Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 55 Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Aftur í ár hevur Sosialurin spurt ítróttajournalistarnar kring landi›, hvussu fótbóltskappingin í bestu mansdeildini fer at síggja út vi› árslok í heyst. Sambært teimum ver›ur landskappingin 2004 eitt slag um Havnina, me›an óvissan um út- lendsku leikararnar, tá tippa› var›, hevur gjørt ta› torført at meta um fleiri av li›unum. Havnafeløgini berjast um gullið Soltnasta kappingin í 10 ár Í teimum 90 landskappingardystunum, sum vór›u spældir í 1. deild hjá monnum í 2003, vóru gjørd 283 mál. Hetta er eitt mi›altal fyri dystin upp á 3,144. Hetta er minsta máltali› í 10 ár. Framman- undan var málfátækasta ári› 1993, tá i› 3,022 mál vór›u skotn fyri hvønn dystin. Málríkasta kappingarári› seinastu 10 árini var 1998. Tá vóru heili 385 mál gjørd í teimum 90 dystunum. Hetta gevur eitt mi›altal á 4,278 mál fyri hvønn dystin – ella í mi›al eitt mál meira fyri hvønn dyst enn í fjør. (Kelda: Fótbóltur 2003) Eiler revsaði harðast Í landskappingini 2003 var Eiler Rasmussen tann dómarin, sum gav flest kort í mi›al fyri hvønn dystin, tá i› gulu og rey›u kortini ver›a umrokna› til sektarstig, har gult kort er 1 stig og reytt kort 4 stig. Hvørja fer›, Eiler hev›i ábyrgdina av einum dysti, vóru 5,11 sekt- arstig givin í mi›al. Eiler dømdi 9 dystir, gav 26 gul kort og 5 rey› kort. Tann, sum gav flest gul kort samanlagt var Niklas á Lí›arenda, sum gav 33 gul kort, men hann dømdi tveir dystir fleiri enn Eiler, og harafturat gav hann bara 1 reytt kort. Eiler Rasmussen var tann, sum gav flest rey› kort – hann gav 5 – me›an Petur Skar›enni gav 3 í sínum 10 dystum. (Kelda: Fótbóltur 2003) Botnurin mest plágaður av kortum HB vann FM heiti›, og meistaraspælararnir fóru ikki ofta út um mark á vegnum móti FM-heitinum. HB fekk í 2003 nevniliga bara 22 gul og 1 reytt kort í landskappingini 2003. Ta› var bara EB/Streym- ur, sum skikka›i sær eins væl av 1. deildarfeløgunum. Hinvegin vóru botnli›ini í 1. deild óskikkilig. Skála, sum akkurát slapp sær undan ni›urflyting, fekk flest sektarstig (gult kort telur 1 stig og reytt kort 4 stig). Spælararnir hjá Skála fingu 29 gul kort og 4 rey› kort í sínum 18 dystum. VB var næstovast á sektarlistanum, og sí›ani komu ni›urflytarar- nir í FS Vágum. Ta› vóru teir VB-spælarar, sum fingu flest sektarstig. Slobodan Madzar og Predrag Zivkovic vóru teir mest revsa›u spælararnir í landskappingini 2003. Slobodan fekk seks gul og eitt reytt kort, me›an Predrag fekk tvey gul og tvey rey›. Predrag var einasti spælarin, sum fekk tvey rey› kort í landskappingini í fjør. Næstir á sektarlistanum komu Arnhold Berg og Iulian Florescu hjá Skála, sum bá›ir fingu fimm gul og eitt reytt kort. (Kelda: Fótbóltur 2003) B36 var undantakið 28 útlendskir spælarar vóru vi› í landskappingini hjá 1. deild monn- um í 2003. Tali› var eitt vet lægri enn í 2002, tá i› 32 útlendingar spældu í 1. deild. Einasta felagi›, sum ikki hev›i útlendingar á li›num, var B36, me›an VB hev›i flest útlendingar – seks í tali. Fleiri teirra høvdu tó veri› so leingi í Føroyum, at teir taldu ikki sum útlendingar í fót- bóltshøpi. Seks jugoslavar spældu í 1. deild í 2003, fimm danir, fimm pól- lendingar, f‡ra rumenar, tríggir brasilianar, tveir íslendingar, ein bosniari, ein letlendingur og ein moldavi. Av teimum 28 spælarunum, spældu 11 fyri fyrstu fer› í Føroyum í 2003. Tann útlendski spælarin, sum hev›i spælt longst í 1. deild í Før- oyum, var Marek Vierzbicki, sum fyrstu fer› spældi í Føroyum í 1995. Hann umbo›a›i í fjør EB/Streym, men er nú farin aftur til Klaksvíkar at spæla. (Kelda: Fótbóltur 2003) 1. B36 2. KÍ 3. HB 4. NSÍ 5. GÍ 6. B68 7. ÍF 8. VB 9. Skála 10. EB/Streymur Finnur Helmsdal – OYGGJATÍÐINDI 1. HB 2. B36 3. KÍ 4. NSÍ 5. B68 6. VB 7. GÍ 8. EB/Streymur 9. ÍF 10. Skála Suni Merkistein – ÚTVARP FØROYA 1. HB 2. B36 3. NSÍ 4. GÍ 5. KÍ 6. B68 7. ÍF 8. VB 9. EB/S 10. Skála Jákup Mørk – SOSIALURIN 1 B36 2 HB 3 NSÍ 4 KÍ 5 B68 6 EB/Streymur 7 GÍ 8 ÍF 9 Skála 10 VB Emil L. Jacobsen – DIMMALÆTTING 1. HB 2. B36 3. KÍ 4. NSÍ 5. B68 6. GÍ 7. VB 8. EB/Streymur 9. ÍF 10. Skála Tórður Mikkelsen – SJÓNVARP FØROYA