Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 6. februar 2013 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dimmalætting Søkt verður eftir fólki til smiðjudeild okkara Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum: - At røkja alibátarnar og fóðurflakarnar. - At taka lut í røktini av teknisku útgerðini á smoltstøðini. - At verða við í fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði. Vit ynskja at umsøkjarin, - hevur viðkomandi handaliga útbúgving, so sum elektrikari ella maskinsmiðjur, ella førleika á líknandi støði. - hevur evni at umvæla motorar. - hevur royndir í at arbeiða við lágstreymi. - hevur evni til smærri sveisi uppgávur. - hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt. - hevur telduførleika á brúkarastøði. - er fyrikomandi og nærløgd/nærlagdur. - Hevur koyrikort til persónbil. Umstøður: - Arbeiðsplássið verður á smiðjudeildini í Oyndarfirði, og verður koyrt til ymsu aliøkini haðani. - Vit sóknast eftir einum persóni, sum kann arbeiða skeivar tíðir tá brúk er fyri tí. Starvið hevur tilvísing til smiðjuleiðaran. Løn sambært avtalu. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv í einari fyritøku, har virðini millum annað eru trivnaður og menning. Umsókn saman við prógvi og royndarváttan v.m. skal sendast innan 11. februar. Viðkomandi skal byrjað beinanvegin ella so skjótt tilber. Umsókn skal sendast til Árna H. Thomassen, smiðjuleiðara, á telduposti: arniht@marineharvest.fo ella í posti til Marine Harvest Faroes P/F, Ternubrekkan 3, 695 Hellurnar. Skriva “umsókn” á brævbjálvan. Um tú hevur tørv á at vita meira um starvið, ring til mín á tel. 791060. StArVSfólk til MArine HArVeSt Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður fjórði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina smoltstøð, og framleiða vit 7.000 tons av laksi um árið. H u g a t a r b e i ð a v i ð f í g g j a r m á l u m ? Starvslýsing Størvini Talan er um tvey fulltrúastørv í fíggjarmálaráðnum. Tú kemur at arbeiða við einum fjøllbroyttum úrvali av ráðgevandi-, fyrisitingarligum- og analytiskum uppgávum á teimum økjum, ið ráðið umsitur. Til dømis: At ráðgeva landsstýrismanninum um búskapar-, fíggjar-, skatta- og avgjaldsmál og at viðgera innkomin mál At fyrireika uppskot til nýggjar lógir og lógarbroytingar At loysa tvørgangandi og samskipandi uppgávur At gera analysur, langtíðarætlanir og tryggja, at hesar verða framdar At ráðgeva og leiðbeina aðalráðum og stovnum Førleikar Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi innan búskap, stjórnarmál, samfelags- ella løgfrøði og tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva við onnur. Neyðugt er eisini at tú hevur politiskt tev og dugir væl at orða teg bæði í skrift og í talu. Vit bjóða Sjálvstøðugt starv Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú arbeiðir nógv saman við teimum politisku myndugleikunum Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgving Eitt starv, sum til tíðir kann vera krevjandi, men sum samstundis er sera áhugavert við nógvum samskifti úteftir Flex-tíð Arbeitt verður á høgum fakligum støði, og tí eru sera góðir møguleikar fyri persónligari- og fakligari menning. Setanartreytir Setanartreytir og løn eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanin fevnur um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskriv stovuna og hini aðalráðini. Umsókn Umsókn saman við CV og prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til fmr@fmr.fo. Tilber eisini at senda umsókn sum bræv til: Fíggjarmálaráðið, Postboks 2039, 165 Argir. Freistin at søkja er 8. februar 2013 kl. 12.00. Størvini verða sett skjótast tilber. Setanartilgongdin er sambært setanarpolitikki landsins. Setanartilgongdin kann síggjast á www.lnd.fo Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra á tlf. 35 20 20. Fíggjarmálaráðið, ið umsitur fíggjar, búskapar og skattamál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. www.fmr.fo Tvey størv, eitt fast og eitt farloyvisstarv, sum fulltrúi í fíggjarmálaráðnum eru leys at søkja Fíggjarmálaráðið M i n i s T r y o f f i n a n c e K v í g g j a r t ú n 1 P o s t b o K s 2 0 3 9 F o - 1 6 5 a r g i r t e l 3 5 2 0 2 0 F m r @ F m r . F o w w w . F m r . F o