Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen – Tað einasta rætta er at gera hassj lógligt at keypa. Tað heldur Carl August Arge. Hetta er eitt umstrítt sjón­ar­mið, sum gongur beint ímóti vanligari manna­ hugsan. Men Carl August Arge er rúsevnaviðgerðari og tað gera hansara sjónarmið enn meiri umstrítt og merkisvert. Hinvegin er hann ikki bangin fyri at ganga beint ímóti streyminum og hann heldur seg hava nógvar góðar grundgevingar í skjáttuni, sum tala fyri fríum hassji. – Eg ivist ikki í, at rákið er fram ímóti fríum hassji, tí hassj er ein veruleiki, vit ikki sleppa undan. – Veruleikin er, at tað er so lætt at fáa fatur á hassji, at í roynd og veru er longu talan um fría sølu, sigur hann. – Tey, sum vilja hava fatur á hassji fáa sum einki fatur á tí, tað, leggur hann afturat. Rúsevnaviðgerðarin held­ ur, at sostatt mugu vit stað­ festa, at forboðið hevur ikki virkað. – Men tað er einki nýtt, at for­boð ikki virkar. Vit hava havt rúsdrekkabann í Før­oy­ um, men tað fekk okkum ikki at leggja av. Og avleiðingarnar av forboðstíðini í USA, eru vælkendar. Øgiligar útreiðslur Carl August Arge staðfestir, at sum støðan er nú, hev­ur samfelagið als onki tamar­ hald ella eftirlit við rús­evna­ nýtsluni, staðfestir rúsevna­ viðgerðarin Tvørtur ímóti er tað ein veruleiki, at rúsevnasøla er fíggjarliga grndarlagið undir at kalla øllum brotsmanna­ virk­semi her um okkara leiðir. – Verður hassj gjørt lógligt, hevði tað í stóran mun trekt fíggjarligu tenninar úr Hells Angels og øðrum harkaliðum av brotsmonnum. – Samstundis fær samfel­ agið als onki yvirhøvur, burt­ ur úr handlinum við rúsevni, uttan trupulleikarnar og øgiligar útreiðslur til heilsu­ verk, almannaverk, tollvald og løg­reglu. – Samstundis sita nógv fólk í fongsli fyri lógarbrot, tey hava framt fyri at útvega pening til rúsevni. – Harafturat siga vit, at tað er ein sjúka at vera bundin at rúsevnum og niðurstøðan er sostatt í hesum føri, at vit seta fólk í fongsul, tí tey eru sjúk og spurningurin er, hvussu rætt tað er, heldur Carl August Arge. – Men hetta eru alt út­ reiðsl­ur, sum harafturat eru nyttu­leysar, tí tað gongur sjón fyri søgn, at forboðið og eftir­litið riggar ikki. Eftirlit og skipað søla Carl August Arge tekur held­ ur undir við, at vit skulu meta hassj á sama hátt, sum rús­drekka. – Rúsdrekka hevur nógv­ ar keðiligar avleiðingar. Men hinvegin hava vit eina skip­ aða rúsdrekkaølu, sum er und­ir strongum eftirliti. – Eftir mínum tykki eiga vit at at skipa søluna av hassji á sama hátt, sum vit selja rús­drekka. Við øðrum orð­um skulu vit selja hassj í nøkr­um fáum úrvaldum handl­um. – Mátin, vit hava skipað okkara rúsdrekkasølu uppá, eigur at verða ein góð fyri­ mynd fyri, hvussu vit kunnu skipa eina lógliga sølu av hassji upp á, tí í nógvar mátar er tað ein góð skipan. – Samstundis hevði tað gjørt tað møguligt at tryggja dygdina á tí hassji, sum verð­ ur selt. – Tað er ongin vørulýsing á tí hassji, sum verður selt á svarta marknaðinum, men varð tað selt í úrvaldum handl­um, hevði borið til at sett góðskukrøv til vøruna. – Samstundis kundi lands­ kassin fingið inntøkurnar av mvg øðrum avgjaldi av eini skipaðari hassjsølu. – Hesar inntøkurnar kundu so heilt, ella partvís, verði brúktar til at rinda fyri tey skaði­ligu árini, nýtslan av hassji og øðrum rúsevnum, hava. Rúsevnaviðgerðarin sigur, at lyklaorðið er eftirlit og skipað søla. Hann staðfestir eisini, at tey brotsmannalið og ein­ stak­lingar, sum selja hassj, selja eisini onnur rúsevni, sum eru nógvar ferðir sterk­ ari og hættisligari. – Tískil er tað so skjótt, at tey, sum koma í klørnar á hesum harkaliðum, eisini verða freistað av øðrum rús­ evnum. – Verður hassj selt lóg­ligt í ávísum handlum, høvdu høvdu fólk sostatt í stór­ an mun sloppið undan at verða freistað av øðrum rús­ evnum. Samstundis er Carl August Arge sannførdur um, at verður hassj lógligt, hevði tað ikki ført til meiri nýtslu. Kortini leggur hann dent á, at sjálvandi snýr tað seg um at geva teimum ungu so mikið gott í beinið, at tey ikki fáa hug at royna rúsevni. Mugu liva við tí Carl August Arge heldur, at vit mugu læra okkum at liva við, at hassj er ein partur í sam­felagnum og at tað verð­ ur brúkt. Tað hevði gagnað okkum betri, heldur enn bara at taka ta løttu støðuna og krevja, at tað skal vera bannað, tí tað førir ikki til nakað. Nú sigur tú, at tú væntar ikki, at nýtslan hevði vaksið, hevði hassj verið frítt. Annars verður ofta sagt, at tess lætt­ ari rúsdrekka, sigarettir, ella onnur evni, eru at fáa fatur á, tess meiri verður brúkt. Hvussu hongur tað saman? – Ja, men støðan er nett­ upp tann í dag, at tað er so lætt at fáa fatur á hassji, at í roynd og veru er talan um fría sølu. Avleiðingarnar av at hava ein svartan marknað eru bara so syndarligar aftur ímóti, hvussu støðan hevði verið, høvdu vit havt eina lóg­liga, men skipaða sølu. Hann sipar til, at ikki bara eru tað professionell brots­mannaharkalið, sum ríkað seg upp av rúsevnum og so­statt eisini fáa fíggjað ann­an kriminalitet. Men mis­ brúk­arar enda eisini sjálvir í kriminaliteti og skøkju­ levnaði fyri at fíggja sítt egna mis­brúk. – Sjálvandi eru tað nøkur, sum verða misbrúkarar, men øll eru samd um, at við­víkj­ andi rúsdrekka, er støðan bliv­in frægari, síðani vit fingu Rúsuna. Og eg haldi, at gjørdu vit hassj lógligt, hevði gongd­in verðið tann sama. Carl August Arge stað­ festir, at úti í verðini er rákið fram ímóti, at hassj verður lógligt. Tað er longu lógligt fleiri staðni og aðrastaðni er tað loyvt sum heilivágur. Hinvegin heldur hann eisini, at tað er lítið sannlíkt, at føroyingar kunnu gera tað einsamallir, tí tað kann føra til hassj-ferðavinnu og tað kunnu vit heldur ikki áhug­ að í. Heldur sær hann hetta sum eitt altjóða átak, ella í minsta lagi eitt felags, evrop­ iskt átak. aki@sosialurin.fo Hassj skal vera lógligt at keypa RÚSEVNI Vit mugu læra okkum at liva við, at hassj er ein partur av lívinum, heldur Carl August Arge, sum hevur fólk í viðgerð fyri rúsdrekka og rúsevni Nyttuleyst forboð Forboð ímóti hassj nyttar onki, tí tað er so lætt at fáa fatur í, at í roynd og veru er talan um fría sølu, sum samfelagið ongar inntøkur fær burturúr, uttan eina øgiliga rokning til heilsuverkið, almannaverkið og viðgerðarstovnar, sigur Carl August Arge, sum sjálvur er rúsevnaviðgerðari og ráðgevari Verður hassj selt lógligt í ávísum handlum, høvdu fólk sostatt í stóran mun sloppið undan at verða freistað av øðrum rúsevnum Átta uppskot til ársins fyrstahjálpara. Í ár hevur Reyði Krossur í Føroyum fingið átta uppskot um, hvør skal vera ársins fyrstihjálpari 2012. Talan er bæði um einstaklingar og bólkar, sum, á serligan hátt, hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Avdúka ársins fyrstahjálpara. Klokkan 15 í morgin, hósdagin, verður avdúkað, hvør er ársins fyrstihjálpari í 2012. Tað fer fram á almennari samkomu í hølunum hjá Reyða Krossi í Vágsbotni. Av teimum átta, sum eru í uppskoti, eru trý tilnevnd og á samkomuni verður avdúkað, hvør fær heiðurin. Vinnarin fær heiðursbræv frá Reyða Krossi og eina peningagávu.