Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Finskt-russiski bardagin 1939-40 Vit fara inn í dómkirkjuna í Tammerfors. Tað er ein hugna­lig kirkja. Og hóast tað eru millum tvey og trý tús­und sitipláss, hevur prest­urin alla samkomuna tætt inni at sær. Tað eru fáar kirkjur, har tað er so lætt at tosa sum her. Kirkjan er full av djúpt lurt­andi menniskjum. Sjálvt gongd­irnar eru full­sett­ar av fólki. orglið spæl­ir, og sam­ koman syng­ur, sum einanas ein finsk sam­koma kann syngja. Brád­liga signalisera kirkju­tæn­ar­ar­nir frá sakri­sti­ num til orgul­spæl­aran. Orglið steðgar mitt í einum versi. Ljósini vóru sløkt í all­ari kirkjuni. Tað verður kola­ svart myrkur, og frá altari­ num ljóðar klára røddin frá dómspróstinum, Seppelas: »Tað er ein ávaring. Tað kann vera veruligur lofts­ alarmur hvørja løtu. Fólkið má fara úr kirkjuni.« Russisk flogfør sveima gjøg­num kvøldarmyrkrið nak­r­ar míl sunnan fyri Tamm­e­r­fors. Hvussu hesi trýtúsund menniskju bera seg at við í kolasvørtu niðu og upp á fáar minuttir at koma úr kirkjuni og finna niður í bumbuskýlið, er óskiljandi. Tað er eitt stórt undur. Men tað gongur uttan eitt einasta óhapp. Tjúgu minuttir seinni verður luftávaringin avblást. Og fólk koma inn aftur í salin í fullum tali. Vit byrja fyri aðru ferð. Dómsprósturin er við at byrja gudstænastuna, tá aftur verður blást luft­ávaring. Fólki má úr kirkjuni á sama hátt sum stutt framm­ an­undan, og klokkan átta samlast fólkið í kirkjuni fyri triðju ferð. Vit koma so mikið langt, at eg júst fái lisið tekstin og eri byrjaður at tala, tá møtið verður avbrotið av nýggjum. Nú mugu vit geva upp. Tað er ikki vert, at vit einaferð enn royna at samlast. Vit fara heim, so skjótt flogávaringin verður avblást. Men møtini mugu halda fram, tí fólkið er við at vakna. Vit byrja klokkan fimm seinna­partin – somu tíð, sum fabrikkirnar lata aftur. Og menniskjuni koma – soleiðis ljóða boðini frá hægsta myndugleika. Um kirkj­an ikki kann myrka­ leggj­ast, má hon tømast. Men í hesum eina tímaum røkka vit at syngja og biðja, præ­dika og halda eftirmøti. Tað gongur skjótt, men tað gongur, tí fólkið er við at vakna, og syndarar søkja Gud í rúgvu­vís. Eg minnist eitt bræv. Tað kom frá Østerbotten og hevði nógvar undirskriftir. Tað var frá øllum kristnum felagsskapum í býnum. Frá Statskirkjuni til hvítu­sunnu­ sam­komuna. Allir felags­skap­ ir vóru samdir um at fyriskipa nøkur vekingar­møtir. Og nú vildu teir hava hjálp til ar­ beiðið. Eg vildi sera fegin fara at hjálpa teimum. Fyri tveyti­ fimm árum síðani var eg nak­rar ógloymandi dagar í sama býi. Tað var í býnum Jakopstad, og tað var her, eg fyrstu ferð fekk loyvi at vera við í eini veruligari veking. Eg gleddist við hugsanini um aftur at fara hagar, ser­stakliga tá øll kristin í bý­num stóðu aftan fyri inn­bjóðingina. Tað var vist fyrstu ferð í býarinnar søgu, at man varð vorðin samdur um tílíkt sam­arbeiði. Men eitt er at velja, nakað heilt annað er at kunna. Arbeiðið á øðrum støðum tóku alla mína tíð og mínar kreftir. Býurin Jakob­ stad mátti bíða. Men meðan vinirnir máttu bíða eftir hjálpini uttanífrá, byrjaðu teir við nøkrum bønar­møtum til tess at fyri­ reika ætlaðu vekilsis­møtini. Tað einasta, man hugsaði um og vónaði, var at ein á henda hátt mátti vera til reiðar at taka ímóti vekingini, tá tey almennu møtini byrjaðu. Men Gud hevði eina aðra hugsan. Hann var ikki bundin av hjálp frá øðrum. Meðan tey heilagu vóru samlað til bøn, lat hann vekingareldin falla . Bønarmøtini broyttust automatiskt til vekilsismøtir, og menniskjur í hundraðtali góvu seg yvir til Gud. Og eg kom ongantíð til Jakobstad. Á øðrum støðum gekk tað á sama hátt. Eitt fólk er við at vakna. Kelda: Frank Mangs Mennesker i Kamp 1945 Símun Pauli Jacobsen kjak Eg havi tíverri sagt ósatt! Í blaðgrein í august mánaði í fjør við heitinum »Ein rimm­ar føðingardagur« segði eg, at 20 ára hátíðar­ haldið hjá ALS fór at kosta 400.000 krónur. Hetta vóru upplýsingar, sum eg hevði fingið beinleiðis frá tá­ver­ andi stjóra í ALS. Nú havi eg fingið at vita, at hendan upphædd ikki var røtt. Ein samanteljing av øll­um beinleiðis útreiðslum av føðingardegnum er gjørd. Hend­an vísir, at rætta upp­hæddin er knapt 800.000 krón­ur. Eg biði lesaran fyrigeva mær. Eyðstein Djurhuus Stýrislimur í ALS Nokk tosað, fjasað, kannað og skrivað – Kom nú í gongd Eyðgunn Samuelsen hevur lesarbræv úti í hesum døgum, har hon royndir at fáa út­ legg­ingina av eldraøkinum til kommunurnar útsetta. Grundgevinganar eru nógvar, og fyri mær »undarligar«. Tær grundgevingar, ið tala ímóti hjá henni, eru júst grund­gevingar eg haldi tala fyri, at økið verður lagt út til kommunurnar sum skjót­ast. Hon ramsar upp alt tað sum manglar, haltar og kundi verið gjørt betri á eldra­ økinum. Hví eru hesi tingini ikki gjørd? Sannleikin man vera illa lýddur, men hann er helst so einfaldur, at landið er ikki ført at veita nøktandi tænastu til okkara eldru borg­arar. Vit skulu skriva áltit upp og niður. Kanna eitt og ann­ að. Orða ein politikk fyri og annan eftir, meðan ongin spyr til tey eldru. Jú, lat kommunurnar nú fáa ábyrgdina fult og heilt av eldraøkinum, so okkara eldru borgarar kunna fáa ta tænastu, teimum er uppi­ borð. Lat nú vera við at sáða iva um førleikanar hjá komm­ ununum at umsita hetta sera týdningarmikla málsøkið. Tí veruleikin er tann, at land­ið megnar ikki at røkja tæn­ast­ una borgaranum at frama. Gev so kommununum kjans­ in. Alt hetta kjakið um, at komm­unurnar mugu vera størri, helst bert 5-7 stk. í øll­ um landinum, fyri at røkja eldra­økið, eru bert undan­ førslur. Hyggja vit eftir hvar trupulleikin við vantandi eldra­tæn­astum er størst, so er tað ikki í teimum smærru komm­unun­um. Heldur øv­ ugt. Vit kunna øll vera samd um, at tað var rætt at leggja barnaansingarøkið út til kommunurnar at røkja. Komm­unurnar, saman við teirra starvsfólkum, hava bygt eitt vælvirkandi og fram­komið barnaansingarøki upp uppá rekordtíð. Man hoyrir ongan, sum ynskir at landið skal átaka sær hesa uppgávuna aftur. Og vita tit hvat. Tá barna­ ansigarøkið bleiv lagt út, tá vóru tað fleiri kommunur enn tað eru í dag. Tað vóru fleiri smærri kommunur enn tað eru í dag. Kommunurnar vóru júst líka ójavnar tá, sum tær eru í dag. Tað var ongin visjón fyri barnaansingarøkið frá landsins síðu. Tað var ong­in barnalóg. Ongin tos­ aði um at børnini vóru ein byrða fyri familjuna, og fyri kvinn­una. Ongin tos­ aði um fyri­byrgj­andi og heilsu­fremj­andi tæn­astur til børn­ini. Neyvan bleiv ST sátt­málar v.m. havt uppi á tung­uni í øllum kjak­in­um. Ong­in tosaði um at arbeiða í óð­um verkum. Fígg­ingin av barna­ansingar­økinum var í stóran mun í asfalt­studn­ ingi, vegastudningi, koyri­ studningi o.l. Og ongin tosaði um, at tað var ørskapur at leggja eitt so týdningarmikið økið út til fleiri enn 30 komm­unur. Møguliga er barna­ansingar­ økið ikki eins týdningarmikið, sum eldraøkið fyri Eyðgunn. Eg veit ikki. Men eg veit, at tað er ørskapur at halda áfram innan eldraøkið, sum vit gera í dag. Onkur má fáa fulla ábyrgd, so økið verður skynsamt rikið. Næstbesta loysnin er tann, at landið tekur alt økið. Men avgjørt besta og virði­ligasta loysnin er, at kommunurnar fáa ábyrgdina av øllum eldraøkinum, og heim­ild at tillaga økið til tann staðbundna tørvin. Kommunurnar hava prógva, at tær væl, eisini um tær eru fleiri enn 30 stk, klára at lyfta týdningarmiklar tæn­astur. Tað eigur eisini at vera sett ferð á arbeiði við at leggja Fólkaskúlan út til komm­unurnar. T.d. kundi vit sagt, at Fólkaskúlin verður komunalur 1. jan. 2015. So Eyðgunn og øll tit í landssins leiðslu, vís komm­ ununum nú álti, og legg eldraøkið út til tær, teimum eldru borgarunum í Føroyum at frama. JÓHAN CHRISTIANSEN Leirvík