mánadagur 11. februar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað er onki, sum bendir á,
at misnýtslan av rúsevnum í
Føroyum er í minking.
Tað
staðfestir
Mikkjal
Thomasen á narkodeildini
hjá løgregluni í Føroyum.
Men samstundis staðfest
ir hann, at tað eru ikki bara
gamlir hippiarir frá seksti
árunum, sum síggjast aftur í
rúsevna-umhvørvinum.
- Tað er hugstoytt at
síggja, men veruleikin er alt
so tann, at tað legst støðugt
til av ungum fólki í rúsevna-
umhvørvinum, eisini blað
ungum fólki.
- Tað er ikki óvanligt at
vit síggja og hoyra um børn,
heilt niður í 14 ár, sum roykja
hassj, sigur løgreglumaðurin.
Hann sigur, at hetta er
nakað, foreldur eru tilvitað
um, tí løgreglan fær javnan
fyrispurningar frá stúrnum
foreldrum, sum hava illgruna
um, at børn teirra eru endað í
rúsevnamisnýtslu.
- Tað er ein ómetaliga tór
før støða hjá foreldrum at
vera í. Løgreglan kann ikki
veita ráðgeving á hesum øki,
men vit leiðbeina fegin for
eldur um, hvaðani tey kunnu
leita sær hjálp og ráðgeving
og, hvat tey serliga skulu
hava eyguni eftir í sambandi
við atferð og annað, hjá børn
unum.
Hinvegin
er
løgreglan
eisini virkin í SSP, sum er
samstarv ímillum skúla, al
mannaverk og løgreglu og
í tí sambandi er løgreglan á
skúlum og greiður børnum
frá um rúsevni, rúsdrekka,
og onnur viðurskifti.
Á sama stigi
Men hóast ongar ábendingar
eru um, at nýtslan av rúsevn
um í Føroyum minkar, kun
nu vit hinvegin fegnast um,
at misnýtslan er heldur ikki
serliga høg aftur ímóti í øðr
um londum.
- Útfrá teimum tølum
og royndum vit hava, er tað
okkara meting, at misnýtslan
av rúsevnum ímillum før
oyskan ungdóm, er á leið á
sama stigi sum misnýtslan
ímillum ungdómin í okkara
grannalondum, sigur Mikkjal
Thomasen.
Hann staðfestir at spurn
ingurin um misnýtslu av rús
evnum er fyri ein stóran part
ein sosialur spurningur.
- Tí hava tey sosialu viður
skiftini, heimið og foreldrini,
skúli, frítíðarfelagsskapir og
sosialu sambondini annars
hjá teimum ungu, nógv tann
størsta týdningin fyri um
ung fella í misbrúk, ella ikki.
Mikkjal Thomasen held
ur, at ein orsøk til hetta er,
at bæði løgregla og tollvald
raðfesta bardagan ímóti rús
evnum rættiliga frammaliga.
Hinvegin staðfestir hann
eisini, at seinastu árini hevur
rúsevnasmuglingin til Før
oya verið merkt av, at hon er
betri skipað, enn hon hevur
verið og at tað í ávísan mun
eru professinell brotsmanna
lið, sum standa aftanfyri.
Í hesum sambandi er tað
staðfest, at danska rokkara-
harkaliðið
Hells
Angels,
hevur fyriskipað rúsevna
smugling til Føroya.
Effektivt eftirlit
Men løgreglumaðurin held
ur, at eini viðurskifti, sum
gera sítt til at halda nýtsluni
niðri, er at tollvaldið ger nógv
burtur úr at kanna ferðafólk
og post, sum kemur til land
ið og løgreglan er eisini farin
at raðfesta kanningar fram
maliga.
Eitt nú er løgreglan farin
at gera nógv burtur úr at
kanna, um bilførarar koyra
ávirkaðir av rúsevnum og
tað hevur longu elvt til fleiri
dómar og fer at føra til fleiri
dómar í næstum.
Men tað økta eftirlitið hev
ur eisini sum heild, ført til, at
fleiri fólk verða tikin fyri at
smugla og selja rúsevni.
Sjálvur
ivast
løgreglu
maðurin heldur ikki í, at ein
orsøk til, at misnýtslan ikki
er størri, er eisini tann at
rúsevni eru rættiliga dýr í
Føroyum.
- Sjálvandi ávirkar tað
nýtsluna, at prísurin í Føroy
um er einar upp til 10 ferðir
hægri enni Danmark, men
úrslitið av einum effektivum
eftirlitsarbeiði, er júst tað, at
útboðið er avmarkað og tað
trýstir prísin upp.
Afturúrsigld
Hinvegin
vísir
Mikkjal
Thomasen á, at í nógvum før
um er føroyska narkoreglan
alvorliga afturúrsigld aftur
ímóti løgregluni í okkara
grannalondum.
Hann hugsar um, at løg
reglan í Føroyum hevur nógv
verri heimildir at seta kann-
ingar í verk í sambandi við
rúsevnamál.
Hann vil ikki nágreina
hetta, men hann heldur av
gjørt, at hetta eru viðurskifti
har, føroyskir myndugleikar
áttu at arbeitt skjótari, fyri
at løgreglan í Føroyum kann
fáa somu møguleikar sum
løgreglan í okkara granna
londum hevur í stríðnum
ímóti rúsevnum.
Hóast
løgreglumaðurin
einki vil siga, kann staðfest
ast, at tað stendur í eini frá
greiðing frá rúsevnafundi
í Fólkaheilsuráðnum fyri
stuttum, at eitt av hesum am
boðum, sum stórur saknur
er í royndunum at basa rús
evnum í Føroyum, eru betri
heimildir at lurta eftir tele
fonsamrøðum.
Hetta er eitt ynski, sum
er fleiri ára gamalt og sum
eisini áður er umrøtt í
Sosialinum, men enn eru
neyðugu fyriskipanirnar ikki
settar í verk, so at tað ber til.
Bæði í bygd og í bý
Mikkjal Thomasen sigur, at
hóast Havnin er miðdepilin
í rúsevna umhvørvinum, eru
rúsevni allastaðni.
- Ofta koma fólk av bygd
til Havnar við tí fyri eyga at
útvega sær rúsevni, men vit
síggja eisini, at fólk fara úr
Havn, út á bygd í somu ør
indum.
- Men sum heild síggja
vit, at umhvørvið er rættiliga
samantvinnað og at tey, sum
eru í hesum umhvørvinum
kenna hvønn annan og hjá
løgregluni eru tað ofta tey
somu nøvnini, sum ganga
aftur og aftur.
Akkurát sum í øðrum
londum, er hassj nógv tað
vanligasta rúsevni í Føroy
um.
Men løgreglan leggur eisi-
ni hvørt ár hald á onnur evni.
Kortini hava vit ikki sæð
so nógv til ecstasy í sein
astuni, sum vit gjørdu fyri
nøkrum árum síðani, men
við jøvnum millumbili finna
vit eisini smáar nøgdir av
kokaini.
Síðsta summar fekk eitt
nýtt evni, ið nevndist Kro
kodil, nógva umrøðu, tí tað
er so sterkt, at tað etur mis
nýtaran upp eftir stutta tíð.
- Tað evnið hava vit tíbet
ur ikki sæð í Føroyum enn,
sigur Mikkjal Thomasen.
Og hann ivast eisini í,
hvussu stórur vandin fyri
hesum sermerkta slagi av
rúsevnum er í Føroyum.
- Tað eru ofta misnýtarar
nir, sum eru allarringast fyri
og sum eru heroinmisnýtar
ar, sum eisini fella til krokodil
og tað slagi av misbrúki hava
vit tíbetur ógvuliga lítið av í
Føroyum.
Hinvegin ásannar Mikkjal
Thomasen at eisini amfeta
min sæst í ávísum bólkum í
rúsevna-umhvørvinum
og
løgreglan leggur av og á hald
á størri og smærri nøgdir.
Hinvegin
órógvar
tað
hann, at tey finna meiri og
meiri av MDMA, sum er tað
virkna evnið í ecstasy.
- MDMA kann vera sera
ymiskt í styrki. Síðsta summ
ar legði løgreglan í Føroyum
hald á eina hampiliga stóra
Vit síggja
javnan 14 ára
gomul børn
taka rúsevni
RÚSEVNI Tað órógvar føroysku narkoløgregluna, at tað støðugt
legst til av blaðungum misbrúkarum og nú er eisini vanligari,
at føroyingar sjálvir eru farnir at framleiða rúsevni
Órógvandi gongd
- Tað er okkara meting, at misnýtslan av rúsevnum ímillum
føroyskan ungdóm, er á leið á sama stigi sum í okkara
grannalondum, sigur Mikkjal Thomasen hjá narkoløgregluni.
Men tað órógvar hann, at meiri er at síggja av rúsevnum,
sum kunnu vera lívshættislig í heilt smáum nøgdum