mánadagur 18. februar 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lat tað vera sagt í stundini,
mamma mín er røsk, ar
beiðssom, eitt konubrot og
mamma mín er virkin. Altíð
í ferð við okkurt.
Fýra børn í seks ár
Í 1991 fekk heiðurin at verða
fyrstføddi og einasti drong
urin hjá mammu. Árið fyri
giftist hon við babba. Í 1995
var friðurin úti, tí tá kom
tann fyrsta systurin í verð
ina. Óluva. Sum smádrongur
ynskti eg mær so inniliga ein
beiggja, so eg purraði upp
undir, um tey ikki kundu
royna
einaferð
afturat.
Mamma og babba so gjørdu.
Í 1997 náddi hon so aftur á
soppin, tá við ovurstórum
búki, tí tvíburar vóru ávegis.
Tá hugsaði eg, at nú mátti
fara at ganga. Men Guð hjálpi
mær, komu tvær systrar aft
urat og enn tá báðar ísenn.
Eg trúði ikki mínum egnu
eygum
og
spurdi
tískil
mammu á Landssjúkrahús
inum, um læknarnir høvdu
hugt orduliga eftir. – Men
eftirtíðin
hevur
víst
og
prógvað at tríggjar systrar
ikki eru so galnar kortini.
Í hesi baldrutu og frukt
bæru tíð vóru eg og mamma
við babba úti og sigldu á
heimsins høvum. Tað var í
1994 tá ið Óluva allarhelst
hevur verið undir fram
leiðslu. Í 2001 vóru vit eisini
við Torm Kristinu úti og
sigldu við babba. Tá var
Óluva eisini við. Í 2006 var
kvotan hjá mær uppbrúkt, tí
tá vóru tað bert systrarnar og
mamma við babba á heims-
høvunum. Upplivingar utt
anlands hava ikki vantað
saman við mammu og pápa.
Í 2000 vóru vit øll í Íslandi, í
2005 í Gran Kanaria og 2007 í
Turkalandi.
Mamma er røsk
og arbeiðssom
Tá ið mamma ikki arbeiðir á
føroyska arbeiðsmarknaðin
um, arbeiðir hon í køkinum,
stovuni, fjósinum, kirkjuni,
sunnudagsskúlanum
ella
aðrastaðni. Ja, so hevur hon
eisini verið deknur í skjótt
eina fjórðingsøld.
Tá ið mamma varð liðug
í fólkaskúlanum, fór hon á
tað, tey kalla “húspláss” niðri
í eitt ár. Tá ið hon kom heim,
dyrgdi Hans Olaf, tannlæknin
í Klaksvík eftir henni, tí
hon hevði verið so røsk har
í starvsvenjing. Har bleiv
fast, tí í 1986 varð hon sett í
starv sum klinikkassistentur.
Leggjast skal afturat, at tað
vóru fleiri arbeiðsgevarar,
ið vóru áhugaðir í røsku og
arbeiðssomu Elsebeth av
Viðareiði.
Men
mamma
er
ikki
bangin fyri tí nýggja og ei
heldur fyri at royna nakað
nýtt. Hon fýltist til tíðir á,
at hon ikki fekk sær útbúgv
ing sum ung. Í hesum føri
var hon heldur ikki ráða
leys. Í 2007, eftir drúgva um
hugsunartíð, avgjørdi hon at
fara á Heilsuhjálparaskúla í
Suðuroy. Í januar 2011 átti hon
tvey góð prógv sum heilsu
hjálpari
og
heilsurøktari.
Síðani hevur hon arbeitt á
Sambýlinum á Heygnum og
nú á Vesturstovu í Fuglafirði.
Uttan at taka munnin ov
fullan, so veit eg at hon er
sera væl dámd. Hvør er ikki
glaður fyri eina arbeiðssama,
fryntliga, ábyrgdarfulla og
virkna konu mitt í fjørut
unum? – Fyri okkara við
komandi er tað ein fragd,
at hava eina slíka mammu í
húsinum.
Eingin er sum mamma
Nú kunnu tit kanska gruna
yvir, at hasin Danial er ein
ordans mammudrongur. Um
so er, er tað tykkum at ráða
fyri. Eg eigi minst líka góðan
pápa – tann lýsingin kemur
helst, tá ið hann rundar ár.
Men tað er torført ikki at
leggja til merkis, alt tað, sum
mamma dag og dagliga ger.
Er okkurt tiltak í missións
húsinum, er tað aloftast
mamma, sum stendur við
evstu ábyrgd til endans. Er
okkurt serligt í kirkjuni, eitt
nú tá ið vit fingu nýggjan
prest, er tað aloftast mamma,
sum leggur tann síðsta brikk
in. Er okkurt merkisvert ella
onkur broyting, sum skal
gerast heima, er tað mamma,
ið leggur upp til broytingina
og tekur stigið. Ja! og hava
vit, børnini, gloymt at smurt
matpakkan – sum vit aloftast
gera – er tað mamma (eisini
babba) sum smyr hann.
Tað er nógv meira, eg
kundi skrivað. Men skjótt
verður silvurbrúdleyp. So
okkurt má goymast.
Eingin sum mín mamma er,
arbeiðir við fullari ferð.
Hugagóð og eitt konubrot,
brosandi sum eitt blídligt
lot.
Tillukku við degnum
Vinarliga
sonurin
70 ára føðingardagur
Fríggjadagin 22. februar fyllir Jógvan E. Ósá, Klaksvík, 70
ár.
65 ára føðingardagur
24. februar verður Páll Leo, Vágur, 65 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 23. februar frá kl. 10 til 16 í Jomsborg. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
50 ára føðingardagur
Fríggjadagin 15. mars verður Mainhild Harrysdóttir
Strendur 50 ár (Gugga). Dagurin verður hildin leygardagin
16. mars í Bygdarhúsinum frá kl 18, har øll eru vælkomin.
50 ára føðingardagar
18. mars fylla tvíburarnir Elias og Dánial Christoffersen 50 ár.
Føðingardagurin verður hildin 16. Mars kl 19.00. Tey, ið vilja
hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg við at
ringja tlf. 23 73 23, 22 83 89 ella skriva til 180363@email.fo innan
3. mars 2013. Verið hjartaliga vælkomin! Elias og Dánial
Føðingardagar
2. mars verður Sanna Saxov 65 ár og 3. apríl verður Karsten
Saxov 70 ár. Í hesum sambandi eru familja, vinir, kenningar og
starvsfelagar vælkomin til brunch á Hotel Føroyum leygar
dagin 2. mars millum kl. 10 og 15.30.
nøvn
Mamma mín ‘still going strong’
Mamma mín verður í dag, 18. februar, fýrati og fimm ár. Nøkur góð orð vil eg
ogna henni á hesum degi, tí annað hevur hon ikki uppiborið.
merkisdagar
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 5. mars hava Helena og Finn Johannesen, Miðvágur,
25 ára brúdeypsdag. Dagurin verður hildin heima hjá okkum
á Svabosvegi 22. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Helena og Finn