Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Nr. 70 - 14. apríl 2004 5 Vága Sjónleikarafelag sýnir í vikuni barna- leikin »Tann hási drekin« í skúlanum á Giljanesi, sum er danskur ævintýrleik- ur, ið týddur er til føroyskt SJÓNLEIKUR Edvard Joensen Vágar: Talan er í stuttum um ein ævintýrleik, ið snýr seg um at fáa ein dreka, sum hevur ringt seg kring býin, burtur. Fólk eru avbyrgd og troytt av hesi forðingini fyri sambandi við umheimin. Vága Sjónleikararfelag sýnir hesa vikuna ein barnaleik í fimleikarhøllini í skúlanum á Giljanesi. Talan er um barnaleikin »Tann hási drekin«, sum danin Benny Andersen hev- ur skrivað, og Dánjal Jákup Jørgensen í Miðvági hevur týtt til føroyskt. Leikurin verður sýndur hvørt kvøld hesa vikuna. Allar sýning- arnar byrja klokkan 19.00. Ringar umstøður Umstøðurnar at spæla sjón- leik í eini fimleikarhøll utt- an fastan pall eru vánaligar. Tað merkir eisini framførsl- una. Ein improviseraður pallur má setast á gólvi í høllini. Eitt tjald verður hongt frammanfyri, og so mugu fólk bara fáa sum frægast burturúr. Alt, sum hendir handan tjøldini, fer beinleiðis út til áskoðararnar og kann so- leiðis virka eitt sindur órógvandi. Og tá pallurin skal skiftast í steðginum, verður tað gjørt gjøgnum somu dyr, sum áskoðarar, ið fara at strekkja sær bein- ini, ganga út og inn ígjøgn- um. Tað eru avgjørt ikki tær bestu umstøður at leika undir og staðfestir ein sera stóran tørv á einum rætti- ligum leikpalli í Vágum. Av tí, at eingin pallur er, hevur eisini verið vant í læntum hølum í einum virkisbygn- ingi á havnarlagnum í Mið- vági. Hugurin at spæla sjónleik í Vágum er góður, hóast teimum væntar mannligar leikarar, sigur Marjun i Kálvalíð, sum hevur sett leikin um hása drekan upp. Tveir av høvuðleiklutunum eru tveir ungir dreingir, sum kortini neyðugt var at fáa tvær ungar gentur at leika, tí dreingir fingust ikki. Men í aðrar mátar tykist ikki nakar trupulleiki at fáa fólk til allar leiklutir- nar. Onkur teirra hevur tveir leikarar, sum skiftast annaðhvørt kvøld, leikt verður. Leikgongd Vit koma beinleiðis inn á eina gøtu í býin, sum eftir sum skilst, sum leikurin líður, er kringsettur av ein- um dreka, sum ikki letur fólk fáa samband við um- heimin. Vit eru í einum æv- intýrleiki, sum ætlaður er børnum. Ein løgreglumaður - sum ikki verður lýstur sum heimsins gløggasta menn- iskja - hevur trupulleikar av at fá einar tveir ungar kúllar undir lás og slá. Tað gongur eitt sindur striltið at koma í gongd. Av einum barnaleiki at vera, tykist tað, sum byrjanin er ov trilvandi til, at tað fangar børnini beinanveg. Tað setir stór krøv til leikararnar, sum skulu spæla væl og nógv fyri at koma burtur úr tosinum, ið verður í meira lagi, tí pallmyndin skiftir einki. Mikkjal politistur, sum Jóhan H. í Kálvalíð Jacb- sen, leikar, royndi av øllum alvi at geva leikinum lív. Men tað dovnaði líkasum eitt sindur burtur av leiklut- unum hjá teimum báððum kúllunum, sum ungu gent- urnar, Julia í Kálvalíð og Eyðbjørt Simonsen, tó klár- aðu heilt væl. Men teirra leiklutur, hesin við líkasæla ungdóminum, sum einki tímir uttan at vera tvørur, taka líkasum eitt sindur av sprellinum úr leikmyndini. Í seinna parti kemur meira lív í, tá vit hitta drek- an, sum leikurin snýr seg um. Eitt neyðardýr, sum er upptornað og er vorðin hásur av at spræna eld, hvørja ferð onkur togar í halan á honum. Við tí úr- sliti, at eldur kemur í fleiri hús í býnum. Men við eini billast av vatnmelónum fær unga Karin hjálp øllum burtur úr hesum trupulleikanum. Drekin, sum hevur ringt seg kring býin, avtalar við Karina, at hann einaferð ár- liga skal koma eftir vatn- melónunum, og annars skal hann lata býin hava frið. Ein eitt sindur øðrvísi drekasøga enn tann um prinsarnar á hvítum hest- um, sum bjarga slottum og ungum prinsessum. Men ein ung prinsessa var kortini at síggja á palli á Giljanesi hetta kvøldið, leikurin var frumsýndur. Tað var Kristina Christ- offersen, sum kom heilt væl frá leiklutinum sum Karin. Frí og óávirkað leikti hon sín leiklut, sum hon kortini skal skiftast við annan leik- arar um annaðhvørt kvøld. Tó var hon eitt sindur óklár, tá sungið varð. Leikararnir vóru í aðrar mátar klárir og hoyrdust væl. Tó var onkur, sum helst átti at lært tekstin eitt sindur betri, áðrenn farið varð á pallin. Kanska vóru eitt sindur av nervum uppi í hesa fyrstu ferðina, tey vóru á palli. Okkurt skemtligt innslag var lagt inn í leikin eftir at hann er týddur av fyrstan tíð. Eitt nú varð borgar- stjórin í drekabýnum allan vegin nevndur eftir borgar- stjóranum í Miðvági. Pallmyndin er klassisk, har leikararnir eru á eini gøtu í býnum og uttan fyri, har drekin liggur. Men eis- ini ákoðarin er við í leikin- um á tann hátt, at allan veg- in kring høllina er hesin stóri drekin málaður og liggur og ringir seg kring áskoðararnar. Leikurin er í tveimum pørtum og varar við steðgi umleið fimm korter. Tann hási drekin Leikur í 2 pørtum eftir Benny Andersen Týtt hevur Dánial Jákup Jørgensen Leikarar eru: Mikkjal politistur: Jóhan Herlon í Kálvalíð Jacobsen Karin: Kristina Christoffersen/Jona Ásvør Samuelsen Niels : Julia í Kálvalíð Jacobsen Sørin: Eyðbjørt Simonsen Drekin: Rani Skaalum Fútin: Jónleif Jørgensen Omman: Tórfríð Weihe Hansen Borgmeistarin: Ludvík Laksafoss Grønmetishandlarin: Kristina Christoffersen/- Jona Ásvør Samuelsen Eldsløkkjarar: Elsa Annika Olsen og Beinta Zakariasen Leiktjøld: Ludvík Laksafoss Leikstjóri: Marjun í Kálvalíð Hjálparleikstjórar: Eyðbjørt Simonsen og Ludvík Laksafoss Ljós: Niels Nielsen og Harald í Kálvalíð Jacobsen Teskari: Beinta Zakariasen Fakta Tað ræður um at fáa drekan burtur Mikkjal politistur noyddist at leggja øll síni evni í ein stóran leiklut, sum viðhvørt kundi tykjast í so langrøkin Mynd: Edvard Joensen Tann unga Kristina Christoffersen sýndi evni sum sjónleikari í barnaleikinum, sum sýndur verður á Giljanesi alla vikuna Mynn: Edvard Joensen Suðuroyingar fara at skipa eina samferðslunevnd. Og hon fær nóg mikið at tríva í SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Suðuroyingar vilja ikki sita tigandi longur. Tí nú vilja teir hava ávirkan. Ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina er so ótrygt, at tað er ótolandi hjá vanligum fólki. Ikki minst er tað ótolandi hjá vinnulívinum. Páskaaftan kallaði ferða- vinnan í Suðuroy bæði kommunupolitikarum og landspolitikarum á fund at viðgerða samferðsluna til og úr Suðuroynni. Útslitið av fundinum var, at suðuroyingar skulu seta eina samferðslunevnd at arbeiða við samferðslu ímillum Suðuroynna og meginøkið, bæði á sjónum og í luftini. Og eftir tí, sum kom fram á fundinum, verður nóg mikið at tríva í. Nevnt var, at summir túrar hjá Smyrli liggja illa fyri. Tað varð eisini nevnt, at tyrlan átti at flogið meir. Suðuroyingar fýltust eisini á, at tað vóru so nógvar broytingar í ferðaætlanini, tí túrar vórðu fluttir í tíð og úrtíð og at tað er ómøguligt hjá fólki og vinnu at fylgja við øllum broytingunum. Men tað kom eisini fram, at suðuroyingar vilja ikki longur finna seg í, at Smy- ril næstan altíð er seinkaður av Havnini, tí sáttmálavið- urskifti gera, at manningin sleppur ikki til arbeiðis fyrrenn beint áðrenn at skipið skal sigla. Teir vilja heldur ikki finna seg í, at Smyril ferð eftir verður verður raktur av verkfalli. Og tá ið hann ikki er raktur av verkfalli, verð- ur hann hóttur við verkfalli. – Hetta er so ørkymlandi, at mett var, at hetta er ein forðing fyri vinnulívinum, tí fyritøkur aftra seg við at setast niður í Suðuroynni, tí at ferðasambandið varð so ótrygt. Og suðuroyingar vilja heldur ikki finna seg í, at Smyril ikki fær fast pláss í Havnini. Alt hetta eru spurningar, sum nýggi samferðslubólk- urin, sum skal mannast við ferðavinnuni, vinnulívin- um, ítróttarfeløgum og øðr- um, sum hava áhuga í ferðasambandinum. Men ætlanin er eisini, at Strand- ferðslan skal við í bólkin. Tað verður ferðavinnan, sum skal taka stig til at seta bólkin og fyrsta uppgávan verður at ávirka ferðaætlan- ina, sum skal setast í gildi í næstu framtíð. – Tað besta hevði verið at Landsstýrið yvirtók atløguplássið hjá Norrønu í Havn og at Norrønu fekk fast atløgupláss onkra aðrastaðni enn í Havn, heldur løgmaður SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Aki@sosialurin.fo Nýggi Smyril skal yvirtaka atløguplássið hjá Norrønu í Havn og nýtt atløguplás skal finnast til Smyril onkra aðrastaðni, enn í Havn. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Páskaaftan kallaði ferða- vinnan í Suðuroy komm- unupolitikarum og lands- politikarum saman til fund- ar at viðgera samferðsluna ímillum Suðuroynna og Havnina. Ein partur av hesum fundi var um trupulleikan, sum hevur staðist av at finna nýtt atløguplass til nýggja Smyril í Havnini. Einasta boðið í løtuni upp á eina loysn, er ætlanin hjá Tórshavnar Havn at spreingja og dýpa framvið framvið Tinganesi fyri at gera atløgupláss til nýggja Smyril á Bursatanga, uttaná Norrønu. Hinvegin hevur forn- minnanevndin heitt á lands- stýrismannin í mentamál- um at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpi. Men á fundinum í Suð- uroy vísti Løgmaður á, at sama um Tórshavnar Havn fær loyvi til at dýpa fram- við Tinganesi ella ikki, so er tað ein vánalig loysn at troka tvey so stór skip inn á Bursatanga. – Tað er púra burturvið at gera atløguplás til nýggja Smyril uttan á Norrønu, heilt inni ímóti landi. – Hetta eru tvey skip, sum tilsamans hava eitt virði upp á eina heila milli- ard og tað er ikki skilagott at troka tey inn á eitt so lítið øki, sum talan her er um, segði Løgmaður. Hann vísti eisini á, at verður hendan losnin vald, fer tað at elva til trupul- leikar kortini, tí at Norrøna kann undir øllum umstøð- um ikki koma at bryggju, tá ið Smyril liggur í sínum at- løguplássi og hann ivaðist í, um Smyril kundi koma at, tá ið Norrøna lá í sínum plássi. Men Jóannes Eidesgaard heldur, at størsti trupulleik- in er Norrøna. – Tórshavnar Havn er ov lítil til eitt so stórt skip sum Norrøna, heldur hann. Hann sigur at hendan morgunin, Norrøna ikki torgaði at bryggju fyri vindi, stóð hann í einum vindeyga í Tinganesi og eygleiddi hana. – Tá ið hon ikki kundi koma at tann dagin, verða tað nógvir dagar, at hon kemur at liggja úti í Nols- oyarfirði, tí tá var vindurin onki at tosa um, segði Jóannes Eidesgaard. – Eg haldi sostatt, at Tórshavnar Havn av álvara eigur at umhugsa at finna Norrønu eitt annað atløgu- pláss uttanfyri Havnina, segði løgmaður og at Smyril kemur at fáa fast pláss, har Norrøna nú hevur atløgupláss. Norrøna av Havnini Jóannes Eidesgaard heldur sostatt, at nógv tann besta loysnin hevði verið at funn- ið Norrønu eitt fast atløgu- plás onkra aðrastaðni enn í Havn og at Smyril fekk fast atløgupláss inni í krókin- um, har Norrøna nú liggur. – Tí kann tað væl verða, at næsta útspælið frá lands- stýrinum verður at biðja Tórshavnar Kommunu um samráðingar um at lata Landskassan yvirtaka ferjuleguna og landgong- una, sum er gjørd til Nor- rønu inni á Bursatanga. Men so má ein onnur loysn finnast fyri Norrønu, men tann loysnin liggur ikki í Havnini, sigur løg- maður. Henrik Old skoytti uppí, at skipararnir á Smyrli eru ikki fegnir um loysnina, sum Tórshavnar Kommuna ætlar at seta í verk við at- løguplássi til nýggja Smyril inni á Bursatanga uttaná Norrønu. – Tað merkir, at Smyril skal bakka at bryggju á ein- um ógvuliga trongum øki. Og hendir bara tað allar- minsta, tá ið eitt skip bakk- ar á so trongum øki, er róðrið og skrúva tað fyrsta sum tekur og so er Smyril liðugur í longri tíð, tí so má hann av landinum – Alla aðrastaðni verður roynt at sleppa undan at bakka við so stórum skip- um, legði hann afturat. Skipafelagið rykkja eina skipslongd Men suðuroyingar hava eis- ini eitt annað uppskot, verður als ongin møguleiki at fáa Norrønu úr Havnini. Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági, helt, at ein onnur loysn kundi verið at tikið samráðingar upp við Tórshavnar kommunu og Vinnumálaráðið um at gera ein ferjuskráa til nýggja Smyril heilt inni í krókin- um við Skipafelagið. Men so mugu allir partar góðtaka, at skipini hjá Skipafelagnum rykkja eina skipslongd longur út á Molan at liggja. Á ferðavinnufundinum í Suðuroy leygardagin varð víst á, at tað eru bara ein- stakar ferðir, at Norrøna og Smyril eru á Havnini í senn. Men hetta er, tá ið ferða- ætlanin hjá Norrønu heldur. Er hon seinkað av veðrið, kann hetta skapa enn størri trupulleikar. – Renna vit okkum í seinkingar hjá Norrønu, verður tað ein hurlivasi av eini aðrari verð, helt Her- geir Nielsen. Hann helt tí, at politiskt trýst eigur at verða lagt á Tórshavnar Kommunu og á Skipafelag- ið um at rykkja eina báts- longd longur út á Molan, so at Smyril kann liggja í krókinum við Skipafelagið, tá ið Norrøna og hann eru í Havn í senn. Suðuroyingar vilja ikki sita tigandi longur Á fundi, sum ferðavinnan í Suðuroy skipaði fyri leygardagin, komu nógv viðurskifti fram, sum suðuroyingar eru ónøgdir við. Her eru tað Hergeir Nielsen, vm. Elberg Klettheyggj, sum umboðaði ferðavinnuna fyri Hvalbiar Kommunu, Óli Holm, Orðstýrari og Póla Strøm á kunningarstovuni á Tvøroyri, sum var ein av stigtakarunum Smyril inn í krókin og Norrøna út úr Havnini – Á ferðavinnufundi í Suðuroy leygardagin helt Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at tað besta hevið verið at Norrøna fekk pláss onkra aðrastaðni enn í Haavn. Henrik Old, løgtingsmaður, vinstrumegin á myndini, og Heri Niclasen,stjóri á ferðaráðnum, lýða á C M Y K 5 4