fríggjadagur 15. februar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
2
Sosialurin
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen
Tíðargrein síða 15
Vinstra
hellingin
en bloch?
Annika Sølvará
Eygamálið síða 14
Komm-
on at-
takka!
Í Føroyum síggja vit javnan tann
trupulleika, at tá stórar politiskar
avgerðir skulu takast, so stara fólk
seg blind upp á ávísar verkætlanir.
Eitt dømi um tað er Skálafjarðar
tunnilin.
Í blaðnum í dag lýsa vit eina alt
ernativa ætlan til hesa ætlan, Hetta
eru ikki nýggir tankar, men nátúr
ligir spurningar at seta sær – tí at
júst ætlanin um Skálafjarðartunn
lin kanska ikki neyðturviliga er
tann besta fyri alt landið.
Í mun til aðrar verkætlanir so
sum Vágatunnilin, Norðoyatunnilin
og fyri so vítt eisini ætlaða Sandoy
artunnilin, so vóru eingi alternativ
til tær ætlanirnar. Men vit hava jú
eina landfasta farleið millum Havn
ina og Skálafjørðin. Hóast hon er
drúgv, so eru eisini aðrar alterna
tivir møguleikar, enn ein beinleiðis
farleið millum Havnina og Toftir.
Og hvør sigur, at tað samfelagsbú
skaparliga hevur størri týdning at
brúka eina milliard til hesa farleið,
heldur enn aðrar farleiðir, sum
kanska gagna fleiri øðrum økjum –
og sum eisini gagna sambandinum
millum Skálafjørðin og Havnina,
um enn talan hevði verið um eina
eitt sindur drúgvari farleið.
Tað er júst tað, sum Frank Han
sen vísir á í blaðnum í dag.
Vit kunnu skjótt gerast samd um,
at lítið alment kjak hevur verið um
hesa ætlan. Tað er rættiliga
áhugavert, so sum Frank
Hansen vísir á í greinini í
blaðnum í dag, at almennu
Føroyar í avtaluni við priv
ata felagið, sum skal gera
Skálafjarðartunnilin, binda
seg til ikki at gera ábøtur
ella alternativar ætlanir
næstu 30 árini. Við hesum
er landið bundið á hondum og fót
um til privata felagið.
Málsgongdin í hesum máli hevur
verið áhugaverd. Tá John Johannes
sen var landsstýrismaður var hend
an verkætlanin niðurraðfest. Hann
var ikki so heitur fyri privatu ætl
anini. Men nú tá ein lokalpolitikari
úr økinum kom í landsstýrissessin,
so tykist alt leyst og liðugt at seta
privatu verkætlanina í gongd.
Hetta
skurrar.
Skal
tað veruliga verða so, at
vit skulu gjalda yvir eina
milliard fyri at Kári P. Høj
gaard, Alfred Olsen, Bill
Justinussen, Helgi Abra
hamsen og Rodmund Niel
sen sklu hava stytri veg at
koyra til Havnar?
Framtíðar samferðslu
útbyggingar skulu byggja á tryggari
tryggar grundarlag enn tað.
Avgerðir í óðum verkum
Mang umbroytist á mansins
ævi. Meðan Miðflokkurin
hevur havt sum stavnhald at
vísa øðrum, hvussu nógv bet
ur samband fólkini í flokki
num hava við Várharra enn
hinir syndararnir her á fold,
og meðan gamla Sjálvstýri
altíð hevur verið ímyndin av
fínkulturinum í Føroyum, so
hava nøkur oddafólk í hesum
flokkum fullkomiliga lagt á
annan bógv.
Ein nýggjur spíri hjá
Miðflokkinum er Arnfinn á
Birtuni. Hann slapp at sita
til háborðs saman við sjeriff
inum og læknanum og sang
aranum til síðsta løgtingsval,
og hann varð borin fram sum
eitt av høvuðsvalevnunum
til býráðsvalið í november.
Hesin miðfloksspíri gong
ur nú á odda í stríðinum til
tess at fáa frítt hassj í Føroy
um.
– Eg royki ikki hassj long
ur – sum so, segði hann við
útvarpið.
Miðfloksspírin heldur, at
vit ikki skulu stigmatisera
fólk, sum bara hava tað til
felags, at teimum dámar
væl at roykja hassj.
Ein oddamaður í gamla
Sjálvstýrinum, Carl August
Arge, sum eisini er
rúsevnaráðgevi,
mælir beinleið
is til, at vit gera
hassj frítt í Før
oyum.
–
Jamen
kæru
menn.
Tað er so líkatil:
– Miðflokkurin eigur heils
-umálaráðharran, og gamla
sjálvstýrið eigur løgmálaráð
harran.
Nú vita vit ikki ordiliga,
hvussu »frítt hassj til fólkið-
politikkurin« sampakkar við
linjuna hjá Jørgen Niclasen,
sum Miðflokkurin sjálvboðin
hevur lagt seg undir.
Men okkurt bendir á, at
nýggi spírin hjá Miðflokki
num hevur misskilt okkurt
grundleggjandi, um hann
veruliga heldur, at fólk ikki
skulu stigmatiserast – og at
hann kann arbeiða fyri tí í
Miðflokkinum.
Men viðhvørt blæsa nýgg
ir vindar úr óvæntaðum ætt
um...
Uppskotið
hjá
Jóannes
Eidesgaard um at Javnað
arflokkurin og Tjóðveldi
skipa ein reyðan blokk og
fara til val saman til næsta
val tykist ikki at falla í góða
jørð hjá øllum.
Javnaðarformaðurin,
Aksel V. Johannesen, helt
hetta ikki vera eitt gott hug
skot, tí hann vil ikki útihýsa
Sambandsflokkin.
Aksel
heldur, at um hann ikki fær
rikið Sambandsflokkin aft
ur á sosial-liberala sporið,
so ber kanska til at ræna
nakrar atkvøður frá flokk
inum.
Høgni Hoydal hevur í
eina heila viku ikki vlijað
savarað uppá, um Tjóðveldi
eins og Javnaðarflokkurin
vil avskriva alt samstarv
við Fólkaflokkin.
Men tað kunnu vit svara
fyri Høgna, at tað fer hann
ikki at gera. Hjá Tjóðveldi
num at avskriva samstarv
við Fólkaflokkin er sum at
rykkja teppið undan Tjóð
veldinum – og fullveldis
dreyminum.
Men er Aksel ikki samdur
við Jóannes, so er ósemjan
innanhýsis í Javnaðarflokk
inum størri. Fyrrverandi
sambandsmaðurin,
Ger
hard Lognberg, vil ikki vita
av Tjóðveldinum. hann vil
samstarv við Fólkaflokkin.
Tey ungu í Javnaðar
flokkinum halda við for
manninum.
– Men summasummar
um um reyða blokkin hjá
Eidesgaard er heldur eitt
klútateppi, tí sambært ymsu
útsøgnunum eru møguleik
arnir hjá Javnaðarflokki
num fyri samstarvi um nýtt
landsstýri hesir:
Fólkaflokkur, Sambands
flokkur, Sjálvstýrisflokkur,
Tjóðveldi,
Miðflokkurin,
Framsókn – og Janus...
Klútateppi heldur
enn reyðan blokk
Skulu vit gjalda eina milliard
fyri at stytta vegin hjá Kára Post?
Miðflokkur og gamla
Sjálvstýri klárir til frítt hassj?