Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Steypafinala Tróndur Arge Ongantíð stendur so nógv upp á spæl í einum og sama dysti, sum í steypafinalunum. Líka mikið um talan er um flogbólt, hondbólt ella fót­bólt. Tað er hinvegin sjáldan, at flog­bólturin fær stórt rúm í før­oysku fjølmiðlunum, sum tá steypa­finalan er. Tað er líka Oyggja­leikirnir og FM finalurnar, sum tykjast kunnu tiltrekkja stóru fjøl­miðlar­nar. Soleiðis verður eisini leygardagin, tá Høllin á Hálsi verður karmur steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum. Hetta er eisini møguleikin hjá eini vetrar ítróttargrein, sum hevur hug at detta niður í millum, at vísa seg frá síni bestu síðu. Í báðum finalunum er talan um favorittar. Hjá kvinnunum er Mjølnir favoritur, meðan ÍF somu­ leiðis er favorittur hjá monn­um. Men sum formaðurin í Flog­bólts­ sam­bandinum, Magnus Tausen, skrivar í leikskránni, so er tað bara á pappírinum. Mjølnir er sterkast hjá kvinnunum Tað ber ikki til at koma uttan um, at Mjølnir er favorittur hjá kvinnunum. Tær hava vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum. Sterkast mótstøu fáa tær tó í dystunum móti júst SÍ. Hóast Mjølnir hevur vunnið allar dystirnar, so vísa møðgurnar, Marjun og Eina Kalsø, á, at hóast úrslitið tykjast greið, so hava settini verið jøvn. – Tað kann gott verða, at vit hava vunnið 3-0 á SÍ í ár, men tað var ein javnur dystur. Tær hava eis­ini styrkt seg, so tað verður ein spenn­ andi finala, siga tær báðar Marjun og Eina Ein trupulleiki við lands­kapp­ ingini er, at tað er ov ójvant mill­um tey góðu liðini og tey minni góðu liðini. Í Mjølni vóna tey ikki, at nógvu lættu dystirnir koma at hava ávirkan á avrikið leygar­dagin. – Eg ræðist eitt sindur, at tann dagurin tá vit ikki raka dagin kann koma hvørja løtu, og tað kann verða í steypafinaluni. Tað kemur av, at vit ov oftandi ikki skulu geva okkum í einum dysti, greiður Eina Kalsø frá. SÍ hevur fingið tilgongd av Karin Mikkelsen, Anniku á Stongum og Eyð Magnussen, og tað er ein av orsøk­unum, at Marjun als ikki er vís í, at Mjølnir er nakar tryggur vinn­ari av finaluni. – Tær hava broytt liðið nakað, og vit skulu spæla upp til okkara besta um vit skulu vinna, sigur Marjun Kalsø, sum er spælandi venjari hjá Mjølni. Kvinnurnar hjá Mjølni yvirnátta á Hotel Føroyum náttina fyri dystin, og tað er eisini her, at spælararnir skulu mentalt innstillast til at spæla finaluna. – Vit fara at hyggja eftir finalunu frá í fjør og fyrraári, so spælararnir eru fyrireikaðir upp á alt tað sum hendir rundan um finaluna, og tað er týdningarmikið, at vit eru klárar til tað, sigur Marjun Kalsø. Spurdar um styrkirnar hjá SÍ verður Karin Mikkelsen nevnd, sum spælarin, ið skal steðgast. Tíðin hjá flog­bóltinum er komin Flogbóltur Um vikuskiftið verða steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum, umframt steyfinalurnar hjá teimum yngri. Hjá kvinnum er dysturin millum Mjølnir og SÍ, meðan ÍF og SÍ eru í finaluni hjá monnum mjølnir kvinnur sí kvinnur