fríggjadagur 15. februar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Setanarøkið
Gransking og undirvísing í móðurmálsnámsfrøði og móður-
málsundirvísingarfrøði er nýggj vísindagrein á Fróðskaparsetr-
inum. Vísindagreinin verður knýtt at undirvísingini í føroyskum
máli í útbúgvingunum til námsfrøðing og til fólkaskúlalærara.
Tann, ið fær starvið, fer eisini undirvísa í øðrum útbúgvingum á
megindeildini.
Hara?urat skal tann, ið fær starvið, taka lut í menningini av
móðurmálsnáms- og undirvísingarfrøði í útbúgvingunum á
Setrinum til lærara í miðnámsskúlum og hægri lestri.
Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki
umsøkjarans í samstarvi við ta mál- og námsfrøðiligu
gransking, sum er á megindeildini.
Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í
starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi
granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað gransk-
ingarevni, og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva
ph.d.-ritgerð kunnu eisini søkja starvið.
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat-
Adjunktstarv í móðurmálsnámsfrøði
og -undirvísingarfrøði
Starvið er eitt granskingar- og undirvísingarstarv. Setanarøkið er Megindeildin fyri hugvísindi,
samfelagsvísindi og námsvísindi i á Fróðskaparsetrinum.
ella masterútbúgving. Umsøkjarar, sum hava undirvísingar-
royndir á universitetsstigi og kunnleika til fólkaskúlan og
námsfrøðiliga økið, hava fyrimun.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir
útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av
granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir
framda undirvísing saman við viðmæli og e?irmetingum um
tær eru til taks.
Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja
við, og í mesta lagi 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans
skulu leggjast við umsóknini.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt og í fýra
eintøkum á pappíri.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við „Reglugerð fyri størv á
Fróðskaparsetri Føroya“. Løn og starvstreytir eru sambært
sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Freist
Umsóknarfreist er mánadagin 25. februar 2013.
Umsóknir skulu sendast til
umsokn@setur.fo ella
Fróðskaparsetur Føroya, Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14, Postrúm 272, 110 Tórshavn
Nærri upplýsingar fáast hjá rektara Fróðskaparsetursins,
Sigurði í Jákupsstovu, sigurdj@setur.fo og Maluni Marners-
dóttur, malanm@setur.fo dekani á Megindeildini fyri
hugvísindi, samfelagsvísindi og námsfrøði.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
www.setur.fo
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo
Almennur fyrilestur við Lisbeth Zornig Andersen, verður í Norður-
landahúsinum t. 15. mars kl. 12.30-16.00. Lisbeth hevur m.a.
skriva bókina “Zornig - Vrede er mit mellemnavn”, sum nýliga er
útkomin.
Les meira um m.o. Lisbeth á www.husetzornig.dk
Kostnaður fyri hvønn 500 kr.
Lesandi gjalda 250 kr.
Tilmelding fer fram við, at flyta tilmeldingargjaldið á konto
9181 – 9882105 og tilskila navn á luttakara.
Lisbeth Zornig Andersen
- Ein mynsturbrótari
NorðurlaNdahúsið · 15. MARS 2013
Fyrireikarar: FÁ5 – Fakligt Áhugafelag fyri sjúkrarøktar-
frøðingar, ið arbeiða við børnum og ungum
ALMEnnuR fyRiLEStuR