Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 16 · 8. februar 2013 2 VIKUSKIFTI Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er ikki á hvørjum degi og ári, at ting­formaðurin er fløguaktuellur og bjóðar til konsert. Soleiðis var tað í Fugla­firði 17. november í fjør, tá ið stívliga 300 vóru í Mentanarhúsinum, og soleiðis verður tað sunnukvøldið, tá ið Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, saman við soninum Bárði á Lakjuni og M. C. Restorff og øðrum sangarum og tón­leikarum fara at hava konsert í Norður­landa­húsinum. Áhugin fyri konsertini er so mikið stórur, at alt í gjárkvøldið bendi á, at tað verður fullur salur. Vit kenna ikki annan parlaments­ formann, sum hevur hildið konsert. Tá vit spyrja Jógvan á Lakjuni, um hann veit um nakran starvsfelaga, sum er sangari og musikari, so dugir hann ikki at vísa á nakran: – Nei, eg kenni ongan tingformann, sum hevur givið fløgu við sangi og tón­leiki út. Eg havi verið saman við musikalsk­um politikarum. Í Føroyum eru fleiri, og eitt nú Bertel Haarder, sum er næstformaður í Fólkatinginum, dám­ ar væl sang og tónleik. Hann er yrkjari, og tá ið hann var danskur kenslu­mála­ ráð­harri, og eg var landsstýrismaður í mentamálum, sungu vit á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum umseting hjá honum av Einki er sum summarkvøld við strendur hjá Christiani Matras. Eg spældi undir til felagssangin, so tað var eitt sindur spesielt, sigur Jógvan á Lakjuni. Konsertin verður sunnukvøldið klokkan 19.30, og tað verður roknað við, at hon verður í stívar tveir tím­ar, íroknað stuttan steðg. Jógvan og Bárður á Lakjuni fara at framføra tað, sum er á fløguni, sum teir lótu av hondum í november í fjør. M. C. Restorff fer at syngja eitt sindur av fløguni Sanganna veingir, sum hann gav út í heyst. Eisini fer hann at syngja ann­að á føroyskum og enskum. Saman við Jógvani og Bárði syngja Elsebeth Lassaberg, Edna Jacobsen, Gunnrið á Lakjuni, Herborg Simonsen, Maria á Lakjuni, Eyðun á Lakjuni og abbabørn hjá Jógvani. Saman við M. C. syngja Sirikit Jacobsen, Dánjal Lindarstein, Bárður Tindskarð og Eli Smith. Jóannes á Váli spælir klav­ er hjá M. C. Annars verða tónleikararnir teir somu hjá bæði Jógvani og Bárði og M. C. Strúki­ kvar­tettin er mann­að við A n g e l i k u N i e l s e n , Martu á Lakjuni, Jonu Jacobsen og Jens Christian Guttesen. Jákup Heinesen spælir á tan­gentar, Ken Nónklett har­moniku, Eyðun á Lakjuni klav­er, Høgni Klakk­ stein trumm­ur, Eyðun Johannesen bass, Rúni Eysturlíð guitar, Pól Wolles mandolin og Rúni Hentze flygil horn. Hundalív í handlunum Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Bjørt Lind / Mynd: Heinesen Myndir klumman Rannvá G. Fossaberg Sunnukvøldið fara Jógvan og Bárður á Lakjuni við sangstuðlum og orkestri á pall í Norður­landa­ húsinum saman við M. C. Restorff og øðrum Fyri nøkrum árum síðani bleiv tað av álvara modernað at fáa sær hund. Ikki bara ein tilvildarligan seyðahund ella eitt »gadekryds«. Fólk vildu hava rættar rasuhundar – chihuahua, mops, yorkshire terrier og aðrar. Tí er tað í dag heldur ikki óvanligt at síggja hesi hundasløgini í føroysku býar­ myndini. Heldur ikki tá tú fert til handils. Tí nú havi eg upplivað meir enn einaferð, at hunda­eigarar taka lítlu hundarnar við sær inn í matvøruhandlar. Eg – sum annars haldi, at flest allir hundar eru fittir og sum oftast eisini væl vandir – ynski hesar lítlu hundarnar langt vekk, tá eg keypi matvørur. Herfyri valdi ein hundaeigari at seta sín chihuahua í innkeypskurvina, soleiðis at hundurin veruliga slapp at vera við til handils. Hundurin sat í kurvini, har eg og tú leggja breyðið, tomatirnar, súreplini og alt hitt niðurí. Tað er ikki serliga feitt, at mínar tomatir skulu liggja sama stað sum ein hunda­reyv hevur verið! Onkrir hundaeigarar velja tíbetur innkeypskurvina frá og brúka ístaðin sína egnu tasku. Men tað er ikki nógv frægari. Tá eigarin til dømis fer yvir í frukt- grønmetis­ deildina og bukkar seg nakað niður eftir teimum nýggjastu agurkunum og teimum mest reyðu súreplunum, fylgir hundatrýnið í task­uni við og streyfar tær vørurnar, sum eg og tú fáar tímar seinni skulu eta. Hundarnir hava fýra bein. Latið teir standa á teimum – uttanfyri matvøru­ handlarnar. So segði hann... Tingformaðurin syngur í Norður­ landa­húsinum Ein av fasinatiónunum við hesum starvinum er at takla øgiligu kensluligu túrarnar í skiftingarrúminum Jógvan Martin Olsen, venjari hjá fótbóltsfelagnum Víkingi