Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Uppskotið hjá Tjóðveldi og Framsókn um stjórnar­ skipan Føroya, sum skuldi koma til viðgerðar fyri døg­urða, er nú útsett til í morg­in. Løgtingsfundurin varð niður­lagd­ur stutt fyri døgurða, tá greiða skuldi fá­ast á, hvussu atkvøðast skuldi um at fáa málið burtur­víst. Fundurin lá still­ur í meira enn hálvan tíma, og tá Jógvan á Lak­ju­ ni, tingformaður, tók fund­ in upp aftur boðaði hann frá, at málið er útsett til í morg­in. Tað ljóðaði eisini í tingi­ num, at Framsókn helst sá mál­ið tikið aftur, men at Tjóð­veldi strongdi á, at fáa tað lagt fyri tingið. Hvussu er og ikki, verður uppskot tikl løg­ tings­lóg um stjórn­ar­skip­ an Føroya útsett til ting­ fundin í morgin. Leo Leo Poulsen Eitt mál í Føroya Rætti í síðs­ tu viku varð tikið upp til dóms týsdagin. Ein maður stóð ákærdur fyri í fleiri førum at hava brot­ið eitt polititilhald móti einari kvinnu, við at ha­va ring og sent smsboð til kvinnuna, hóast hann í mars í fjør hevði fingið politi­til­hald og bót fyri júst sama á­gang. Í grundbgevingini fyri dóm­in segði dómarin, Han­na Vang, at dentur var lagd­ur á, at hesi brotini vórðu framd beint eftir, at maðurin hevði fingið politi­til­hald, og at tað var próv­fast, at upp­ring­ing­ ar­nar og sms­boð­ini komu frá tele­fon­un­um hjá ákærda. Dómarin segði, at vitnis­ frá­greið­ingin hjá kvinnuni var trúverdug, tó at hon ikki út í æsir mintist tíð og dag, nær hendingarnar fóru fram. Um orsøkina til, at dóm­ urin gjørdist treytaður, segði dómarin, at seinastu út­tal­ils­ ini hjá ákærda í rættinum høv­du sannført dómaran um,­ at ákærdi fór ikki at bróta polititilhaldið aftur. Dómurin á 40 dagar er treyt­aður av, at ákærdi einki revsi­vert ger tey næstu tvey ár­ini. Báðir partar hava nú 14 dag­ar at gera av, um dómurin skal kærast inn fyri Eystara Lands­rætt. Treytaður dómur fyri telefonágang Hóast ákæruvaldið kravdi 40 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri brot á polititilhald, valdi dómarin at gera 40 dagar langa dómin treytaðan Málið um stjórnar­ skipan útsett Kærarin onga viðmerking Tað hevur leingi verið kent, at kært er um útfyllingina við havnarlagið á Tvøroyri, har Varðin Pelagic ætlar at byggja út.

 Kærustovnur Føroya upp­lýsir, at tað er Kári Thom­sen, formaður í Før­oya Náttúru- og Um­ hvørvis­felag, sum hev­ur kært út­fyll­ing­ini.

Men hann hevur als ongar við­ merk­ing­ar til kæruna.

 - Kæran er undir við­ gerð, og eg havi einki at siga í málinum, meðan so er, sigur Kári Thomsen.

 Á Kærustovninum ver­ð­ur upp­lýst, at mið­að verð­ur fram ímóti at fá­a fund í nevnd­ini 1. mars.

Tá nevnd­in kem­ur sam­an, tek­ ur hon av­gerð sama dag, verð­ur sagt av Kæru­stovni Før­oya. Leo