Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Lagt til rættis: Árni Joensen Tá Bill Clinton var í Oslo fyrr í mánaðinum, fekk hann 800 milliónir krónur frá norsku stjórnini, sum skulu brúkast til fyribyrging til kvinnur í tí fátæka heiminum. Í sambandi við handanina bleiv upplýst, at tað eru 200 milliónir kvinnur kring heimin, sum vilja hava fyribyrging, men sum ikki hava atgongd til tað. Avleiðingin er, at nógvar kvinnur doyggja av trupulleikum í sambandi við barnburð. Orsøkin er sambært vís­ind­ ini tann, at teir stóru kvinnu­ árgangirnir, sum byrjaðu at roykja í 1960-unum og í 1970- unum, fáa lungnakrabba nú. Í Bretlandi og Póllandi er tað longu so, at fleiri kvinnur doyggja av lungnakrabba en av bróstkrabba, og fram­rokn­ ingar hjá lærda háskúlanum í Milano vísa, at í 2015 verður hetta mynstrið í Evropa sum heild. Skúlin í Milano hevur kann­að, hvussu mong doyggja av krabbameini í Ev­ ropa, og hvørjari krabbasjúku tey doyggja av. Úrslitið er, at sum heild minkar talið á teim­um, sum doyggja av bróst­krabba, meðan talið á teim­um, sum doyggja av lungna­krabba, veksur. – Vit vænta, at hetta til eina ferð millum 2020 og 2025 fara fleiri at doyggja av lungnakrabba, men tá vænta vit, at talið fer at minka, tí at tey yngru ættarliðini av kvinnum roykja minni, sigur pro­fessarin Carlo La Veccia, sum hevur staðið fyri kanning­ini. Roknað verður við, at um­ leið 82.000 evropeiskar kvinn­ ur doyggja av lungnakrabba í ár, og at umleið 88.000 doyggja av bróstkrabba. Sum menninir Tað var í fimmti- og seksti­ árunum at kvinnur av álvara fóru at roykja, og uttan iva var tað ein avleiðing av, at menn royktu. Í 1950-unum og 1960-un­ um varð sagt, at kvinnur, sum royktu, vóru í tríggjar ferðir størri vanda fyri at fáa lungna­krabba enn kvinnur, sum ongantíð høvdu fest sær í. Í dag sigur vísindin nakað heilt annað. Amerikanskar kanningar árini frá 2000 til 2010 vísa, at í veruleikanum er vandin heilar 25 ferðir størri. Granskararnir siga, at gongdin hjá kvinnunum er júst, sum hon var hjá monnunum. Longu í 1980- unum vístu kanningar, at menn, sum royktu, høvdu 25 ferðir størri sannlíkindi fyri at fáa lungnakrabba enn teir, sum ongantíð høvdu roykt. Nú, 30 ár seinni, koma kvinnurnar í somu støðu. – Vilja kvinnur liva sum menn, doyggja tær sum menn, hevur ein ameri­kansk­ ur granskari sagt um kvinnur og royking. Lungnakrabbin yvirhálar skjótt bróstkrabban Heldur verandi gongd fram, verður tað skjótt so, at fleiri evropeiskar kvinnur fara at doyggja av lungnakrabba enn av bróstkrabba Hvønn dag eru 13 danskir sjúkra­ røktar­frøðingar fyri kynsligum ágangi ella kynsliga niðrandi viðmerkingum. Í Før­oyum er øðrvísi Í fjør upplivdu 4.700 sjúkrarøktar­ frøðingar í danska heilsuverkinum slíkt, og tað var tvær ferðir fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Kortini eru tað bara tær frá, sum siga frá. Dorte Steenberg, sum er næstfor­ maður í Dansk Sygeplajeråd, mælir arbeiðsplássunum til at tosa um trupul­leikan og at fyribyrgja slíkum við at varpa meiri ljós á evnið. – Gongdin er ørkymlandi. Vit noyð­ ast at hyggja nærri at hesum, sum vit kunnu finna útav, hvat skal gerast til tess at fyribyrgja, at sjúkra­røktar­ frøðingar eru fyri ágangi ella niðrandi viðmerkingum á arbeoðsplássinum, sigur Dorte Steenberg við blaðið Syge­ plejersken. Hon leggur afturat, at tað týdningarmesta er at fáa fólk at tosa opið um evnið. Dorte Steenberg vónar, at sjúkra­ røktarfrøðingarnir fara til leiðararnar ella starvsfelagar og siga frá, hvat er hent teimum - bæði fyri teirra egnu sinnisstøðu og fyri at fáa greiði á, hvusu tær kunnu møta sjúklinginum aftur, uttan at søgan endurtekur seg. Øðrvísi í Føroyum Tað er líkt til, at sjúkrarøktarfrøðing­ arnir í føroyska heilsu- og almanna­ verk­inum fáa betri frið enn teirra starvssystrar í Danmark. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at í felagnum hava tey ikki fingið nakað mál um kynsligan ágang ella kynsliga niðrandi viðmerking ímóti limum. Av tí sama hava tey heldur ikki gjørt nakra kanning av fyribrigdinum, sigur hon. Óluva í Gong sigur, at søgur hava altíð verið um kynsliga niðrandi orðalag ímóti sjúkrarøktarfrøðingum, men at eingin tílík hending er fráboðað felagnum. Danskir sjúkrarøktar­ frøðingar fáa ikki frið Vælløntir læknar Tann best lønti praktiserandi læknin (kommunulæknin) í Danmark tjenar knappar 2,2 milliónir krónur um árið, og hann er ein av trimum læknum, sum forvinna meiri enn tvær milliónir krónur um árið. Hetta halda regiónirnar vera í meira lagi, og tær ætla nú at kanna grundarlagið fyri lønini hjá læknunum. Læknafelagið heldur hinvegin ikki, at lønin er ov høg. Felagið sigur, at teir praktiserandi læknarnir fáa ikki meiri løn enn yvirlæknarnir á sjúkrahúsunum, og tí er lønin rímilig, sigur felagið hjá teimum praktiserandi læknunum.