mánadagur 18. februar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Amerikanska tíðarritið Time
gevur
matstovuni
Noma
ábyrgdina fyri, at tað gongur
væl hjá danska búskapinum.
Undir yvirskriftini “Hvussu
ein matstova broytti danskan
búskap” greinar blaðið týdn
ingin, sum Noma hevur havt
fyri danir.
Sambært blaðnum hevur
Noma, sum hevur verið kosin
heimsins besta matstovu
og hevur fingið sera nógva
umrøðu kring heimin, verið
sentralt í framgongdini hjá
Danmark. Tað er ikki bert
matstovuvinnan, sum hevur
gott av Noma, men eisini
ostahandlarar,
bryggjarí,
fiskimenn, bøndur og onnur,
og Noma hevur fingið talið
á ferðafólkum í Danmark at
økjast, heldur Time.
Noma
verður
saman
líknað við týdningin, sum
matstovan elBulli hevði fyri
Spania í 1980’unum.
Eingi ítøkilig tøl eru fyri,
hvussu Noma hevur verið
við til at ment danska sam
felagið, men fleiri úttala seg
blaðið um, at tey hava havt
fyrimunir av umrøðuni, sum
Noma hevur fingið. Og eig
arin av Noma viðurkennir,
at fólk nú hava fingið eyguni
upp fyri Danmark sum mat
stovuland, og at tað lokkar
fólk til Danmarkar.
– Fyri fimm árum síðani
var tankin um, at fólk ferð
aðust til Danmarkar fyri
at eta láturligur. Tað hevði
svarað til at farið á sólferiu
í Bagdad, sigur René Redzepi
við Time.
Ikki sørt av kjaki stóðst av tíðar
greinini hjá Jóannes Eidesgaard her
í blaðnum næstsíðsta vikuskifti, tá
hann mælti Høgna Hoydal og Akseli
V. Johannesen til at skipa ein reyðan
blokk millum Javnaðarflokkin og
Tjóðveldi og aðrar flokkar, sum
kann fara til val sum ein blokkur
móti sitandi samgongu millum
Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Slíkur blokkpolitikkur er óroynd
ur í Føroyum, tó at vit kenna hann
væl eitt nú úr Danmark. Har veit
veljarin frammmanundan, hvørja
stjórn hann fær við at velja tann
og tann flokkin – og ikki minst, so
kennir veljarin eisini teir tveir per
sónarnar, sum kunnu gerast for
sætisráðharrar.
Men siðbundni høgra-vinstra-
politikkurin er ikki so eyðsýndur í
Føroyum. Hetta er partvíst tí, at her
hava vit eitt annað blokksamstarv
– loysingarflokkarnar, sum hóast
ósamdir og á pappírinum á hvør
sínum veingi, javnan finna saman í
samstarv upp á loysingarpolitikkin.
Men er tað nú loysingarmálið,
fullveldismálið ella sjálvstýrismálið,
sum er orsøkin til, at tað er so ringt
at fáa eyga á siðbundan høgra-
vinstrapolitikkin?
Í grein, sum Poul Michelsen úr
Framsókn hevur sent miðlunum vís
ir hann á, at Framsókn eftir stevnu
skráunum at døma átti at kunnað
arbeitt væl saman við Fólkaflokk
inum, Miðflokkinum og Sjálvstýris
flokkinum, tá tað ræður um sjálv
stýrismálið. Men hetta málið er vent
á høvdið, sigur Poul Michelsen, sum
eisini vísir á, Fólkaflokkurin, Mið
flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin at
»av ófatiligum grundum góðtóku at
hækka árliga blokkin 220 milliónir
krónur«. Hann heldur tó, at tíbetur
vóru danir so mikið at sær komnir,
at teir virdu sjálvsstýristilgongdina
og bjargaðu okkum úr ringastu
skommini. Somuleiðis vísir Poul
Michelsen á, at andstøðuflokkarnir
eru samdir um, at tað ikki kemur
upp á tal at hækka blokkin. Tí er
tað – sambært Poul Michelsen –
munandi lættari hjá Framsókn at
semjast við Tjóðveldi og Javnaðar
flokkin í sjálvbjargnismálinum.
Poul Michelsen sigur eisini, at
tað er løgið hjá teimum í Framsókn
at staðfesta, at Framsókn sum ein
liberalur flokkur í fleiri førum hevur
nógv meira samanfallandi áhugamál
við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin
enn hinar flokkarnar, og so vísir
hann á, at hesir flokkar vilja eins
og Framsókn, at náttúrutilfeingi
skal koma teimum nógvu til góðar
og ikki bara teimum fáu, sum í dag
stjórna meira enn 70 prosentum av
útflutningsvirðunum úr okkara
fiskivinnu.
Orðið
»marknaðarbúskapur«
plagdi vera eitt borgarligt orð,
meðan »planbúskapur« var eitt
kommunistiskt orð. Vit kunnu bara
staðfesta, at her vent í holuni.
Vinstraflokkarnir eru
liberalari enn samgongan
Leygarkvøldið helt tíðinda
deildin hjá Kringvarpinum
søguna um eina nýggja
leygarkvøldssending í út
varpinum verða so týdn
ingarmikla, at tey gjørdu
eitt innslag í høvuðstíðinda
sendingini
leygarkvøldið
um hesa sending.
Útvarpsmaðurin hevði
biðið vertin í leygarkvølds
sendingini, Jákup Magnus
sen, koma í útvarpsstov
una at greiða frá stóru
hendingini,
nú
nýggja
leygarkvøldssendingin við
framfýsna og framrætt
aða navninum Plátubarrin
skuldi í luftina fyrstu ferð.
Og so setti útvarps
maðurin útvarpsvertinum
stóru
spurningarnar
og
fekk tey týdningarmiklu
svarini:
– Plátubarrin, hvat er tað
fyri ein sending?
– Tú, okur fara at spæla
musikk, tað er tað, sum tað
dreyar seg um. Okur byrja
kvøldið við einari rúgvu
av tónleiki, og so líka
sum fyri at variera eitt
sindur, so verða tað tvey
sovorðin tema. Vit fara at
spæla burtur úr einari plátu
í umleið ein hálvan tíma,
eini kendari plátu, og so
taka okur eitt annað tema,
sum er í ein hálvan tíma, við
donskum 80’ara poppi. Og
annars verður tað bland
að, og lurtarin kann eisini
verða við. Serliga í tíman
um millum tíggju og ellivu
spæla við løg, sum lurtar
arnir kunnu velja.
–
Vit,
sum
minnast
eitt sindur aftur í tíðina,
minnast ein handil, sum
æt Plátubarrin, sum seldi
vinylplátur í sínari tíð, sum
tú eisini hevur keypt nógv
ar plátur frá í fyrstuni, tá ið
tú gjørdi tína karrieru sum
discjockey... eh... eh... sigur
tað eitt sindur um tónleikin,
sum verður at hoyra í kvøld,
verður tað gamal 80’ara
tónleikur?
Her steðga vit samrøðuni
fyri at siga: Takk og lov fyri
public service!
Á tey stóru
tíðindi!
Her er vent í holuni
Seinastu
vikurnar
hava
norðoyingarnir Hans Andri
as Sølvará og Jógvan við
Keldu kjakast uttan íhald í
miðlunum. Upprunin er ein
fyrilestur hjá søgufrøðing
inum Sølvará um Lækna
stríðið í Klaksvík. Fyrrverandi
politikarin við Keldu hevur
verið misnøgdur við nýtsl
una av onkrum keldum, og
tað hava teir báðir so fingið
tíðina at ganga við. Tað hevur
eitt satt skotgravakríggj, har
teir eftir umleið hundrað
lesarabrøv framvegis ikki eru
blivnir nógv meira samdir um
nakað sum helst.
Tað er gott við samfelags
kjaki – serliga kjak, sum flyt
ur okkurt onkravegin – men
nú hava vit hug at mæla
til, at myndugleikarnir seta
ein semingsmann at mekla
millum Sølvará og Keldu
mannin!
Lat okkum fáa ein semingsmann
Noma broytt búskapin
Avtakið
avtøku
Kristina Háfoss
kjak á síðu 21
Standa
saman um
nýggj krøv
Tóra við Keldu
kjak á síðu 22
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000