fríggjadagur 8. februar 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
coca-cola cup steypafinala
Tróndur Arge
Talan er um størstu einstøku dyst
irnar hjá feløgunum í hesum kapp
ingarárinum. Alt verður avgjørt
upp á tvær ferðir 30 minuttir og
tá vendist ikki aftur. Tað er ongin
møguleiki fyri rætta upp á feilin, tá
klokkan í høllini hevur ýlt fyri sein
astu ferð.
Upp á ein tíma av effektivari
spæltíð kann eitt heilt kapingarárið
verða dømt eftir. Vinnur felagið
steypakappingina, so kann tað í
fleiri førum verða nokk til at bjarga
eini vánaligar landskapping.
Frammanfyri einari stúgvandi
fullari høll á Hálsi, har dysturin
verður varpaður út í hvørt horn í
Føroyum, hava liðini ein møguleika
at vinna sínum felagið eitt ógloym
andi steyp.
Felags fyri KÍF hjá monnum
og Neistanum hjá kvinnum er, at
feløgini hava staðið seg væl í lands
kappingini og eru oddalið. Fyri KÍF
er talan um fyrsta veruliga gull
heiðursmerki, sum felagið kann
vinna. Teir vóru í FM finaluni
farna kappingarár, men taptu held
ur óvæntað fyri H71. Nú er spurn
ingurin um kollfirðingar hava tað,
sum skal til fyri at fáa fyrsta gull
heiðursmerki í hús.
Mótstøðuliðið hjá KÍF er steypa
liðið í nýggjari tíð hjá monnum. StÍF
var í steypafinaluni frá 2001 til 2008.
Hesi átta árini vann StÍF steypa
kappingina ikki færri enn seks
ferðir. StÍF slapp ikki snikkaleyst
í finaluna eins og KÍF, men fekk
harða mótstøðu frá VÍF til seinasta
bríksl í hálvfinalunum.
KÍF er favorittur, men StÍF er
steypaliðið.
Fyri Neistan er talan um dyst,
sum øll rokna við at oddaliðið fer
at vinna. Neistin hevur vunnið
allar dystirnar í landskappingin og
steypakappingini higartil. Stjørnan
gongur undir at verða steypaliðið
hjá kvinnum, men sannleiki er, at
Neistin er liðið, ið hevur vunnið
steypakappingina hjá kvinnum
oftast. Tað hava tær gjørt 11 ferðir,
Steypa
finalurnar
2013
Hondbóltur Um vikuskiftið verða steypafinalurnar
í hondbólti. Hjá monnum spæla KÍF og StÍF,
og hjá kvinnum spæla VB og Neistin