fríggjadagur 15. februar 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Langhylur á
djúpum vatni
Vindmylla
sum eitt
alternativ
Leo Poulsen
SEV ger í løtuni eina grein
ing av, hvussu skilabest er at
útbyggja elnetið í landinum,
har undir, hvussu Suður
oyggin frameftir skal verða
veitt el.
– Hetta er ein greining,
sum vit gera í løtuni, og sum
skal verða liðug í ár, sigur
Hákun Durhuus, stjóri í SEV.
Spurningurin
er,
um
skilabest er at leggja kaðal
úr meginøkinum og suður í
Suðuroynna, ella fíggjarliga
besta loysnin er, at byggja El
virkið á Oyrunum í Vági út.
– Motorarnir á Sundsverk
inum hava eina ávísa livitíð,
og hon nærkast endanum,
og tí gevur tað meining av
hyggja at Suðuroynni, sam
stundis sum hugt verður eft
ir útbyggingini á Sundi, sigur
Hákun Djurhuus.
Hetta við at knýta Suður
oynna upp í meginøkið er ikki
nakar heilt nýggjur tanki, tí
møguleikin hevur verið um
røddur í frágreiðingum frá
SEV fyrr. Men undir øllum
umstøðum verður Elverkið í
Vági ikki heilt niðurlagt.
– Vit skulu undir ølum
umstøðum hava eina back-
up skipan, og í hvussu er skal
oljan í tangunum verða hildin
lunkað. Men um talan verður
um nakran avlopshita, dugi
eg ikki at siga á standandi
fót, sigur Hákun Djurhuus.
Talar fyri kaðali
Stóra vindmylluætlanin, sum
skal fremjast í Húsahaga,
talar fyri, at tað helst verð
ur skilabest at leggja kaðal
suður í Suðuroynna. Tí illa er
hugsandi, at ein vindmyllu
park eisini verður sett upp í
Suðuroynni.
Umvegis kaðalin ber til at
veita vindorku til Suðuroynna,
men tað er kortini eingin av
gerð tikin um hetta enn.
– Kanningin skal eisini
greina, í hvønn mun økti
tørvurin í Suðuroynni best
kann nøktast. Tað er serliga
nýggja
uppsjóvarvirkið,
Varðin Pelagic, ið hevur økt
um orkutørvin, sigur Hákun
Djurhuus.
Tað er eisini eitt ávíst
tíðartrýst á útbyggingini,
men neyðugu atlitini skulu
kortini takast.
– Tað er greitt, at vit ikki
kunnu taka atlit til ætlaða
langhylin í Vági. Hinvegin lata
vit sjálvandi langhylinum
avlopshitan, um har verður
nakar. Men tað verður undir
øllum umstøðum samlaða
fíggjarliga og tøkniliga úr
slitið av kanningini, sum
verður avgerandi fyri, hvørja
loysn vit velja, sigur Hákun
Djurhuus, stjóri á SEV.
Leo Poulsen
John Henrik Holm er ein av
stigtakarunum til langhylin
í Vági, men hann kennir ikki
til ítøkiligu kanningina hjá
SEV um at leggja kaðal frá
meginøkinum til Suðuroy
ar.
– Undir øllum umstøðum
er tað nakað, sum tekur tíð.
Arbeiðið skal projekterast
og útførast, so eg rokni ikki
við, at tað ávirkar okkara
verkætlan fyrstu tíðina, sig
ur John Henrik Holm.
Hann sigur, at tá teir
kenna ætlanirnar hjá SEV,
taka teir tað harfrá.
– Eg eri ikki bangin fyri, at
ein kaðal til Suðuroyar skal
forkoma langhylsætlanini.
Vit hava havt møguleikan
fyri at byggja eina vind
myllu, og harvið generera
okkara egnu orku, uppi at
venda. Men so skjótt vit vita
meira, hava vit eisini betri
møguleika at taka støðu
út frá, sigur John Henrik
Holm, ein av stigtakarunum
í stuttari viðmerking.
ORKA SEV greinar í løtuni elnetið í sambandi við neyðugar útbyggingar,
og kanningin, ið skal verða liðug í ár, skal fáa greiði á, um kaðal skal
leggjast til Suðuroyar, ella Elverkið á Oyrunum í Vági skal byggjast
út. Verður fyrra loysnin vald, kann hetta forkoma langhylsætlanini
ORKA Oddamaðurin fyri lang
hylinum í Vági kennir einki ítøki
ligt til kanningarnar hjá SEV,
men hann roknar undir øllum
umstøðum við, at byrja við av
lopshita frá Elverkinum í Vági
Leo Poulsen
– Eg skilji ikki spurningin!
Soleiðis svaraði Dennis
Holm, borgarstjóri í Vágs
kommunu, tá hann varð
spurdur, hví neyðugt var hjá
Vágs býráð í skundi at játta
600.000 krónur til langhylin.
Fyrihildin, at landið jú hev
ur játtað fýra milliónir krónur
til hylin, og hví iki varð trekt
upp á hesar pengarnar, svar
aði borgarstjórin, at langhyl
urin kostaði mangt slíkt.
– Tað er nógv meiri pening
ur, enn landið hevur játtað, ið
skulu til, sigur Dennis Holm.
Tað er flestum kunnugt,
at SEV umhugsar framtíðar
orkuveiting til Suðuroyar, og
valið stendur í løtuni mill
um ein kaðal ella at byggja
elverkið í Vági út. Men
tað hevur onga ávirkan á
ætlanirnar hjá stigtakarun
um fyri langhyl - ella fyri
borgarstjóran.
– SEV hevur hundraðtals
ætlanir, og verri enn so allar
verða førdar út í lívið, so tað er
ikki nakað vit kunnu ganga og
konkludera við, sigur Dennis
Holm.
Hetta hóast øll verkætl
anin er grundløgd á ta stað
festing, at allur avlopshitin frá
elverkinum í Vági fer til spillis,
og tí kundi hita langhylin upp
ókeypis.
– Vísir tað seg, at eingin
avlopshiti fæst frá SEV, seta
vit bara eina vindmyllu upp,
sigur Dennis Holm.
Dennis
Holm
upplýsir
annars, at hann ikki var til
staðar, tá Vágs býráð viðgjørdi
eykajáttanina til langhylin.
Skilir ikki spurningin
ORKA – SEV hevur nógvar ætlanir, og vit
kunnu ikki bíða eftir, hvat tey gera ella ikki
gera, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági
og ein av stigtakarum til langhylin.
Grøn multihøll
Tá farið verður undir at byggja eina svimjihøll er tað ikki bara byggikostnaðurin,
sum er ein avbjóðing, men kanska serliga rakstrarkostnaðurin, tá høllin er liðug.
Høvuðsorsøkin er, at svimjihylar sum heild eru dýrir at reka – tað er dýrt at hita upp
vatnið í svimjihylum – og 50 m. svimjihylar eru sjálvsagt væl dýrari at hita upp enn
teir 25 m. svimjihylarnir, sum vit hava í Føroyum í dag. Hesin veruleiki er helst eisini
størsta orsøkin til, at tað eru so fáir svimjihylar í Føroyum í dag og at ongin 50 m.
svimjihylur er her á landi.
Í Vági er tó ein gyltur møguleiki fyri at sleppa undan júst hesari forðing. Á
elverkinum hjá SEV í Vági er dagliga ein stór avlopsorka, sum ikki verður brúkt.
Avlopsorkan rennur á sjógv (kølivatn frá motorunum) og guvar upp gjøgnum
skorsteinarnar. Tekniskt er dýrt at endurnýta avlopshitan frá skorsteinunum,
meðan tað er einfalt at endurnýta heita kølivatnið frá motorunum til at hita upp
multihøllina.Avlopshitin frá elverkinum hjá SEV í Vági nøktar tørvin at hita upp
sjálvan svimjihylin. Hartil verður sett upp skipan, at hita upp vatnið til brúsur og
vatn annars til kravdu hitastigini.SEV hevur víst verkætlanini við einari Grønari
Multihøll á Oyrunum í Vági stóran áhugað og hevur verið sera jalig um verkætlanina
at verkæltanin kann brúka avlopshitan frá Vágsverkinum.
Av heimasíðuni svimjihollin.com, ið er ein lýsing av multihøllini við 50 m hyli, ið
ætlanin er at byggja í Vági.
FAKTA