mánadagur 11. februar 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Føroyski marknaðurin fyri
rúsevni er so góður, at eisini
professionellir
brotsmenn
hava fingið eyguni upp fyri
okkum.
Tað
staðfestir
Kjartan
Dam Joensen, yvirtollari.
Hann
staðfestir
sam
stundis, at nøgdirnar av rús
evnum, sum tollvaldið og
løgregla leggja hald á, kvink
ar uppeftir.
Hinvegin ásannar hann
samstundis, at í Føroyum
eru tølini rættiliga smá, so
sveiggini kunnu vera rætti
liga stór frá ári til ár.
Hin møguleikin er eisini,
at eftirlitið er betri og at tað
eydnast tollvaldinum at fin
na fleiri og fleiri smuglarar.
Samstundis er tað eisini
greitt, at ikki øll rúsevni,
sum hald verður lagt á í Før
oyum, og sum síggjast aftur í
okkara hagtølum, eru til før
oyska marknaðin, men eru
ætlað at verða send víðari til
Ísland og Grønland, fyri at
nevna tvey dømi.
Væl útgjørd
Kjartan Dam Joensen, yvir
tollari, sigur, at tað er als ikki
óhugsandi, at ein orsøk til at
nøgdirnar av rúsevnum, hald
verður lagt á, kvinkar upp
eftir, er, at eftirlitið er batnað
og er vorðið effektivari.
Hann sigur, at seinastu
tíðina er tollvaldið blivið
væl útgjørt at basa rúsevna
smuglingini.
- Vit hava ein ungan hund,
vit fingu úr Noregi í fjør og í
næstu mánað fáa vit ein ung
an hund afturat.
Hetta eru hundar, sum
eru í fullgóðari venjing at
finna øll sløg av rúsevnum
og teir eru og verða til stóra
hjálp.
Somuleiðis hevur toll
valdið fingið røntgentól at
gjøgnumlýsa viðføri og farm
við og eisini tað hevur ver-
ið eitt sera hent amboð og
hevur avdúka smuglarar,
sum hava fjalt rúsevni, har
tað annars hevði verið sera
tórført, fyri ikki at siga,
ómøguligt at funnið.
Tollvaldið hevur eisini
atgongd til ferðafólkalistar
nar hjá Norrønu og Atlants
flogi so at tey alla tíðina sígg
ja, hvør ferðast aftur og fram
og kunnu leggja uppí, tá ið
okkurt tykist vera illgruna
vert.
- Tað gevur okkum eisini
nógv betri møguleikar at
leggja eftirlitið tilk rættis, tí
fyrr vistu vit ikki av ferða
fólki, fyrrenn tey stóðu á far-
støðunum.
Og so sigur Kjartan Dam
Joensen, at tollvaldið hevur
eisini onnur amboð, sum
hann ikki vil siga nakað um
alment.
- Men samstarvið við løg
regluna og flutningsfeløgini
er fyrimyndarligt og tað er
ein sera góð hjálp, ásannar
hann.
Hinvegin
leggur
hann
eisini afturat, at tað mesta,
sum verður smuglað til Før
oya, verður smuglað við
Norrønu og nakað eisini við
Atlantsflogi.
- Tað eru høvuðsleiðirnar
og av tí, at tær eru so
avmarkaðar, ger tað lutfals
liga lættari at forða fyri, at
rúsevni koma til landið, enn
tað er at forða fyri smugling
í øðrum londum, ferðslan
inn í landið er nógvar ferðir
størri og fjølbroyttari, sigur
Kjartan Dam Joensen.
Professjonellir
smuglarar
Men hinvegin er tað eisini
greitt, at støðan er nógv
broytt hesi seinastu árini,
sigur yvirtollarin.
- Fyrr vóru tað mest
misnýtarar og onnur fólk í
sjálvum rúsevnaumhvørvi
num í Føroyum, sum smugl
aðu rúsevni til Føroya.
Men tað er broytt, tí nú
hava eisini professionellir
brotsmenn fingið áhuga fyri
at smugla rúsevni til Føroya
at selja.
- Tað síggja vit á teimum,
vit taka fyri at smugla. Talan
er ikki um misnýtarar, men
um beinleiðis ørindafólk,
sum verða send til Føroya við
rúsevnum.
- Men tað førir so eisini
við sær, at talan er ofta um
fólk, vit ikki kenna og ofta
eru tað størri nøgdir, slík
sendiboð hava við sær.
Men vit vita eisini, at sum
mi av hesum sendi-boðum
hava beinleiðis tilknýti til
rokkara-harkalið í Danmark,
eitt nú Hells Angels.
- Sostatt er alt, sum
bendir á, at smuglingin av
rúsevnum til Føroya, verður
betri og betri skipað.
Samstundis verða smugl
ararnir meiri og meiri listi
lærdir.
- Í hesum sambandi hava
vit bæði funnið rúsevni, sum
er sveisað inn í eldsløkkjarar
og í akkumulatorum, fyri at
nevna tvey dømi um, hvussu
smuglarar royna at fjala rús
evni.
- Samstundis verður inn
vortis smugling alsamt van
ligari, við tað, at smuglarar
fjala rúsevni innan í sær.
Hells Angels selja
rúsevni í Føroyum
SMUGLING Føroyski marknaðurin
er nú so lokkandi, at eisini
professionellir brotsmenn hava
fingið áhuga fyri okkum
Tað er lógligt at flyta inn
hassjfræ til Føroya og
uttanlands eru tað seljar
ar, sum selja pakkaloysnir
við fræi, tøðum og øllum
øðrum, sum brúk er fyri.
Tað staðfestir Kjartan
Dam Joensen, yvirtollari.
- Á posthúsinum koma
vit javnan fram á slíkar
pakkar og tað er rættiliga
ørkymlandi at noyðast at
lata tað fara, tá ið vit vita,
at einasta endamálið er at
Dyrka plantuna og vin
na hassj burturúr, sigur
yvirtollarin.
Hann sigur, at hetta er
orsøkin til, at løgreglan
oftari og oftari kemur
fram á rættiligar hassj
plantasjur ymsastaðni í
landinum.
Løgreglan er komin
fram á rættilig vakstrar
hús, sum hava verið væl
fjald aftan fyri bókreolir
o.s.fr vísir ein frágreiðing
frá rúsevnafundi í Fólka
heilsuráðnum.
- Vit duga ikki at síggja,
at nøkur meining er í,
at tað skal vera loyvt at
innflyta
hassfræ,
sum
tað kortini ikki er loyvt
at brúka til nakað, sigur
Kjartan Dam Joensen.
Men hann sigur, at
nú verður arbeitt við at
broyta lógina, so at tað
eisini verður ólógligt at
flyta inn hassfræ til Før
oya og tað fegnast Kjartan
Dam Joensen um.
Gongst
sum
ætlað,
verður ikki leingi, til lógin
verður broytt.
Innflyta
lógligt
hassjfræ
til Føroya
So nógv kosta rúsevni í Føroyum
Í Føroyum eru rúsevni rættiliga dýr aftur ímóti í øðrum londum. Nevnast kann sum
dømi, at í Føroyum er prísurin á rúsevnum upp til 10 ferðir hægri enn í Danmark.
Hash:
250 krónur grammið, viðhvørt 300 krónur grammið
Skunk:
250 krónur gramið, viðhvørt 300 krónur grammið
Amfetamin:
600-800 krónur grammið
Kokain:
1200-1.600 krónur grammið
Ritalin:
100-300 krónur tablettin
Ecstasy:
3-400 krónur tablettin
MDMA:
1000 krónur grammið, tá ið tað er tynt.
Annars sigur løgreglan, at seinstu tíðina hava tey ikki sæð ikki líka nógv til ecstasy, sum tey gjørdu fyri nøkrum árum síðani.