Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SanSir Søkir roknSkaparleiðara Sum roknskaparleiðari fært tú ábyrgdina av bókhaldi, skuldarum og ognarum. Tú skalt leggja fíggjarætlanir, gera mánaðar- og ársroknskapir, greiða lønarviðurskiftini hjá starvsfólkunum, útføra dagliga bókhaldið og gera annað skrivstovuarbeiði. Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú HD í roknskapi. Tú hevur hollan kunnleika til bókhald og roknskap, tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Sansir eru ein samskiftisfyritøka sum arbeiðir við virkissamleika, branding og marketing online og offline. Vit leggja dent á at skapa gott samskifti fyri okkara kundar. Á Sansum arbeiða 12 fólk. Harumframt fevnir netverkið hjá Sansum um tíggjutals einstaklingar og fyritøkur. P/F Sansir hava eitt dótturfelag í Danmark, sum eitur Sansir Danmark A/S. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum verður við til at skapa framtíðina saman við okkum. Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. februar. Umsóknir skulu sendast við telduposti til Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo. Vinaliga upplýs títt fartelefonnummar. Tá tú sendir umsóknina, fært tú sama dag ella næsta arbeiðsdag eina váttan um, at vit hava móttikið teldupostin. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Høgna Rasmussen á tel 555 351. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Høgna. Lucas Debesar gøta 3 / Tórshavn / www.sansir.fo