týsdagur 19. februar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Nú skal nevnd setast at
arbeiða við ætlanini at ge
ra undirsjóvartunnil ímill
um Streymoy og Sandoy.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður í innlendis
málum, fer í hesi vikuni
at senda politisku flokk
unum á Løgtingi bræv,
har hann biðjur teir velja
lim í nevndina.
Landsstýrismaðurin
sigur, at allir flokkar Løg
tingið fáa hvør sín lim í
nevndina, og harafturat
fær Janus Rein, uttan
flokstingmaður,
eisini
høvi at vera við í nevndini.
- Hetta er eitt so stórt
mál, at eg haldi, at tað
vildið verið skeivt at gjørt
hetta til eitt samgongu
mál burtur av og tískil
haldi eg, at tað hevur
hevur stóran týdning, at
allir flokkarnir eru við í
arbeiðnum at finna eina
loysn.
Nevndin er eitt úrslit
av, at Kaj Leo Holm
Johannesen,
løgmaður,
púra
óvæntað
greiddi
frá í Sosialinum herfyri,
at hann var sinnaður at
framskunda ætlanina at
gera Sandoyartunnilin.
Í hesum sambandi vildi
hann seta eina nevnd við
umboðum fyri politisku
flokkarnar at gera eitt
uppskot
um,
hvussu
tunnilin kann gerast og
fíggjast og tað uppskotið
skal vera liðugt longu í
heyst.
Tað er tann nevndin,
sum nú verður sett.
Kári P. Højgaard sigur,
at arbeiðssetningurin hjá
nevndini verður at lýsa
málið til fulnar, soleiðis
sum tað nú liggur og at
leggja alt tað tilfarið fram,
sum Landsverk hevur út
vegað.
- Í hesum sambandi
skal nevndin lýsa, hvat er
gjørt av tí fyrireikandi ar
beiðnum, og, hvat er eftir
at gera.
Samstundis skal nevn
din leggja eina ætlan fyri,
nær tunnilin kann gerast
og, hvussu hann kann
fíggjast, sigur landsstýris
maðurin.
Áki Bertholdsen
- Eg havi fingið eina bundna
uppgávu frá Løgtinginum og
hana haldi eg meg til.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður í innlendismál
um, vil ikki tosa um aðrar
møguleikar fyri at binda
Streymoy og Eysturoy sam
an,
uttan
ígjøgnum
ein
privatan undirsjóvartunnil
undir Tangafirði.
Sostatt er tað greitt, at eitt
alternativ uppskot hjá Frank
Hansen, verkfrøðingi, um at
binda meginøkið í Føroyum
saman við tunlum og brúgv
um, verður er lagt í skuffuna.
Og har verður tað liggj
andi!
- Eg havi ongar viðmerk
ingar til tað ætlanina, sigur
landsstýrismaðurin.
Alternativa uppskotið hjá
Franka Hansen varð umrøtt
í Sosialinum mikudagin og
eftir tí ber til at gera eina
farleið ímillum flestu pláss á
meginøkinum við tunlum og
brúgvum, sum fer at koma
nógv fleiri fólkum til góðar,
enn ætlaða farleiðin við
undirsjóvartunli fer at gera.
Hartil er hendan farleiðin
fleiri hundrað milliónir bílig
ari enn undirsjóvartunnilin.
Men verður ein privatur
undirsjóvartunnil
gjørdir,
noyðist landið at binda seg í
eini 20-30 ár og tað merkir, at
landið kann ikki fara undir
nakrar ábøtur, sum kunnu
metast at vera í kapping við
privata tunnilin.
Men Kári P. Højgaard vil
ikki umrøðan hendan møgu
leikan yvirhøvur.
Hann sigur, at hann kenn
ir til hesa alternativu ætlan
ina, men ætlar sær ikki at
viðgera hana.
- Eg havi fingið eina bund
na uppgávu frá Løgtinginum
og tað er at fyrireika ein
privatan undirsjóvartunnil,
og eg ætli at halda meg til
Løgtingsins vilja.
- Tí er hendan alternativa
ætlanin ikki viðkomandi,
leggur hann afturat.
Bara ein møguleiki
Men hevur tú, sum lands
stýrismaður við ábyrgd fyri
økinum, ikki skyldu til at
lýsa allar møgeikar, so at
Løgtingið kann taka støðu.
- Nei, ikki í hesum føri, tí
Løgtingið hevur álagt mær at
arbeiða við eini ávísari loysn.
Tað er tað einasta, eg havi
heimild til og tað ætli eg mær
at brúka allar kreftur upp á
at halda Løgtingsins vilja,
sigur landsstýrismaðurin.
Hann leggur dent á, at
tískil verður arbeitt fyri at
fremja eina verkætlan við
einum privatum undirsjóvar
tunli við rundkoyring á botni
suður úr Raktanga og einum
armi upp á Strondum, einum
armi upp á Toftum og einum
armi til Havnar
Í løtuni arbeiða ráðgevar
ar hjá landsstýrinum fyri at
finna útav, um áhugi er fyri
at fíggja ein undirsjóvar
tunnil.
Og
fyrrenn
greiða
er
fingin
á
tí,
hevur
landsstýrismaðurin
ongar
viðmerkingar.
Les eisini dagsins oddagrein.
Óviðkomandi
- Tað er óviðkomandi at kanna aðrar møguleikar, tí Løgtingið hevur álagt mær at arbeiða
fyri einum privatum undirsjóvartunli, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður
Tunnils
nevndin
sett í
vikuni
Tað hevur hevur
stóran týdning, at allir
flokkarnir eru við
Eg havi ongar
viðmerkingar til tað
ætlanina
Vilja ikki tosa
um aðrar
møguleikar
VRAKAÐ Ein verkætlan um binda Streymoy og Eysturoy
saman við tunlum og brúgvum, ístaðin fyri undirsjóvartunli,
verður løgd í skuffuna, og har verður hon liggjandi