Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Kanska littur pávi. Stutt eftir, at Benedikt XVI boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær, lótu veddingarfyritøkurnar upp fyri peningaspæli upp á hvør verður hansara eftirmaður. Favorittarnir higartil eru tveir afrikanarar. Hendir tað, er tað fyrstu ferð síðani 400-talið, at ein pávi er littur. Tiga um hassjplantaguna. Um vikuskiftið fann narkopolitiið eina ta størstu hassjplantaguna nakrantíð í Føroyum. Men ikki eitt orð um, hvar hon er funnin. – Mon ikki vit hava eina orsøk, einki at siga um tað, sigur Linda Hesselberg. Leo Poulsen – Dagurin í dag er góður. Tað lýsir í eystri, og sólin hevur hug at stíga fram, og eg haldi, at dagurin er rættiliga væl vald­ur, tí hann lýsir kanska støð­una hjá teimum, sum hava sálarsjúku. Soleiðis byrjaði Annika Olsen stuttu røðuna, hon helt í sambandi við at spakin varð settur í fyri nýggja sam­ býlinum fyri sálarsjúk. – Tey eru vøkur og hava nógv potentiali og nógvar møguleikar fyri at menna sín­ar førleikar. Kanska er teirra sinn í óró viðhvørt, men tey eru framvegis fan­ tast­isk menniskju, segði Annika Olsen. Hon vísti á, at tað júst er uppgávan hjá politikarunum at skapa møguleikar og at skapa karmarnar so góð­ar sum gjørligt, so tey sálar­ sjúku kunnu menna sínar før­leikar. – Hesin dagurin er fyrsta stigið á leiðini at skapa nøkt­andi karmar fyri tey sálar­sjúku í Føroyum, segði Annika Olsen. Hon nýtti eisini høvið at takka Tórshavnar kommunu fyri gott samstarv, og síð­ani setti hon seg upp í broyt­ ina og gravaði fyrstu mold­ rúgvuna til stóra fragd fyri tey rættiliga mongu, sum vórðu komin saman at upp­ liva hesa løtuna. Eisini Svenning av Lofti nýtti høvið at takka fyri, at spakin endiliga er settur í. – Eg sigi sum Tummas í Halgu­bók, eg trúgvi tí ikki, fyrr enn eg síggi nagla­ merkini. Eg trúgvi tí ikki, fyrr enn spakin er settur í, segði Svenning av Lofti. Tað var ein heldur rákaldur týsmorgun, og alt liðið flutti seg oman í móttøkuhøllina á Landssjúkrahúsinum, har nærri varð greitt frá um heildar­ætlanina hjá Tórs­ havnar kommunu og frá sjálv­um byggjarínum av sam­býli til sálarsjúk. leo@sosialurin.fo Dagurin lýsir tey sálarsjúku Annika Olsen loysti týsdagin fyrsta bøkkin í sambandi við bygging av sambýli til fólk við sálarsjúku Annika Olsen ikki bert loysti fyrsta bøkkin við spakanum, hon fór sjálv upp í broytina og gravaði fyrstu moldrúgvuna Myndir: Álvur Haraldsen Leo Poulsen Tað var talan um játtanar­sak, tá ein ungur maður týs­dag seinnapart var fyri í rætt­inum, ákærdur fyri at royna at smugla hassj til Før­oya í tveimum um­før­um. Fyrru ferð var í juli 2010, tá hann hepn­aðist at smugla 80 gramm av hassj við Norrönu. Hann var kallaður til viks av tollvald­inum, sum bað um at síggja í taskuna hjá honum. Tað fingu teir loyvi til, men teir bóðu hann ongantíð um at taka kepp­in av, og undir honum hevði hann goymt hesi 80 gramm­ini av hassji. Seinasta mikudag kom mað­ urin við flogfari úr Keyp­manna­ havn, og uppi á sær – í skógnum og undir­buks­unum – hevði maðurin goymt 299,5 gramm av hassji. Hann greiddi í grund­lógar­ avhoyring frá, at hann var farin av land­inum 1. februar við morgun­ flog­far­inum, og so hevði hann verið í Keyp­mana­havn nakrar dag­ar, har hann bara válaði runt í býnum. Hann var fleiri ferðir úti á Christiania og prátaði har við fólk. Hann spurdi seg so fyri, hvat 300 gramm av hassj kostaðu og fekk prísir heilt frá 15.000 upp í 30.000 krónur. Dagin áðrenn hann kom heim aftur til Føroya hevði hann tó fingið ein so góðan prís sum 6.000 krónur. Hann hevði bert 2.500 krónur uppi á sær, og slapp við at rinda tað, og skuldi so rinda restina, tá hassjið var selt. Hann helt, at tað fór bara at taka honum ein tíma at sleppa av við hassjið, so tað var lættliga klárað. Hann metti, at hann kundi selja hassjið fyri 250 krón­ur grammið, sum hevði merkt ein søluprís á 75.000 krónur. Maðurin segði, at hann ætlaði bert at selja helm­ingin, hin helmingin ætlaði hann at brúka sjálvur. Tá tær írestandi 3.500 krón­ urnar vórðu goldnar, hevði mað­ urin sitið eftir við ein­um vinningi á 34.000 krónur. Ákæruvaldið kravdi mann­ in dømdan í fimm mán­aðir, har av teir 60 dagarnir skuldu verða treyta­leys­ir. Verjin metti, at 50 dag­ar var meira pass­andi. Dómarin valdi at fylgja verj­ anum og døma mann­in 50 dag­ar í fongsul. Hann hevur sitið 6 dagar av­byrgd­ur, og tað er ógreitt, um hesir dag­arnir eru íroknaðir. Hald varð lagt á tey 299,5 gramm­ini av hassj og inn­ball­ ingina, og hartil skal tann dømdi rinda fyri sakar­máls­kostnaðin. Maðurin valdi ikki bert at taka vikð dóminum, hann tók eisini í hondina á bæði dómara og ákæra og takkaði teimum fyri rættvísan dóm. leo@sosialurin.fo 50 dagar fyri hassjsmugling Seinasta mikudag tók tollvaldið á flogvøllinum í Vágum ein ungan mann, sum royndi at smugla 299,5 gramm av hassji til Føroya, og í týsdagin fall so dómurin