltleikan Skálafjarðatunnilin – kannið aðrar haldgóðar møguleikar