fríggjadagur 15. februar 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
2
VIKUSKIFTI
Livistøðið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í nógv ár vóru bæði búskaparfrøðingar
og onnur samd um, at búskaparlig fram
gongd ikki hevði við sær lukkuligari
fólk. Men fleiri kanningar, sum leiðandi
búskaparfrøðingar hava gjørt seinnu
árini, vísa, at tað er eitt samband mill
um búskap og lukku.
Blaðið The Guardian skrivar, at ein
kanning hjá trimum amerikanskum
akademikarum – Daniel Sacks, Betsey
Stevenson og Justin Wolfers – vísur, at
fólk verða lukkuligari, tá ið inntøkan
hjá teimum veksur.
Kanningin staðfestir, at fólk, sum
eru væl fyri fíggjarliga, eru í miðal
glaðari og meira nøgd enn tey, sum
forvinna minni. Og fólk í teimum ríku
londunum eru lukkuligari enn fólk í
teimum fátæku londunum.
Einki mark
Kanningin hevur eisini funnið fram
til, at tá ið bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ)
hjá einum landi veksur, so verða fólk
glaðari. Og gongdin er tann sama,
líkamikið hvussu stór fíggjarliga
framgongdin er – tað er einki mark,
har tað ikki verður so festligt longur.
Niðurstøðan er heilt einfalt, at betri
fólk eru fyri fíggjarliga, lukkuligari
eru tey.
Kanningin hjá amerikumonnunum
verður stuðlað av einum kanning hjá
Ruut Veenhoven og Floris Vergunst,
sum hava brúkt hagtøl hjá World
Database of Happiness og funnið
fram til, at tað er eitt samband millum
gongdina í BTÚ og eydnusemi í flestu
londum. Í teimum londum, har størsti
búskaparvøksturin hevur verið er miðal
eydnusemi eisini vaksið.
Enter
og exit
Føroyar
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Sunnleyg Eliassen / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Inna
Törnroos
Hava inntøka og búskaparstøða nakað at
siga fyri, hvussu lukkuligur tú ert? Jú, tað
hevur tað, vísa nýggjar kanningar
Tað eru skjótt trý ár liðin, og sárini eru um
at verða lekt. Sárini av at fara úr Føroyum
– velja mítt føðiland frá, tí tað tíanverri ikki
kundi meta seg við tað, vit fóru aftur til.
Havi júst lisið bókina »Exit Føroyar« –
ein góð og týdningarmikil bók – og eg kenni
meg so nógv aftur í øllum tí, sum verður lýst
í bókini.
Tey, sum ikki vilja steingja hurðina til at
flyta heimaftur. Tey, har lívið uttanlands er
so gott, at tað er torført at fara frá. Og so tey,
sum vilja og trúgva uppá einar Føroyar, ið
rúma øllum, og har liviumstøðurnar eru líka
góðar sum í øðrum Norðanlondum.
Eg vildi so gjarna trúgva, at lívið í Føroy
um var tað, eg vildi. Nógv ávaraðu meg um,
at tað, man fer frá sum tannáringur, ikki er
tað sama, tá man kemur heim 18 ár seinni.
Men eg lurtaði ikki. Føroyar eru eitt fantast
iskt land, og betri fólk er ikki at finna. Tað
fari eg altíð at standa fast við.
Men eftir nøkrum mánaðum í Føroyum
vísti tað seg, at lívið var tyngri, fátækari og
meira avbyrgt, enn vit vóru von við. Kostn
aðurin fyri at flyta heim gravaði djúp hol í
okkara lummar, og setningar sum »Tit skulu
ikki halda at nøkur pláss standa og bíða eftir
tykkum« vóru galdandi – og ikki bara fyri
barnaansingina.
Avgerðin at fara av landinum aftur eftir
bara einum ári var tung – sera tung. Um vit
gjørdu rætt, fáa vit ongantíð at vita, men tað
kennist, sum okkara familja hevur tað betri
uttanlands enn í Føroyum. At maðurin er
útlendingur hevur sjálvandi sítt at siga, men
avgerðin var okkara og ikki bara hansara.
Hóast hetta so eri eg so sera glað fyri,
at vit gjørdu hesa royndina. Tí nú vita eg
og Føroyar hvar vit hava hvørtannað. Vit
eru góð, men vit hava tað best, um vit ikki
búgva saman. Sambandið halda vit við, at
eg arbeiði partvís í Føroyum og vitji so ofta,
eg havi ráð. Tað kann væl verða, at vit flyta
saman aftur á gamaldsaldrinum – mær hevur
so ongantíð dámt at steingja hurðar.
So segði
hann...
Rík fólk
eru glaðari
Tað einasta rætta er at gera hassj lóg
ligt at keypa. Veruleikin er, at tað er so
lætt at fáa fatur á hassji, at í roynd
og veru er longu talan um fría sølu.
Carl August Arge, rúsevnaviðgerðari
Kanningar vísa, at samband er millum
fíggjarstøðu og eydnusemi hjá fólki