mikudagur 14. apríl 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarkenslan fyri at
vera vi› til at halda
ítróttinum í lokalsam-
felagnum í fremstu rø›
ber vi› sær, at ta› á
vestara arminum av
Skálafjør›inum fram-
vegis eru ítróttarmenn,
sum eru millum ber-
andi kreftirnar bæ›i í
hondbóltinum og fót-
bóltinum
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Ta› var vanligt inntil fyri ikki so
nógvum árum sí›ani. Somu
spælarar vóru millum lykla-
spælararnar í fleiri ítróttar-
greinum. Ofta var sami ma›ur
fótbóltsspælari, hondbólts-
spælari og flogbóltsspælari í
fremstu rø› og kanska eisini í
ø›rum ítróttargreinum.
Á Skála og Strondum eru
felagsli›ini vi› í fremstu rø› í
hondbólti og fótbólti, og lokal-
samfelagi› tekur væl undir vi›
li›unum. Ta› sæst á ásko›ara-
fjøldini bæ›i á heimavølli og
útivølli.
Hóast tepra fólkagrundarlag-
i› ber ta› til. Onkrir vilja leggja
rygg til so at siga allar tólv
mána›irnar. Teir hava veri›
fleiri, men Skála li›i› higartil í
ár bendir á, at ta› eru tveir,
sum hava strí›st fyri at vinna
hondbóltinum hei›urskrónur
og nú spæla fyri Skála. Teir eru
Pauli G. Hansen og Alexandur
Johansen. Í fjør var Sveinur
Justinussen á Skála mi›vøll-
inum. Teir hava ikki mist móti›
um, at hann fer at vísa seg, nú
hondbóltsári› er av. Teir halda
seg hava brúk fyri honum.
Arbeiði, bilur
og ítróttur
7. juni ver›ur hann 25 ár. Ta›
er eingin aldur, men longu nú
hevur Alexandur Johansen
leingi veri› vi› til at mynda
hondbóltin og fótbóltin á Skála
og Strondum.
Ítróttarma›urin ásannar, at
tí›in er avmarka›.
– Eg arbei›i í Føroya Spari-
kassa í Havnini. Tíggju tímar
um vikuna fara í fer›ing til og
frá arbei›i. Í fótbóltinum venja
vit fimm fer›ir um vikuna, um-
framt at vit spæla dystir. Í
hondbóltinum venja vit tríggjar
fer›ir um vikuna, umframt at
vit hvørja viku spæla dystir.
Hesa ársins tí›ina venji og
spæli eg tíggju fer›ir um vik-
una.
Ber ta› til?
– Um heimafronturin ikki var
áhuga›ur og fylgdi væl vi›, so
hev›i ta› als ikki bori› til.
Onkuntí› eru praktiskir trupul-
leikar, tí venjingar og dystir í
hondbóltinum og fótbóltinum
eru í senn. Men vit royna at
laga okkum eftir hvørjum ø›r-
um, og hinir kenna umstø›ur-
nar. Í fyrsta umfarinum í kapp-
ingini um løgmanssteypi›
spældi Skála á útivølli ímóti VB.
Sama leygardagin spældi StÍF
landskappingardyst á heima-
vølli ímóti H71. Pauli G. Hansen
og eg spældu hondbólt og
kundu tískil ikki vera vi› í
Su›uroy. Men so fekk onkur
annar møguleika at vísa, at teir
eru gó› evni til pláss á besta
fótbóltsli›num.
Orkar tú at vera á toppinum
alt ári›?
– Vit fara undir fótbóltsvenj-
ingina í januar, tá i› ta› ikki
altí› er so hugaligt at venja
uttandura. Í hondbóltinum
økist spenningurin fram ímóti
kappingarenda, og tá i› ta›
aftur ver›ur fari› undir hond-
bóltsári›, hava vit á Skála havt
hóttanina av ni›urflytingini at
hugsa um. Ta› er ein stór av-
bjó›ing, men eg kann ikki siga
meg undan, at ta› vi›hvørt
kennist eitt sindur óhugaligt og
súrt at fara til venjingar.
Hví tekur tú so ikki anna›
fram um hitt?
– Ta› havi eg ikki enn kent
nakra trongd at gera. Um
trongdin kemur, fer tí›in at
vísa. Men ta› hevur eisini
naka› vi› ábyrgdina at gera.
Vit eru ikki so nógv, og vit, sum
eru vi› til at bera bæ›i hond-
bóltinum og fótbóltinum, vita,
at um vit kasta a›ra ella hina
ítróttargreinina frá okkum, so
ver›ur eitt hol, sum ta› ikki
uttan ví›ari fer at bera til at
fylla. Solei›is er ta› bara. Hetta
skal ikki takast sum reyp, og at
eg haldi, at ta› ikki ber til at
klára seg uttan meg og hinar,
sum eru vi› á bá›um front-
unum. Men lokalsamfelagi› er
ikki stórt, og tann, sum b‡r og
livir á bygd, veit, hvussu vi›ur-
skiftini og umstø›urnar eru. So
nógv tí› fer eisini komandi árini
at vera n‡tt á arbei›spláss-
inum, í bilinum og til venjingar
og dystir, og sum heild dámar
mær sera væl at spæla fótbólt
og hondbólt.
Tað verður hugaligari
Tá i› vit tosa um avrikini á fót-
bóltsvøllinum, so roknar Alex-
andur Johansen vi›, at ta› fer
at ganga betri hjá Skála í ár,
enn ta› hevur gjørt tey bæ›i
fyrstu árini í bestu deildini.
– Ta› er strevi› altí› at hava
baki› ímóti múrinum. Tá er
skjótt at koma í ónda ringrás.
Vit hava misn‡tt møguleikar og
tapt tepurt. Ta› hevur vi› sær,
at tú kennir teg strongdan.
Harvi› hugsar tú nógv um at
gera tingini betri, og tá roynist
ta› sjáldan naka› serligt. Tá i›
ta› gongst væl, og sjálvsáliti›
er stórt, so gongur alt av sær
sjálvum. Mekanikkurin st‡rir,
og tingini eydnast.
Ver›ur n‡ggja kappingarári›
meiri hugaligt, enn tey bæ›i
fyrstu í bestu deildini hava ver-
i›?
– Í fjør og í fyrraári› hava vit
ikki havt nóg stóra álopstyngd.
Vit hava dúva uppá, at ta› hev-
ur skula eydnast at stinga bólt-
in fram ímillum til Jónhard
Frederiksberg. Vit rokna sjálvir
vi›, at ta› fer at ver›a ø›rvísi í
ár. Johan Nielsen hevur arbeitt
meiri vi› at økja um fótbólts-
fatanina hjá okkum, enn nakar
annar venjari hjá okkum hevur
gjørt. At hetta hevur t‡dning,
veit eg frá hondbóltinum. Tá i›
vit vóru smádreingir, høvdu vit
danskar hondbóltsvenjarar,
sum lærdu okkum at skilja
hondbóltsspæli›. Ta› hevur
havt t‡dning fyri avrikini hjá
StÍF seinastu árini.
Hvat er betri hjá tykkum nú,
enn ta› hevur veri›?
– Ta› fáa vit at síggja, tá i›
ta› gerst álvari í landskapping-
ini. Vit hava arbeitt nógv vi›
flytingum. Vit hava størri sjálvs-
álit nú, enn vit hava havt undan-
farnu árini. Ta› sæst aftur í, at
spælararnir bjó›a seg meiri til,
at teir tora at halda upp á bólt-
in, og at teir duga betri at
skyna á, nær teir skulu sleppa
sær av vi› bóltin. At vit hava
fingi› ein gó›an útlendskan
mi›vallarspælara og ein álops-
spælara, sum vit rokna vi› fer
at ver›a gó› hjálp hjá Jónhardi
har frammi, vóna vit fer at hava
vi› sær, at vit kunnu flyta
spæli› hjá okkum longri fram,
og at vit í ár fara at fáa størri
úrtøku, enn vit higartil hava
megna›.
So Skála fer ikki stø›ugt at
vera ni›anfyri strikuna?
– Undanfarnu árini hevur ta›
veri› t‡dningarmiki›, at vit ikki
hava veri› har eftir kappingar-
enda. Vit vóna eitt betri úrslit.
Um ta› fer at eydnast, valdast
nógv um, hvussu ta› fer at
gangast í fyrstu umførunum.
Fer ta› at gangast væl, og
stu›la› ver›ur undir sjálvsálit-
i›, so haldi eg, at vit hava
grundarlag at vinna fleiri stig,
enn vit higartil hava megna›,
heldur Alexandur Johansen,
sum nú hondbóltsári› er li›ugt,
hevur eitt sindur minni at
hugsa um, enn hann hevur
havt fyrsta fjór›ingsári›. Men
honum n‡tist heilt víst ikki at
ke›a seg!
Navn
Í fjør
Landsdystir
áður spælt við
Málverjar
Igor Bjarni Kostic (ÍSL)
ÍBV
Heini Kristiansen
4/-14 (0–0)
Eugen Voda (RUM)
14/-25(2–0)
Verja
Dusan Jaic (JUG)
17/0 (3–0)
Arnhold Berg
13/1 (5–1)
Rói Jacobsen
8/0 (0–0)
Ronni Hansen
8/0 (0–0)
Iulian Florescu (RUM)
13/2 (5–1)
B71, B36
Miðvøllur
Bárður Danielsen
7/1 (0–0)
Sveinur Justinussen
11/1 (0–0)
Hanus Thorleifsson
18/1 (2–0)
Bogi Gregersen
16/3 (5–0)
Pauli G. Hansen
16/1 (2–0)
Nenad Stankovic (SER)
Jóhannes Mikkelsen
Navn
Í fjør
Landsdystir
áður spælt við
Teitur R. Joensen
1/0 (0–0)
Álop
Jónhard Frederiksberg
18/2 (0–0)
Tróndur Poulsen
1/0 (0–0)
Malmberg Olsen
Eugen Stanciu (RUM)
Tilgongd
Eugen Stanciu (RUM)
Rumenia
Nenad Stankovic (SER)
Serbia
Igor Bjarni Kostic (ÍSL)
Ísland
Jóhannes Mikkelsen
Fluttur upp
Malmberg Olsen
Fluttir upp
Frágongd
Aleksandar Jovevic (JUG)
NSÍ
Venjari
Johan Nielsen
SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG
FO-480 Skáli
Tlf. 441574 / Fax 441574
STOVNAÐ:
13.05.1892
FORMAÐUR:
Kurt Rasmussen
MEISTARAR:
Ongantíð
Besta úrslit nr. 8 í 1. deild
STEYPAVINNARAR:
Ongantíð
GREIPUVINNARAR:
Ongantíð
Í 1. DEILD (3 ÁR):
2002-
Í EUROPA:
Ongantíð
Metingin
Skála hevur seinastu tvey árini
bjargað sær undan niðurflyting í
seinastu løtu, og uppgávan hjá
teimum appelsinlittu verður iva-
leyst aftur í ár at stríðast fyri lív-
inum í bestu deildini
28
29
Hesa fer› halda teir seg
hava veri› beinraknir, tá
i› teir á Skála hava veri›
uttanlands og funni›
stu›ulsspælarar at hjálpa
sær at sleppa undan aft-
asta plássinum, sum teir
vóru á alt kappingarári› í
fjør – uttan eftir sí›sta
umfari›!
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Skála er partur av bestu deildini.
Ta› hava teir veri› tvey tey sein-
astu árini. Tølini siga, hvør leiklut-
urin hjá teimum hevur veri›.
Bæ›i í fjør og í fyrraári› var Skála
mest sum alla tí›ina á tíggjunda
plássinum. Bá›u fer›irnar megn-
a›u teir í evstu løtu vi› rimmar
endaspurtum at lyfta sær so mik-
i›, at atgongumerki› til bestu
deildina var› tryggja› eitt ár
afturat.
Í fyrireikingunum til n‡ggja
kappingarári› hava teir mett, at
ta› hevur gingi› rætta vegin.
Spæli› er vor›i› betri, enn ta›
hevur veri› undanfarnu árini, og
ta› er meiri kapping um plássini
á li›num, enn ta› hevur veri›.
Hvat spælarum vi›víkur hevur
talan veri› um ávísa frágongd.
Men talan hevur ikki veri› um
spælarar, sum hava veri› millum
stu›ulsspælararnar.
Í fjør vóru 26 spælarar á besta
li›num. Sjey teirra vóru bara vi› í
einum ella tveimum dystum. Av
hesum eru ta› bara tveir, sum
aftur í ár venja vi› besta li›num.
Av føstu monnunum í fjør er
Alexander Jovevic fluttur til NSÍ,
og Agnar Højgaard, sum spældi
nógv undan summarste›ginum,
er givin. Sveinur Justinussen,
sum var ey›s‡ndur mi›vallari,
inntil fótska›i oy›ileg›i fyri hann
og Skála, hevur ikki veri› vant.
Men teir vóna, at hann fer at
finna fótbóltsskógvarnar fram, nú
hondbóltsári› er li›ugt.
Tveir n‡ggir Skála spælarar eru
vi› í kappingini um plássini. Teir
eru álopsspælarin Malmberg Ol-
sen og so Jóhannes Mikkelsen,
sum er mi›vallari og sonur As-
bjørn Mikkelsen, sum í næstan
ein mansaldur var millum berandi
kreftirnar í fótbóltinum á Skála.
Á Skála hava teir í fleiri ár havt
útlendingar at hjálpa sær. Onkra
fer›ina hava teir ikki veri› so hepn-
ir, tí spælararnir hava víst seg ikki
at vera so miki› gó›ir, at teir
hava veri› sjálvsagdir á li›num.
Frá í fjør av eru mi›verjin Du-
san Jaic og vongspælarin í vinst-
ru, Iulian Florescu, framvegis á
li›num. Harafturat hava teir veri›
uttanlands og fingi› fatur á trim-
um n‡ggjum spælarum, og í hvus-
su so er, tá i› talan er um úti-
spælararnar, so halda teir seg
hava veri› hepnir á fjarlei›um.
Nenad, sum Dusan Jaic hevur
veri› millumma›ur fyri í Serbia,
og sum hevur spælt í næstbestu
deildini í heimlandinum, sigst
vera sera hollur mi›vallari, og Eu-
gen Stanciu, sum Iulian Florescu
hevur fingi› samband vi› í Rumen-
ia, og sum hevur spælt í 2. og 3.
deild í Rumenia, kann gerast hjálp-
in at fáa størri úrtøku burturúr.
At gera mál var stóri trupulleik-
in hjá Skála í fjør. Í ellivu av átjan
landskappingardystum fóru
skálamenn av vøllinum, uttan at
ta› hev›i eydnast teimum at fáa
mál. Í fleiri av hesum dystunum
hev›i Skála fleiri upplagdar mál-
møguleikar, sum teir misn‡ttu.
Eitt nú í útidystinum í fyrsta um-
farinum, sum var í Runavík (0-2),
og í heimadystunum ímóti B68
(0-1) og KÍ (0-2) vóru skálamenn
ikki neyvir frammanfyri mót-
stø›umálinum.
Í trimum dystum megna›i
Skála at gera meiri enn eitt mál.
Tvær fer›ir var ta› ímóti ni›urflyt-
arunum úr FS Vágum (4-1 heima
og 4-3 á útivølli) og í sí›sta um-
farinu, tá i› Skála á heimavølli
vann 3-2 á EB/Streymi og vi› tí
sigrinum fyri fyrstu fer› í teimum
átjan umførunum lyftu sær burt-
ur av aftasta plássinum.
Verjuparturin líkist sær sjálvum,
tá i› sammett ver›ur vi› í fjør.
Eitt sindur av iva er um, hvør fer
at verja máli›. Eugen Voda var
fyri ta› mesta málverji í fjør. 40
ára gamli málverjin hevur í ár fyri
ta› mesta veri› málmansvenjari.
Igor Bjarni Kostic er komin úr Ís-
landi at royna seg. Í fjør var hann
eykamálverji hjá ÍBV í Vestmanna-
oyggjunum. Í kappingini um løg-
manssteypi› hevur hann fingi›
dygga kapping frá Heina Kristian-
sen, sum 10. mars fylti 18 ár.
Hesa fer› ætla teir á Skála ikki
so at siga at eiga patent upp á
aftasta plássi› og harvi› í hvørj-
um einasta dysti at hava tr‡sti›
av hóttandi ni›urflytingini hang-
andi yvir sær. Manningin ver›ur
mett at vera kanska eitt sindur
betri, enn hon var í fjør. Johan
Nielsen, sum er mest royndi og
mest vinnandi venjarin í land-
inum, heldur framvegis umst‡ri-
svølin, og í venjingardystunum
hava spæli› og úrslitini bent á, at
Skála ikki alla tí›ina n‡tist at vera
botnproppur.
Skála er á rættari kós
Alexandur er alt
árið í fremstu røð
Sveinur Justinussen er stu›ulsspælari hjá Skála
Mynd: Álvur Haraldsen
Alexandur Johansen spælir bæ›i 1. deildar hondbólt og fótbólt
Mynd: Álvur Haraldsen