Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Sigurð S. Simonsen Kjak á síðu 25 Bank­ ar­nir – nú er nokk Hans Pauli strøm Kjak á síðu 27 Fólka­ heilsu­ poli­tik­k­ur eftir reyv Formaður Javnaðarfloksins tek­ur ikki und­ir við fyrr­ver­andi for­mann­i­num, sum skjýtur upp, at Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóð­veldi taka seg saman í ein reyð­ an blokk at verða alternativ til borg­ ar­liga fólkaflokspolitikkin hjá Kaj Leo Holm Johannesen. Tað var her í blaðnum fríggj­a­dag­ in, at Jóannes Eidesgaard í tíð­ar­grein vísti á, at vit áttu at havt ein greiðari politiskan pall, har valið antin stendur ímillum ein borgarligan høgravendan pol­i­tikk ella ein meira sosialin og sam­ halds­fast­an vinstravendan politikk. – Hetta vildi givið veljaranum ein møguleika at valt ítøkiligan pol­i­ tikk heldur enn meira ella minni tóm vallyfti. So far so good, kunnu vit siga. Gam­ aní er tað soleiðis í øðrum lond­um, at fólk vita frammanundan, hvørj­ir møguleikarnir eru. Sum oft­ast eru tvinnir møguleika, ein javnaðarstjórin ella ein borg­ar­lig stjórn. Í Danmark er val­ið millum Vinstraflokkin og Javn­ að­ar­flokkin, í eitt nú Bretlandi mill­um javnaðarflokkin Labour ella kon­serv­ a­tiva flokkin. Men soleiðis er ikki Føroyum. Her hevur tú ikki ánilsi av, hvørja stjórn vit fáa, um vit velja Aksel, Høgna, Jørgen ella Kaj Leo. So tí hev­ur Jóannes Eidesgaard rætt í, at tað hevði verið greiðari fyri veljaran. Men so er spurningurin um flokk­ arnir eru klárir at taka eina slíka støðu. Vit kunnu fyrst spyrja, hví Jó­ ann­es Eidesgaard ikki sjálv­ur gjørdi tað. Tað síðsta hann gjørdi sam­an við Tjóðveldinum, var at grýta tey á dyr í Tinganesi av stríði um eina hurð og velja Kaj Leo Johanne­sen til løgmann. Sæð úr sjón­ar­horn­i­num hjá Jóannes Eid­es­gaard, man tað verða býttasta gerð, hann hevur gjørt í sínum politiska lívi. Aksel Johannesen hevur tó gjørt so mikið bart, at hann hev­ur útlokað sam­ starv millum Javn­að­ar­flokk­in og Fólk­ a­flokk­in. Tað er ein pol­i­tisk satsing, tí hann setir seg sjálv­an og formanssessin í veð. Hann kann tí ikki ganga sum Høgni Hoydal í oyðimarkargongd í fleiri val­skeið. Um hann ikki megn­ar at fáa í lag samstarv við Tjó­ð­veldi ella Sambandið, so er hann í trupulleikum – og tað kann vísa pol­itiskt dirvi fram um breyð­poli­tikk. Tjóðveldi fær ikki útilokað Fólk­ a­flokk­in, hvussu fegin tey vilja. Við at út­i­loka ultra konservatismuna hála tey teppið undan sær sjálv­um. Tí er Fólkaflokkurin eitt »must« fyri Tjóðveldið. Hann er eks­i­stens­grund­ ar­lagið h­já Tjóðveldinum. Aksel kann fara báðar vegir. Hann kann samstarva við Tjóðveldi og royna at vinna atkvøður frá sam­bands­velj­a­ r­um. Ella kann kann sam­starva við Sambandið og royna at vinna atkvøður frá tjóð­veldisveljarum. Tí hava hvørki Høgni ella Aksel ráð at sasta upp á reyða kabienettið. Nei til reytt kabinett Tá vit í oddagreinini fríggja­ dag­in viðgjørdu Kringvarpið, skriv­aðu vit millum annað, at tíð­ind­aleiðarin hevði boðað frá, at tey ikki fingu gjørt skránna lidna, tí spon­sor­ar­ nir fyrst skulu góðtaka inn­ i­haldið. Men hesum vísir Liljan Weihe aftur. – Tað var ikki eg, sum segði hatta. Tað var Barbara... Og rætt hevur hon – og vit hava gjørt henni órætt, tí tað var »leið­ar­in fyri mentan« í Kring­varp­i­num, Barbara Sam­u­el­sen, sum kom við hesi fr­á­boð­an um, at sponsorar so­leið­is skulu góðkenna inn­ i­hald­ið í sendingum í Kring­ varp­i­num. – Fyri okkum hevur tað ikki so stóran týdning, um tað er tíð­inda­leið­arin ella ment­ an­ar­leið­ar­in, sum kemur við hesi frá­boðan. Tí tað er stór og van­virð­ i­lig skomm, at innihald í Kring­varp Føroya verð­ur stýrt av, hvør letur teim­um flest­ar per­ur ella øl ella utt­ an­lands­ferðir at burturluta. Vit vóna tí, at bjørnin í Ment­a­mál­a­ráð­num skjótt vakn­ar úr dvala. Tað var ikki Liljan... Síðsta mikudag var fundur í fíggjarnevndini hjá Løg­tingi­ num, sum Bárður Nielsen, nevnd­ar­for­maður, hevði kall­að inn til. Millum málini á skránni var upp­skot til sam­tyktar um av­leið­ingar av at ES- fíggj­ar­eftirlit verður skip­að í næst­um, og um at heim­taka á­byrgd­ina av fíggj­ar­øki­num. Fíggjarnevndin hevði boð­sent ymsum fólkum – og í hesum málinum mill­um ann­ að um­boð fyri Lands­banka Før­oya at greiða frá. Men samgongufólk trúgva jú ikki upp á Landsbankan, sum tey hava skrottað. So illa dám­ar sam­gong­u­fólk­u­ num Lands­bank­an, at tey als ikki møttu upp at lurta, hvat umboð Land­s­bankans hevði at siga. Á fundinum vóru bara um­boð fyri andstøðuna, sum eru Kristina Háfoss, Aksel Jo­ hann­e­sen og Eyðgunn Sam­u­ el­sen. Hvør almenna frágreið­ ing­in er til, hví sam­gongu­ um­boð­ini ikki møttu, vita vit ikki. Onkur vil vera við, at for­ mað­urin var á skíðferiu í Alp­u­num, meðan onkur ann­ ar vil vera við, at hann hevði ein týdningarmiklan nevnd­ ar­fund í BR-leikum, har hann eis­ini er nevndarformaður... Tímdu ikki at hoyra hvat Landsbankin segði Á triðja sinni verð­ur skipað fyri tón­leik­a­fram­førsl­um und­ir føst­u­guds­tæn­ast­u­ num í Gøtu kirkju. Tey, ið fara at fram­føra eru bæði lokalar tón­leik­a­ kreft­i­r og kend tónlistafólk. Føst­uguds­tæn­ast­ur­nar byrja mik­u­kvøld­ið 13. febr­ u­ar har teir báðir Tóri R. Jac­obsen og Petur Martin Jo­hann­e­sen fara at spæla nøk­ur klassisk stykkir. Føstuguðstænasturnar verða komandi 6 miku­ kvøld­ini kl 20 og verður tón­leika­skráin henda: 13. februar: Tóri R. Jacobsen, cello og Petur Martin Jo­hann­e­sen urgu/ klaver. Berg­tórur Bjark­ ham­ar 20. februar: Bjørk Tyril urgu/klaver. Bjarni Bæk 27. mars: Gøtu kirkju Ungdómskór. Sonja Klein 6. mars: Bethania kórið. David Johannesen 13. mars: Martin Joensen. Emil Olsen 20. mars: Ólavur Jac­ob­ sen og Eystanljóð, gittar og kór Eftir føstu­guds­tæn­ast­ ur­nar verður kaffi í kirkj­u­ kjall­ar­a­num. Føstutónar í Gøtu kirkju Aksel og Høgni hava ikki ráð til reyða kabinettið Tey sum til dømis selja Led-per­ur eru nú við til at be­stemma innihaldið í send­ ing­um í Kring­varpinum