mikudagur 14. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 70 - 14. apríl 2004
Nr. 70 - 14. apríl 2004
7
Fyri góðum tveimum
árum síðani keypti
Eirikur Olsen eini hús
miðskeiðis á Tvør-
oyri, undir Heygnum.
Húsini vóru í ringum
standi, men stór og
lógu vakurt við
sjóvarmálan. Eirikur
fekk eitt hugskot og í
næstum opnar "Gist-
ingarhúsið undir
Heygnum"
GISTINGARHÚS
Annika B. Mortensen
Tá eg ringdi til Eirik, um-
borð á Grana, segði hann
seg verða ógvuliga spentan
og hann vónar at ferða-
fólkatalið til oynna fer at
batna nú nýggi Smyril
kemur. Eirikur sigur at alt
er við at verða liðugt undir
Heygnum, "nú skal bara
ruddast, vaskast og so skulu
nakrar myndir heingjast
upp".
"Gistingarhúsið
undir
Heygnum" er tað fyrst av
sínum slagið har suðri.
Eingin matstova er, men
gestir hava atgongd til køk
við øllum hentleikum og
møguleiki verður eisini at
bíleggja
mat
uttanífrá.
Kostnaðurin fyri eitt dupult
kamar verður 350 kr, eitt
einstakt kamar kostar 200
kr og eitt høli er eisini ið
nýtast kann til vallaraheim.
Uttanum gistingarhúsið er
væl avbyrgt, so børn kunnu
spæla, og atgongd er eisini
fyri avlamisakfør. Oman
ímóti sjóvarmálanum er eitt
stórt øki har møguleiki
verður at sita og njóta út-
sýni tá góðveður er.
Niðri við sjóvarmálan er
ein nýggj bátabryggjuna.
Eirikur hevur keypt ein
deksbát, sum skal liggja við
bryggjuna og ætlanin er at
gera túrar runt oynna at
dyrgja og fiska við tráðu.
Pláss verður fyri 12 fólkum
umborð. Ein árabátur verð-
ur eisini til taks. Hesin skal
brúkast til at fara út í
fjørðin við. Møguleiki skal
samstundis verða hjá segl-
bátum at leggja at við
bryggjuna undir Heygnum,
og ferðafólk kunnu so baða
sær og fáa ein kaffimunn í
gistingarhúsinum.
Eirikur hevur eisini hús í
Fámjin og um alt kongur
eftir ætlan, kunnu gestir á
Gistingarhúsinum
í
framtíðini fara útferðir til
Fámjins. Hetta hugskotið
hevur Eirikur fingið av tí at
veðurlíkindini í Suðri ofta
eru so, at tá mjørki er á
Tvøroyri er klárt í Fámjin
og øvugt.
"Gistingarhúsið
undir
Heygnum" fer at lata upp
um nakrar vikur og sam-
bært Eiriki hava umleið
tjúgu fólk longu bílagt
pláss til miðskeiðis í mai
mánaða.
LISTASTEVNA
Annika B. Mortensen
Tá oljumessa verður í
Stavanger í august mánaða
verður eisini skipað fyri
mentanartiltøkum á havn-
arøkinum. Nevndin sum
fyrireikar hvussu Føroyar
og føroyska mentannin
skulu sýnast fram váttar at
Eivør Pálsdóttir fer at lut-
taka.
Samstundis við at ONS
oljumessan verður hildin,
24.-27.
august,
verður
eisini skipað fyri einum
ONS festivali á bryggjuni í
Stavanger. Jens Marius
Poulsen, sum er í fyrireik-
ingarnevndini fyri Tórs-
havnar Kommunu, sigur at
eitt
stórt
tjald
verður
karmur
um
mentanar
tiltøkini og at ætlanin er at
hava mangt á skránni.
Birgir Enni skal borðreiða
og skipa fyri sølu av mati
og drykkjuvørum. Søla
verður
av
føroyskum
pløggum og prýðislutum.
Johanna skal liggja við
bryggju og ætlanin er at fáa
harmoniku tónleik umborð.
Kristian Blak fer at luttaka
og Eivør Pálsdóttir hevur
eisini jattað at verða við.
Sambært
Jens
Marius
Poulsen verður ein stórur
pallur við pláss fyri umleið
20.000 áhoyrarum á ONS
festivalinum, og tað er á
hesum at Eivør Pálsdóttir
fer at hava sína framførslu.
Jens Marius leggur afturat,
at enn eru øll tiltøkini ikki
komin til sættis og at arbeitt
verður við at fáa tað fíggj-
arliga loða saman.
Í fyrireikingarnevndini til
ONS festivalin eru: Malan
Johansen, frá Vinnuhúsin-
um, Jákup Simonsen og
Jens Marius Poulsen, frá
Tórshavnar
Kommunu,
Rannvá Troest, frá Runa-
víkar
Kommunu, Ann-
Marie Wang, frá Smyril
Line, Maria á Lofti, frá
Atlantic Airways, Rúna á
Lofti, frá Ferðaráð Føroya
og Birgir Enni skipar fyri
sølu av drykkjuvørum og
mati.
Kunningar-
fundir um
hægri lestur
í Australia
Eitt vaksandi tal av
ungum úr øllum heim-
inum velja at lesa utt-
anlands og seinastu
árini eru fleiri og fleiri
farin til Australia.Í dag
eru meir enn 180.000
ung frá meir enn 140
ymiskum londum og
lesa í Australia. Mill-
um sviar og norðmenn
er Australia eitt av best
umtóktu støðum at
vinna sær hægri lesn-
að,
men
sambært
Holger Arnbjerg, frá
Altjóða Skrivstovuni,
er higartil bara ein før-
oyingur í Australia og
lesur.
Eftir
at
Altjóða
Skrivstovan
skipaði
fyri lestrarstevnu í
heyst hava fleiri ungir
føroyingar fingið á-
huga fyri Australia. Tí
hevur Holger Arnbjerg
fingið eina kunningar-
vitjan til Føroya í lag. Ì
dag og í morgin, 14. og
15. apríl, fáa føroysku
miðnámsskúlarnir vitj-
an av Palle Steen Jen-
sen, frá EDU Dan-
mark,
og
Kristin
Skare, frá La Trobe
fróðskaparsetrinum í
Melbourne í Australia.
EDU
Danmark
er
danska umboðið fyri
mong altjóða fróð-
skaparsetur og sam-
starvar við átta lærdir
háskúlar í Australia. Á
La Trobe fróðskapar-
setrinum í Melbourne
eru 27.000 lesandi og
teirra millum eru um-
leið 3.800 útlendingar.
Palle Steen Jensen
sigur at tað er eingin
loyna hvussu trupult
tað er at velja lestrar-
grein og lestrarstað um
ein vil lesa í útlondum,
og ofta hava fólk ein-
ans atgongd til skrift-
ligt tilfar um ymisku
møguleikarnir. Á vitj-
anini fáa fólk møgu-
leika at práta beinleið-
is við hann og Kristin
Skare frá La Trope
fróðskaparsetrinum,
og høvi verður eisini at
fáa persónligar sam-
røður við teir báðar.
Kunningarfundur
um hægri lesnað í
Australia verður í dag
klokkan 15:20-16:00 á
Studentarskúlanum í
Hoydølum. Í morgin
verður kunningarfund-
ur í Studentaskúlahøll-
ini á Kambsdali, kl.
14:20-15:10, og seinni
kl.
19:00-20:00
á
Handilsskúlanum
í
Tórshavn. Øll áhugaði
eru vælkomin.
A.B.M
Eivør Pálsdóttir og føroysk mentan
á oljumessu
Nýtt gistingarhús á Tvøroyri
Gistingarhúsið undir
Heygnum.
Sjónvarp er í hvørjum
kamari, men annars er
útsýnið vakurt yvir
Trongisvágsfjørð
Føroy-
ingar
hittast
í London
Leygarkvøldið
verður skipað fyri
hugnakvøldið við
filmi, mati o. ø. í
London
HUGNAKVØLD
Leygarkvøldið tann 24.
apríl verður aftur møgu-
leiki hjá føroyingum bú-
sitandi í Stóra Bretlandi
at hittast.
– Øll eru vælkomin,
sigur ein av stigtakar-
unum, Dánjal Rein.
Um alt gongur eftir
ætlan verður byrjað við
at hyggja eftir doku-
mentarfilminum
hjá
Ullu Boje Rasmussen,
Færøerne.dk, sum hevði
frumframførslu í Føroy-
um síðsta summar og
hevur fingið góð um-
mæli. Filmurin hevur
enskan undirtekst, so til
ber at bjóða vinum og
kenningum við, sum
annars ikki skilja før-
oykst.
Síðani verður farið út
at eta á eini italienskari
matstovu, Dolce Vita.
Til ber at fáa tríggjar
rættir fyri £20 íroknað
borðfæ. Boðið frá um
vegetarmatur ynskist.
Drykkuvørur eru ikki
íroknaðar.
Bæði støðini liggja 2
min frá Elephant &
Castle Tube-station og 5
min frá Waterloo-stati-
on.
Til ber a faá innivist a
Soutwark Rose Hotel
fyri 85£ pr. kamar pr.
nátt, írokn. full English
breakfast. Hotellið ligg-
ur við London Brigde,
10 min, frá Elephant &
Castle.
Áhugað verða biðin
um at tekna seg hjá
Dánjal Rein við at senda
ein teldupost til danjal-
rein@msn.com. Freistin
at tekna seg er fríggja-
dagin 16.apríl.
Ein nýggjur Jazz
Festivalur fer at ríka
Havnagotur við tón-
leiki í summar. Heitið
verður Havnar Jazz
Festival, og tað er
Havnar Jazzfelag, ið
skipar fyri
JAZZFESTIVALUR
Eftir at gamli Jazz, fólka og
blues festivalurin fór í søg-
una, er nú ein nýggjur festi-
valur á gáttini. Tað er Havn-
ar Jazzfelag, sum síðani
1975 hevur skipað fyri kon-
sertum í Havnini, ið tekur
stig til nýggja festivalin.
Jazz, fólka og blues festi-
valurin hevur verið hildin á
hvørjum ári síðan 1984
undir leiðslu av Brandi
Øssursson, men við tað at
Brandur flutti aftur til Dan-
markar, eftir at hann fór frá
við eftirløn um heystið
2003, er harvið hendan há-
tíðarstevnan hildin uppat.
Havnar Jazzfelag hevur
síðani miðvíst arbeitt fyri at
stovna ein nýggjan festival,
sum skal fylla tað tómrúm,
ið gamli festivalurin lat eftir
seg. Hetta er gjørt i sam-
starvi við Brandur Øssur-
son, ið hevur givið sína hjálp
og sín stuðul til tiltakið.
Øðrvísi karmar
Nýggi festivalurin far heitið
Havnar Jazz Festival, og
verður samstundis eitt sind-
ur øðrvísi enn tann gamli.
Konsertirnar vera ikki long-
ur hildnar eina í Norður-
landahúsinum eins og und-
anfarin ár, men í Sjónleik-
arhúsinum, smærri spæli-
støðum í Havnini og eisini í
Havnargotum. Soleiðis fær
festivalurin ein meira festi-
valkendan dám. Dentur
verður á hesum fyrsta sinni
lagdur á Norðurlendskar og
Kanadiskar bólkar.
Nøvn á festivalinum
Festivalurin
verður
frá
døgunum 28. juni til 4. juli,
og nógv spennandi nøvn
eru longu komin á skránna.
Nevnast kunnu til dømis
New
Jungle
Orchestra
(DK), sum hevur verið eitt
av allarbestu jazz orkestr-
um í Europa í nógv ár og
sum nú eru floguaktuellir
við Live from Birdland.
Heimskenda diskostjørnan
úr Kanada, Geraldine Hunt,
ið millum annað hevur
gjørt og sungið lagið, Can’t
fake the Feeling, er við á
festivalinum. Hon fer her at
spala
saman
við
The
Arnold Ludvig Trio. Nic-
olas Hill and the universals
(DK) og Jussi Kannaste
Quartet frá Finnlandi eru
eisini við.
Eisini er dentur lagdur á
at fáa nógv góð føroysk
nøvn á skránna, so sum
fløguaktuellu
ENEKK,
Eivør Pálsdóttir, Hans Pet-
ur’s kvintett, vísusangaran
Hanus Johansen og onnur.
Havnar Jazz
Festival
Danskt lógaruppskot:
Læknar skulu góðkenna foreldur
Kemur nýggja danska
lógin í gildi, er tað ein
spurningurin, um
danska sjúkrahús-
verkið er sinnað at
veita føroyskum pør-
um viðgerð fyri barn-
loysi, uttan so at tey
lúka somu treytir,
sum danir
GÓÐKENNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í einum nýggjum lógarupp-
skoti leggur danska stjórnin
nú upp til, at læknar skulu
meta um pør, sum ynskja
viðgerð fyri barnloysi, eru
skikkaði sum foreldur. Eftir
ætlan skal lógin setast í
gildi í 1. oktobur í ár.
Í uppskotinum verður
sagt, at læknar skulu meta
um, hvønn uppvøkstur og
hvørjar umstøður barnið
hevur útlit til.
– Eru úlitini vánalig,
skulu læknar hava heimild í
lógini til at nokta parinum
ísáðing ella aðra viðgerð
fyri barnloysi, sigur Lars
Løkke Rasmussen, heilsu-
málaráðharri.
Læknar nokta
Metingin skal forða fyri, at
ábyrgdarleys fólk ella fólk
við álvarsomum sosialum
trupulleikum fáa børn, ið
mugu takast frá teimum
seinni.
Heilsumálaráðið
vísir á tvey dømi, har børn,
ið vóru fødd eftir viðgerð
fyri
barnloysi,
máttu
tvingsilsflytast beint eftir,
at tey vóru fødd. Ráðið
væntar ikki, at talan verður
um at sálda nógv pør frá,
men sum er, gevur lógin
ikki heimild til tað, og tað
er ábyrgdarleyst, staðfestir
ráðið.
Men danskir læknar vísa
uppskotinum aftur, tí teir
vilja ikki átaka sær leiklutin
sum dómarar.
– Tað er ørkymlandi, at
læknar skulu átaka sær rætt
til at gera av, hvørji fók eru
skikkaði sum foreldur, tí
tað eru vit kanska ikki tey
røttu at døma um, sigur
Jesper Poulsen, formaður í
danska læknafelagnum.
Danska
etiska
ráðið
stuðlar uppskotinum, men
ásannar, at talan er um eina
ógvuliga álvarsama upp-
ílegging.
– Tí eiga vit sum minsta
krav at hava eina skipan,
har tað eru serfrøðingar á
økinum, sum meta um
sosialu støðuna, og har tað
er møguleiki at kæra av-
gerðina, sigur Mette Har-
lev, limur í etiska ráðnum.
Eitt mannarættindi
Danska lógin um viðgerð
fyri barnloysi er ikki gald-
andi í Føroyum, men higar-
til hava føroyskir læknar
hildið seg til somu reglu-
gerð, sum danskir læknar.
– Vit hava umrøtt regl-
urnar fyri ísáðing, men ikki
í sambandi við nýggja upp-
skotið hjá donsku stjórnuni.
Í Føroyum verður viðgerð
fyri barnloysi fatað sum ein
rættur, øll pør hava, um tey
lúka galdandi treytir um
aldur, hjúnarstøðu og tal av
børnum,
tey
eiga
frammanundan. Mær vit-
andi, hava sosialar umstøð-
ur ongantíð verið viðgjørd-
ar sum liður í teimum
viðmælum, ið verða gjørd,
tá pør verða send í viðgerð
fyri barnloysi, sigur Petur
Ellefsen læknastjóri í stutt-
ari viðmerking.
Somu treytir?
Sum er, verða føroyingar
sendir til Danmarkar í við-
gerð fyri barnloysi, og
verða tá mettir sum sjúk-
lingar hjá Ríkissjúkrahús-
inum.
Kemur
nýggja
danska lógin í gildi, er tað
ein
spurningurin,
um
danska sjúkrahúsverkið er
sinnað at veita føroyskum
pørum hesa viðgerð, uttan
so at tey lúka somu treytir,
sum danir.
Petur Ellefsen, læknastjóri
The Grand Old Man inann jazz í Føroyum, Brandur Øssursson er fluttur til Danmarkar. Við
honum er gamli Jazzð, fólka- og bluesfestivalurin farin í søguna. Men nú er tað Havnar Jazz-
felag, ið tekur stig til nýggjan jazzfestival
C
M
Y
K
7
6