Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard Tíðargrein Síða 15 Nú tann stundin koma má Jan otto holm Eygamálið síða 14 Eru Før­oy­ar humb­l­u­ bý­flugan... Tá Sosialurin fyri góðum fimm ár­ um síð­ani keypti Rás2, var ætlanin at gera eitt al­ter­n­at­ivt radio til Út­ varp­ið. Rás2 skuldi vera live og liv­ andi, hava tætt samband við lurt­ar­ ar­nar umvegis telefon og sms, hava kappingar við stórum og smá­um vinningum, vertirnir skuldu hava lættan og óformligan tóna, og rásin skuldi spæla nógvan popp­tónleik. Hetta eru aðaltættir í typ­iskum kommersiellum popp­radio, og ein slík rás manglaði í fø­royska miðla­ lands­lag­n­um at vera alternativ til út­varp­ið. Men skal Rás2 frameftir vera al­ tern­a­tiv til útvarpið hjá Kring­varp­ inum, má Rás2 leggja á annan bógv. Rásin má fara undir at framleiða typ­iskt public service tilfar, so sum ak­tu­al­i­tets- og bak­grunds­til­far, per­ spek­tiv­i­ser­andi send­ing­ar, smal­ar tón­leik­a­send­ing­ar, ung­dóms­send­ ing­ar og ment­an­ar­send­ing­ar. Tí nú er útvarpið hjá Kring­varp­ i­num bliv­ið popp­radio numm­ar tvey í Før­oyum. Sam­bært frá­boð­ an í út­varpi­num í gjár, skal send­i­ flat­an, sum sein­astu tíð­ina hev­ur ver­ið gjøgn­um­súrg­að popp­rad­i­o – stramm­ast upp­aft­ur meira tann komm­er­si­ella vegin. Sam­stund­is boð­aði tíð­ind­a­ leið­ar­in frá, at tey fáa ikki gjørt skránna lidna enn, tí spon­sor­a­r­nir fyrst skulu góðtaka innihaldið! Hetta er okkara almenna kring­ varp anno 2013. Hetta er tað, sum før­oy­ing­ar skulu gjalda 60 mill­i­ón­ ir krón­ur fyri um árið! Í stað­in fyri at leggja seg á sendi­ flat­una hjá eini lítl­ari priv­at­ari út­ varps­støð, sum hev­ur ver­ið sera væl mót­tik­in av lurt­ar­u­num, so átti Kring­varp Før­oya sjálv­andi at gjørt ver­u­ligt pub­lic ser­vice til­far, sum vit mangla so nógv, og sum lítl­ar priv­at­ar út­varps­støð­ir ong­an kjans hava at framleiða. Nú má bjørnin, sum liggur og snork­svev­ur í Menta­mál­a­ráð­num vakna. Bjørn­in má krevja, at Kring­ varp Før­oya held­ur seg til tann sátt­ mála, sum stovn­ur­in hev­ur gjørt við Ment­a­mál­a­ráð­ið. Og Bjørn­ in má tryggja, at ein almennur stovnur let­ur priv­at­ar miðlar fáa frið at virka! Vit krevja meira fyri kring­ varps­gjald­ið, enn at tveir plátu­ vend­ar­ar skulu stýra almenna kring­varp­i­num. Kringvarpið er stór skomm Av tí at Jørgen Niclasen sløs­ ar so illa við at kunna donsku stjórnina um, hvørji ynski vit hava viðvíkjandi bokk­stuðl­ i­num, hava vit ong­an blokk fing­ið í jan­uar, ongan í febr­u­ar, og valla heldur fáa vit nakr­an í marsmánaði. Hetta før­ir við sær, at landskassin hev­ur tað gjaldførið minni. Roknað vit upp á rentutap av hes­um, so er tað í øllum førum nokk til ein kostráðgeva á Landssjúkra­ hús­i­num at ráð­geva di­a­bet­is­ sjúkl­ing­um. Meðan rík­is­fel­ags­skap­ur­ in sam­bært løg­manni tykist merkja, at ágóðar koma úr Dan­mark til Føroya, so er hetta dømi um tað øvugta. Tí tað rentutap, sum vit hava, tað verður til rentuinntøku í Danmark. Soleiðis er status quo í ríkisfelagsskapinum. Men nú tá Edmund Joensen roynir at fáa pengar av donsku fíggj­a­rlóg­ini til føroysk lista­ fólk – eft­ir at partafólkini hjá hon­um í løgtinginum hava skert før­oysku játtanina til list, so er aft­ur talan um tað øvugta hin­vegin, tí hetta merkir, at peng­ar, sum verða oyðslaðir í Dan­mark, nú kom til gagns í Før­oy­um. Aftur er status quo í rík­is­fel­ags­skapinum. – So jú, løgmaður og Ed­ mund hava rætt, hóast tað kanska haltar eitt sindur við mor­al­i­num viðhvørt... Ríkisfelagsskapur er ­gó­ður Enn einaferð roynir Eivind Jac­obsen á Strondum, sum er tann, sum sambært Taks hev­ ur fing­ið mest eft­ir­giv­ið í mvg ár­ini 2005-2011 – góðar 3,3 mill­ i­ónir krón­ur – at flyta fok­us á Vága­portalinum. Hann sigur, at Sosialurin hev­ur lagt eitt nú løgmann og Árna Greg­er­ sen undir at snýta. Tað er ikki rætt. Sos­i­al­ur­in kunngjørdi bara listan hjá Taks sum vísir, hvussu tær 100 milliónir krónurnar, sum Taks hevur eftirgivið í mvg eru býttar millum part­afeløg – og víst á, hvørjir per­sónar ábyrgjast fyri nøkrum av hesum feløgum. Teirra mill­um eru løgmaður og stjór­in á Dimmlætting. Eivind Jacobsen sigur, at einki skil er á Taks. Hann sigur eisini, at Taks hevði fingið allar pengarnar í teimum 15 likvideraðu feløgunum, sum hann hevur varðað av, um stjórin á Taks hevði svarað einum sms'i frá Eivindi. Altso Eivind. Man rindar ikki mvg umvegis sms, men tú gert mvg uppgerðir triðja hvønn mánað, og har er ein gjaldsfreist á! Hvussu Taks kemur fram til hesi tølini kann vera sín søk. Í síðsta enda er tað væl saktans løgmaður, sum varð­ar av Taks sum landsins leið­ari. Hann hevur væl saktans sína hugsan um, hvørt upp­gerð­ irnar hjá Taks eru rættar ella ikki. Dugir Taks ikki síni ting, man løg­m­að­ur so ikki fara at leggja teimum lag á? Men Eiv­ind Jaocnsen. Halt teg til málið og tosa ikki so nógv uttanum. Eivind Jacobsen flytur fokus – Steðgið Kringvarpinum! So greiður er blaðstjórin á Norð­lýsinum, John Will­ iam Joensen, í síni fyrstu við­merk­ing, nú Kringvarpið dubb­ar seg í kappingini við privatu miðlarnar og nið­ur­ lað­ingini av public service kring­varp­inum, sum er í gongd. Men góði keri John Willi­ am Jo­ensen. Hetta pro­blem­ ið hevur tú sjálvur skapt. Tú gloymir kanska, at tú ikki ert ein óheftur blað­stjóri, men ein djúpt in­ha­bil­ur sambandsmaður. Tú eig­ur sjálvur Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra. Sum for­maður í Norðoya Sam­bands­fel­ag kundi tú byrjað við at lýst til ein fund í Norð­oya Sambandsfelag, har tit tóku Bjørn Kalsø við. Tit kundu so rist í hann, so hann vaknaði. Og um hann ikki aktar, so sig honum, hvar skapið skal standa! – Annars eru vit púra samd við blaðstjóran á Norð­lýs­i­num. Vit staðfesta, at stórt atgerðarloysi vald­ar í Mentamálaráðnum. Tað gjørdi tað eisini, tá Hel­ena Dam á Neystbø sat har, og tá Jógvan á Lakjuni sat har, og tá øll tey nógvu tjóð­veld­is­fólk­ini upp á skift sótu har. Vit hava tí ringar roynd­ir av pol­itisku skipanini. Hevði Miðlahúsið ver­ið ein heft­ur miðil – sum átti ein menta­mála­ráð­harra, so høvdu vit ikki lagt fingrarnar ímillum! Vak bjørnina John William! Sponsorar og plátuvend­ar­ar seta nú kósina í Kringvapinum