Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Nr. 70 - 14. apríl 2004 3 Tær nógvu burtur- flytingarnar í Irak teir seinastu dagarnar hava elvt til, at ræðsluslignir útlend- ingar standa í bíðirøð fyri at sleppa úr land- inum. Samstundis hava amerikanararnir mist tamarhaldið á støðuni IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Hildið verður, at einir 44 útlendingar eru vorðnir burturfluttir í Irak teir sein- astu dagarnar. Um páska- halguna vórðu níggju amerikanarar, átta russar og tríggir kekkar rændir og burturfluttir. Frammanundan sótu tríggir japanar gíslar hjá einum víðgongdum bólki, og myndirnar av teimum trimum japanunum hava elvt til ræðslu ímillum tey útlendsku hjálparfólkini, sigur sjónvarpið CNN. Men burturflytingarnar fara ikki bara at ávirka hjálpararbeiðið. Fyrrver- andi amerikanski general- urin Daniel Christman sig- ur við CNN, at tær út- lendsku íløgurnar í Irak fara at steðga, tí eingin fer at brúka pengar í einum landi, har alt er í einum ruðuleika, sigur hann. Fleiri serfrøðingar hava teir seinastu dagarnar ávar- að um, at tað restar lítið í, til borgarakríggj brestur á í Irak. Amerikanararnir hava næstan mist tamarhaldið á støðuni, og eingin dugir at siga, hvør skal hava eftir- litið, tá irakar formliga taka við valdinum í Irak tann 30. juni. Amerikanska herleiðslan ætlaði at fáa ta nýskipaðu iraksku trygdartænastuna at hjálpa amerikonsku her- monnunum í bardøgunum við teir víðgongdu bólkar- nar, men fleiri hermenn hjá trygdartænastuni hava sýtt fyri at hjálpa amerikanar- unum, skrivar New York Times. – Vit hava brúkt seks mánaðir til at skipa trygd- artænastuna, men alt til onga nyttu, sigur ein kelda í verjumálaráðnum Pentagon við blaðið. Embætismaður- in í Pentagon ásannar, at tað hevur verið toliliga friðar- ligt í Irak teir seinastu dag- arnar, men hann sigur, at tað er bara ein spurningur um tíð, nær ófriðurin brest- ur á aftur. Bush ábyrgdina Politiskir eygleiðarar í USA siga, at George W. Bush, forseti, noyðist at átaka sær alla ábyrgdina av tí, sum hendir í Irak Teir vísa á, at vánalig politisk fyrireiking í Washington er orsøkin til ófriðin. Eitt gott dømi um hetta var, tá amerikanski umsit- ingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, nú ein dagin varð spurdur, hvør skal taka við valdinum í Irak, tá USA letur tað frá sær tann 30. juni. – Ja, tað er ein góður spurningur, svaraði Paul Bremer. UTTAN ÚR HEIMI Hjálparfólk rýma úr Irak Herfyri var litavski forsetin, Rolandas Paksas, koyrdur frá, men hann kann verða afturvaldur longu í summar LITAVA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er ikki ov nógv sagt, at flestu litavar tóku undir við avgerðini hjá tjóðartingin- um at koyra Rolandas Pak- sas úr forsetaembætinum, eftir at landsins hægstirætt- ur var komin til ta niður- støðu, at forsetin hevði brotið grundlógina, tá hann gav einum russiskum vin- manni litavskan ríkisborg- ararætt. Russiski vinmaður for- setans hevur tætt tilknýti til russisku mafiuna, og litavsku myndugleikarnir vilja vera við, at tað var vinmaðurin, sum rindaði meginpartin av valstríðnum hjá Paksas. Men sambært norska blaðnum Aftenposten kann tað væl henda, at Rolandas Paksas kemur aftur í for- setastólin at sita. Tjóðar- tingið hevur gjørt av at halda forsetaval í juni, og sambært blaðnum er tað als ikki óhugsandi, at tann frá- koyrdi forsetin fer at stilla upp tá. Sigurin hjá Paksas á forsetavalinum í fjør kom óvart á tey flestu. Hann fekk ikki stóran stuðul í býunum, men á bygd fekk hann nógvar atkvøður, og hildið verður, at tað fer hann eisini at fáa í summar, stillar hann upp. Enn hevur Rolandas Paksas ikki sagt, um hann stillar upp, men hinvegin tykist longu nú greitt, at fyrrverandi forsetin Valdas Adamkus og tjóðartings- formaðurin, Algirdas Bra- zauskas, fara at stilla upp. Vakur- leiki fyri friði 31. mai verður ein vakurleika- kapping ímillum tjúgu ísraelskar og seks pale- stinskar kvinnur FRIÐARARBEIÐI Árni Joensen fartekst@mail.dk – Tað eru ikki øll ísraelsfólk, sum eru hermenn ella løg- reglumenn. Tað finn- ast eisini vanlig fólk, sum vilja liva í friði við okkum, sigur Grace Karaa. Hon er kristin palestini og er ein av teimum seks palestinsku kvinnun- um, sum skulu kapp- ast við tjúgu ísra- elskar kvinnur um, hvør er tan vakrasta. Í síðstu viku var Grace Karaa í Jerusa- lem og fyrireikaði seg til kappingina. Men hon mátti fáa undantaksloyvi frá ísraelska herinum til at sleppa yvir um tann umstrídda trygdarmúrin. Ísraelska felagið, sum skipar fyri vak- urleikakappingini, dylir ikki fyri, at hon er eitt friðartiltak og skal vísa, at ísraels- fólk og palestinar kunnu samstarva, sjálvt um ein múrur er ætlaður at skilja tey sundur. Frákoyrdur forseti stillar kanska uppaftur Myndir av útlendskum gíslum fáa hjálparfólk at rýma úr Irak. Vantandi politisk fyrireiking er orsøkin, og George W. Bush, forseti, hevur einsamallur ábyrgdina, siga amerikanskir eygleiðarar Mynd: Reuters Eigararnir av Christ- iani í Grótinum hava keypt norska partin í skipinum fyri góðar 50 mio. krónur CHRISTIAN Í GRÓTINUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Eigararnir av stásiliga nóta- skipinum, Christiani í Grót- inum, hava gjørt av at keypa norska partin í skip- inum. Christian í Grótinum er bygdur í Kili og kom í føroyska fiskiflotan í 1998. Talan var um eina dýra verkætlan og tí munaði tað væl, at norska felagið, Austevol, játtaði at seta pening í nótaskipið. – Tað hevur allatíð verið ætlanin hjá okkum at keypa norska partin í skipinum. Nú hevur tað so eydnast at yvirtaka skipið heilt, og tað fegnast vit um, sigur Eyð- un Rasmussen, ið er sonur Kristian Martin Rasmus- sen, útgerðarmann á Christ- ian í Grótinum. Eyðun Rasmussen leggur afturat, at tað var eitt ynski frá báðum pørtum, at føroy- ingar yvirtaka norska partin í Christian í Grótinum, og tí er als ikki talan um nakra ósemju millum P/F Christ- ian í Grótinum og norska felagið Austevol. Dýr yvirtøka Christian í Grótinum kost- aði í 1998 góðar 160 mio. krónur at byggja. Norski parturin í verkætlanini var góðar 50 mio. krónur ella ein góður triðingur av kostnaðinum. Spurdur, hvussu dýra yvirtøkan fer at ávirka raksturin hjá Christian í Grótinum, svarar Eyðun Rasmussen, at raksturin sjálvsagt verður tyngri enn undanfarin ár, men reiðaríið hevur kortini góðar vónir um at fáa end- arnar at røkka saman. Eigararnir av Christiani í Grótinum hava heldur ikki nakra orsøk til at stúra ov nógv. Stásiliga nótaskipið hevur fiskað ómetaliga væl síðan 1998 og góði fiski- skapurin er eisini høvuðs- orsøkin til, at føroyingar hava gjørt av at keypa norska partin í skipinum. Hóast árið í fjør ikki hilnaðist eins væl og und- anfarin ár, so letur Eyðun Rasmussen væl at. – Vit høvdu einar 5-6 mio. krónur í avlopi í fjør og tað var væl minni enn í Í 2002( avlop á 17 mio. krónur, blðm). Í ár sær rímuliga væl út og eg vænti, at vit koma at fáa nøkulunda sama avlop í ár sum í fjør, greiðir Eyðun Rasmussen frá. Christian í Grótinum fiskar í løtuni sunnanfyri á Munkagrunninum. Hitt skipið hjá reiðarínum, Norðborg, landar í løtuni á Seyðisfirði í Íslandi. Nú eiga vit Christian í Grótinum Rokfullarlastir og góður fiskiskapur er orsøkin, at P/F Christian í Grótinum hava keypt norska partin í nótaskipinum, Christian í Grótinum fyri 50 mio. krónur. Mynd: Savnsmynd C M Y K 3 2