fríggjadagur 8. februar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú skal meiri lív fáast í mið
býin í Havn!
Tað heldur Elin Linden
skov, forkvinna í teknisku
nevnd í Tórshavnar Býráð.
Nú valskeiðið hjá nýggja
býráðnum er skipað, er tekn
iska nevnd blivin ein rættilig
supernevnd við víðum heim
ildum, tí umframt øll vanlig
teknisk mál, umsitur hon
nú
eisini
býarskipanina,
byggisamtyktir,
lendismál,
ferðslumál og náttúru- og
umhvørvismál.
Sostatt verður tað Elin
Lindenskov, sum fær ein
avgerðandi leiklut í roynd
unum at fáa meiri lív í mið
býin í Havnini.
– Nú eri eg forkvinna í
teknisku nevnd, sum nú
stendur tað til mín at fáa
nakað at henda, staðfestir
Elin Lindenskov.
Ráðstevna um miðbýin
Spurningurin um at fáa meiri
lív í miðbýin, er samstundis
eitt mál, sum hevur javnan
hevur verið tikið fram í nógv
ár, men sum onki er gjørt
við.
Og Elin Lindenskov stað
festir, at tað er eitt hjartamál
hjá henni at fáa meiri lív í
miðbýin í Havn.
Og eitt tað fyrsta, hon fer
at virka fyri, er, at skipa fyri
eini ráðstevnu um miðbýin
og um økis- og býarmenning
í Tórshavnar Kommunu sum
heild.
Sjálv heldur Elin Linden
skov, at talan skal vera um
eina almenna ráðstevnu fyri
at fáa so nógv hugskot, sum
gjørligt um, hvussu býurin
skal mennast.
Enn er ikki ásett, nær
hendan ráðstevnan verður.
– Hendan fyrsta tíðin hjá
nývalda býráðnum er farin
við at finna fótafesti og at
seta nývaldu býráðslimirnir
inn í arbeiðsgongdir og tey
ymsu málini.
– Men býarmenning av
gjørt ein spurningur, eg ætli
at taka upp so skjótt sum
gjørligt og í hesum sambandi
haldi eg, at ein almenn ráð
stevna er ein góð byrjan, sum
tað framhaldandi arbeiðið
kann byggja á.
– Hetta skal vera ein ráð
stevna, sum skal svara spurn
ingunum um, hvat skal verða
í býnum, hvussu vit skipa
bústaðir,
handlar,
skriv
stovur, arbeiðspláss, havnir,
parkeringsøki, tilhaldsstøð
og ferðsluna til og frá mið
býnum.
– Eftir ráðstevnuna mugu
vit so seta ein fakligan bólk
at arbeiða saman við bý
ráðnum og borgarunum um
miðbýarmenningina,
sigur
Elin Lindenskov.
– Her snýr tað seg um
at leggja eina ætlan fyri
hjartað í Havnini og eisini
hjartað í Føroyum, sigur Elin
Lindenskov.
Skulu hava
ordiligt lív í
miðbýin í Havn
MIÐBÝURIN Ætlanin er nú at skipa fyri
ráðstevna um, hvussu vit fáa meiri lív í miðbýin
í Havnini, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í
nýggju supernevndini í Tórshavnar Býráði
TÍÐINDI
30-40 um árið Hvørt ár eru einir 30-
40 nýggir tilburðir av tarmsjúkunum
Colitis Ulcerosa og Morbus Crohn í
Føroyum – og tað er heimsmet, hevur
Kári R. Nelsen, serlækni, ført fram á
fundi í Colitis Crohn felagnum í Føroyum
Eitt prosent Umleið 450 – 500 føroyingar hava tarmsjúkurnar Colitis Ulcerosa og
Morbus Crohn og tað er um leið 1% av fólkinum. Nýggjastu kanningarnar benda á,
at besta úrslitið fæst, tá ið sjúklingar verða viðgjørdir við biologiskum heilivági tíðliga
í sjúkuni og hann kann kosta upp ímóti 100.000 krónur um árið. Tó loyvir lógin í
Føroyum ikki hetta, tí at bíligasti heilivágurin skal brúkast fyrst og hetta kann vera
ein beinleiðis trupulleiki fyri sjúklingarnar, sigur Colitis Crohn felagið í Føroyum.
Áki Bertholdsen
– Vit mugu fáa nógv fleiri
fólk at búgva í miðbýnum
í Havn
Tað heldur Elin Linden
skov, forkvinna í teknisku
nevnd í Tórshavnar Býráði.
Í hinari greinini her á
síðuni sigur hon, at hon
miðjar eftir at skipa fyri
eini ráðstevnu um, hvussu
Havnin skal skipast.
Fyrrenn ráðstevnan hev
ur verið, og gongd er komið á
arbeiðið at nýskipa miðbýin,
hevur Elin Lindenskov ikki
nakra avgjørda meining um,
hvussu miðbýurin skal skip
ast.
Men hon heldur í øllum
førum, at tað er avgjørt
neyðugt, at skipa soleiðis
fyri, at fleiri fólk fáa høvi at
búseta seg í miðbýnum.
Og í hennara hugaheimi
er miðbýurin alt frá Lands
sjúkrahúsinum,
niðan
í
Gundadal og oman á Skans
an, og tað sum er innan fyri
tað.
– Har nógv fólk búgva
tætt, skapar tað alskyns
virksemi, tí tá er nógv størri
møguleiki fyri, at vit fáa
kaffistovur,
matstovur,
frisørsalongir, handlar, ser
handlar, vælverustøð, bio
grafar, sjónleikarhús, list,
designfyritøkur,
lýsinga
virki og onnur tænastu- og
aktivitetstilboðum og ar
beiðsplássum, sigur hon.
– Tað skapar ikki nógv
lív at miðbýurin er fullur av
skrivstovum, men at ongir
bústaðir eru har, leggur hon
afturat.
Hon heldur eisini, at nú
lógverkið er broytt, verður
tað lættari at byggja fleiri
bústaðir
ymsastaðni
í
Havn.
10 ferðir fleiri
Sjálv heldur Elin Lindenskov,
at tað er pláss fyri væl meiri
fólki í miðbýnum.
Sjálv býr hon á Frúutrøð
og í øllum. Tað er mitt í bý
num, men har er at kalla
steindeytt fyri fólk.
Har er nokk av bilum,
men í øllum tí víðføra økin
um frá læknamiðstøðini
í Jónas Broncks niðan til
statskassan, yvir í Lon og
oman á politistøðina búgva
kanska bara eini 50 fólk í
dag.
– Ein arkitektur hevur
fortalt mær, at í verður
byggingin skipað øðrvísi,
kunnu saktans eini 500 fólk
búð í økinum.
– Tað verður neyðugt at
útvega bústaðir so at fleiri
fólk, eisini heil húski, kunnu
búgva tættari í miðbýnum í
Havn og í tí sambandi eiga
vit avgjørt at umhugsa at
geva loyvi til at byggja há
hús og ikki bar fram eftir
jørð.
Annars vísir hon til upp
leggið sum Hans Mortensen
skipaði fyri og sum hann
nevndi ”Havnin innanfyri
Stóragarð”.
Í hesum sambandi hevði
hann fingið arkitektar at
gjørt eina heildarætlan fyri,
hvussu havnin kundi verðið
skipað framyvir.
– Eg skal ikki siga, at
eg eri samd í øllum í teirri
heildarætlanini, men tað
er í øllum førum eitt gott
upplegg at byggja víðari á,
sigur forkvinnan í teknisku
nevnd.
Fleiri fólk skulu í miðbýin at búgva
MIÐBÝURIN Tað er neyðugt at fáa nógv fleiri fólk í miðbýin í Havn at búgva
Nú stendur tað til mín
at fáa nakað at henda
Deytt hjarta
Miðbýurin er ikki bara hjartað í Havnini. Tað er hjartað í øllum Føroyum, og nú mugu vit
fáa lív aftur í tað, heldur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð