Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Handilin hjá Mariu Poulsen er mítt lív – Her havi eg trivist ógvuliga væl, og eg havi glett meg at koma til arbeiðis. Eg haldi ikki, at eg kundi fingið eitt betri arbeiðspláss og fittari starvsfelagar, sigur Sigga Jacobsen, sum hevur starvast hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu í Havn í samfull 40 ár Vilmund Jacobsen Hin 1. februar í ár hevði Sigga Katrina Sólveig Jacobsen, vanliga rópt Sigga, starvast hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu í Havn í samfull 40 ár. Tá lýst varð eftir fólki til handilin tíðliga í 1973, søkti Sigga, sum tá var 27 ára gomul og fekk starvið. Her hev­ur hon verið øll árini síðan – í fulltíðarstarvi og uttan nakran sum helst steðg. Seinnu tíðina hevur hon tó havt frí mikudagar. Tá hesin mánaðin er úti hósdagin í næstu viku - hin 28. februar – gevst Sigga í tí starvi, hon hevur havt øll hesi ár. – Eg fegnist um, at heils­ an hevur verið góð. Hin 23. desember fór eg um pen­ sjóns­aldur, tá eg fylti 67. Hóast heilsan er góð, er tað sjálvsagt ikki heilt tað sama at vera 67 sum at vera 27, sig­ ur hon brosandi. Fyritøkan Maria Poulsen hevur meiri enn 100 ár á baki. – Tá eg byrjaði í handl­ inum, var tað Grímur á Dul, sum skipaði fyri. Systir hansara, Maria í Skorini, tók sær av innkeypi og skriv­ stov­uni. Nú er tað abba­dóttir Grím, Súsanna á Dul, sum hevur leiðsluna. Tey fyrstu árini var verkstaðurin her aftan­fyri í bygninginum, men sum tíðin leið, flutti alt, sum hevur við HVS at gera, í nógv betri umstøður á Hálsi. Glað til arbeiðis Sigga Jacobsen sigur, at handilin í Tórsgøtu hev­ur altíð verið eitt gott arbeiðs­ pláss, og tað eru fitt og fyri­ kom­andi fólk, ið hava stílað fyri øll hesi ár. – Her havi eg trivist ógvu­ liga væl, og eg havi glett meg at koma til arbeiðis. Eg haldi ikki, at eg kundi fingið eitt betri arbeiðspláss og fittari starvs­felagar. Áhugin fyri vør­unum, sum handilin hev­ ur selt øll hesi ár, hevur eisini verið stórur. Um so ikki var, hevði eg slett ikki kunnað ar­beitt her so leingi, sum eg havi gjørt. Hon sigur, at nógv er broytt hesi 40 árini, men fram­vegis er konseptið við handl­inum hitt sama – við bú­nýtis­vør­um av øllum handa slag í niðaru hæddini og stein­toyi, gafflum, knív­um og ymiskum gávu-og prýðis­ lutum í ovaru hæddini. – Kuffertini, sum Maria Poulsen eisini er so kend fyri, eru framvegis ein týðandi partur av konseptinum, og vit hava selt kuffert øll árini, eg havi arbeitt í fyritøkuni. Nógvir starvsfelagar Sigga sigur, at hesi árini hev­ur hon havt nógvar starvs­felagar, og tá hon byrj­ aði, arbeiddi eisini Anna Abraham­sen, sum var ættað úr Mykinesi, í handlinum. Anna, sum doyði fyri fáum árum síðan, fylgdi við, tá hvs-part­urin flutti niðan á Háls, og tá fór hon at arbeiða á skriv­stov­uni. Hon sigur, at Hjartvard Hvít­hamar arbeiddi eisini í handl­inum, tá hon byrjaði, men hann gavst longu um heyst­ið. Hjartvard er deyður fyri fleiri árum síðan. – Ein onnur kvinna, sum eisini hevur tænt Mariu Poulsen í mong ár, er Kristibjørg Stovugarð, sum fram­vegis arbeiðir í handl­ inum. Hon hevur verið her í eini 30 ár, men hevur verið burt­ur inn ímillum og er komin aftu. Sigga ásannar, at handilin hjá Mariu Poulsen hevur fylt rættiliga nógv í hennara lívi. – Adressan er hin sama, og hølini eru tey somu, men sum árini eru liðin, er handilin útbygdur og dagførdur, sigur hon. Hvør er Sigga? Sigga Katrina Sólveig Jacob­ sen er úr Fuglafirði. For­eldr­ ini vóru Elin Sofía, ættað úr Fuglafirði og Jóhannus, róptur Jóhannus skó­mak­ ar­in, ættaður úr Funningi. Mamman var heima­gang­ andi og pápin, sum var orto­ ped­iskur skómakari, ar­beiddi til hann var komin langt upp í átta­ti­árini. – Pápi var føddur í 1910 og mamma í 2012. Mamma var 65 ára gomul, tá hon doyði - og pápi gjørdist 96 ár. Hon sigur, at áðrenn hon fór til Havnar at arbeiða hjá Mariu Poulsen, hevði hon ar­beitt trý ár hjá Brøðrum Petersen í Fuglafirði, sum høvdu handil, ið seldi á leið somu vørur, sum Maria Poulsen gjørdi. – Eitt skifti arbeiddi eg á bakarínum í Fuglafirði, og eg arbeiddi eisini á flaka­virk­ inum. Haraftrat var eg í Dan­ mark í eitt hálvt ár. Ikki at keða seg Nú Sigga gevst hjá Mariu Poulsen hósdagin í næstu viku, stúrir hon ikki fyri, at hon fer at keða seg. – Eg havi líka sum vant meg við tankan, og eg ivist onga løtu í, at eg fái tíðina at ganga. Síðan eg flutti til Havnar at búgva fyri 40 ár­ um síðan, havi eg vitjað í barna­heiminum í Fuglafirði at kalla hvørt vikuskifti og næstan hvørja feriu. Beiggi mín, Óli Jacobsen, býr í barna­heim­inum, sum pápi okkara bygdi, sigur Sigga Jacobsen. Sosialurin kann leggja aftrat, at P/F Maria Poulsen skipar fyri móttøku fríggja­ dagin komandi millum klokk­ an 16 og 18 í sambandi við 40 ára starvsdagin hjá Siggu Jacobsen. Móttøkan verður í handl­inum í Tórsgøtu. vilmund@sosialurin.fo – Eg havi líka sum vant meg við tankan, at eg nú skal gevast, og eg ivist onga løtu í, at eg fái tíðina at ganga, sigur Sigga Jacobsen Mynd: Álvur Haraldsen Móttøka verður í handlinum hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu fríggjadagin millum klokkan 16 og 18