Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Elis og lurtararnir Útvarpsmaðurin Elis Poulsen greiðir frá løtum í luftini saman við lurtarum Høgni skrivar klummu Høgni Djurhuus skrivar hvørja viku klummu í Vikuskifti. Undir heitinum Umafturafturum hugleiðir hann um aktuell og ævigtaktuell mál og viðurskifti. Konsertir í grannalagnum Stórar konsertir verða hildnar í býum, sum tað er lætt at ferðast til úr Føroyum – eitt nú verður Rihanna í Bergen Góð ráð Í Vikuskifti geva vit tips um móta, bøkur, filmar, lívsstíl, innbúgv og annað. ...fríggjadagin 15. februar 2013 Vit kunnu siga, at møbla­ sølan Eikin vísir enn eina­ ferð sín krea­tivitet. Fyrst var tað eitt gamalt spinnarí, sum var gjørt til ein hugnaligan hand­il, og nú er tað gamla kenda politi­støðin, ið er vorð­in ein lit­ríkur og inn­ bjóð­andi hand­il. Í fjør bleiv politistøðin seld, og leygardagin 16. febr­uar letur møblasølan Eik­in ein handil upp har. Talan er um ein mo­dern­ aðan handil við barna- og ungdómsmøblum, seingja­ loysn­um, madrassum og sovi­sofum. Eisini verða tremmu­sengur seldar í gomlu arrestini. Stór møblaútsøla á ovastu hæddini Sjálvur handilin er í mið­ hædd­ini á politistøðini, og í ovaru hæddini er útsøla við nógvum ymiskum vørum. Um vikuskiftið verður ein stór møblaútsøla á ovastu hæddini við møblum, m.a. fram­sýningamøblar og møbl­ar við smærri snuddi, ið verða seldir við avslátti. Eikin varð upprunaliga stovnað fyri 15 árum síðan við tí endamáli at bjóða før­ oy­ingum dygdarmøblar fyri rími­ligan kostnað. Stóra vøru­úrvalið hjá Ekini ger, at brúk er fyri meira plássi til at sýna allar vørurnar fram. Opið fongsul og pylsuvognur – Vit eru sera spent upp á at lata dyrnar upp á gomlu politistøðini og sýna okk­ ara vørur fram har. Leyg­ ar­dagin og sunnudagin verða ókeypis pylsur at fáa, og fólk kunnu ganga sær ein túr runt í hús­in­um og síggja, hvussu um­støð­urnar hava verið í fongsl­in­um. Tey, sum ikki hava sæð gomlu fongsulsklivarnar inn­an­ í­frá fyrr hava nú møgu­ leikan, sigur Tummas Jákup Høj, stjóri á Eikini í Jónas Broncks­gøtu. Litríkur handil á gomlu politistøðini Leygardagin verður høvi hjá øllum – sum ikki hava roynt tað áður, at síggja fongulsklivarnar innanífrá. Tí tá letur møblasølan Eikin upp ein handil við ungdóms- og barnamøblum í litríkum umhvørvi á gomlu poilitistøðini í Jónas Broncksgøtu Leo Poulsen Tey høvdu verið par, hóast bæði vóru gift - tó ikki við hvør­øðrum. Men hetta end­ aði fyri einum fimm árum síðani, og tað hevði maðurin ilt við at góðtaka. Tey bæði búgva á somu oyggj, men tó ikki í som­um bygd, og sambært ákær­un­ um hevur maðurin áhald­ andi ringt og sent smsboð til kvinnuna. Hetta førdi til, at maðurin í mars 2012 fekk bót fyri ikki at halda polititilhaldið, og í gjár sat hann so aftur í rættinum, ákærdur fyri somu brot. Hann hevði í politi­frá­ greið­ing­unum viðgingið mót­vegis politinum, at hann hevði sent hesi smsboð og at tað var hann, ið hevði ringt til kvinnuna, men í rætt­in­ um hevði pípan fingið eitt annað ljóð. Nú segði hann seg ikki hava sent sms og ringt, og hann mintist einki til, at hann hevði viðgingið hetta fyri politinum. Maðurin var ákærdur fyri seks viðurskifti, og í øllum førunum noktaði hann seg sekan í rættinum. Hann dugdi ikki at siga, hvussu hesi sms vóru send frá hansara telefon, og hví ringt var við bæði fastnet tele­fonini og fartelefonini, men helt, at tað mundu vera vin­menninir, ið høvdu spælt honum eitt puss. Órættaða kvinnan var eisini førd sum vitni, og hon greiddi frá, at hon so at siga ongantíð hevði tosa við mannin, tá hann ringdi. Antin tók hon ikki tele­fon­ ina, ella legði hon hana bara á borðið. Í fleiri førum hevði hon tikið mannin upp á band, og fleiri av hesum brotunum vórðu spæld í Føroya Rætti. Maðurin noktaði fyri, at talan var um hansara rødd, hóast ákærin meinti, at tað vóru ógvuliga líkar røddir, talan var um. Órættaða kvinnan greiddi eisini frá, at ákærdi maðurin eisini hevði sent smsboð til mann hennara og børnini, og í teimum var hon kallað bæði eitt og annað. Ákærdi maðurin frásegði sær rættin til at hava ein sak­førara at verja seg, tí teir vóru so dýrir. Tá rættarfundurin end­ aði, lovaði maðurin bót og betring, og segði seg sjálv­ an vera keddan um tað heila. Hann segði, at hann var fullur, tá hann ringdi og sendi sms, og at hann angr­ aði dagin eftir, men tá var jú ov seint. Dómur fellur seinni í mál­inum. Forfylging kann kosta 40 dagar Týsdagin fyrrapart var ein maður ákærdur í Føroya Rætti fyri at hava brotið eitt polititilhald móti einari kvinnu