Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Nr. 70 - 14. apríl 2004 9 Eftir eina trý ára langa verkætlan áljóðandi millum 30 og 50 milliónir eru tey umleið 100 arbeiðsfólkini á Tryggingarfelagnum Føroyar í Havn loksins savnað í somu hølum niðri á Konga- brúnni. – Savnanin hevur stóran týdning fyri samarbeiðið og samskiftið í fyri- tøkuni, sigur Gunnar í Liða, stjóri TRYGGING Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Tryggingarfelagið Føroyar hevur fram til apríl 2004 verið býtt upp í tvey geo- grafisk arbeiðsøki í høv- uðsstaðnum. Um 60 starvs- fólk hava havt sín gerandis- dag niðri á Kongabrúnni í Havn, meðan onnur 40 hava sitið uppi á Hálsi, men eftir eina trý ára langa verk- ætlan, sum sambært leiðsl- uni hevur kostað millum 30 og 50 milliónir, er alt virk- semið teirra nú savnað niðri á Kongabrúnni. Fýra gamlir bygningar eru umvældir frá grundini, og hóast talan hevur verið um eitt drúgt arbeiði, er stjórin Gunnar í Liða fegin um úrslitið. – Vit hava leingi sæð fram til dagin, tá øll starvs- fólk okkara kundu savnast undir somu lon í Havn, tí hetta er týdningarmikið fyri samskiftið og samarbeiðið í fyritøkuni, sum víðari elvir til betri kundatænastu, sig- ur Gunnar í Liða. Stjórin greiðir frá, at fys- isk frástøða í einu og somu fyritøku altíð er ein mein- bogi fyri arbeiðslagið, og frá byrjan hevur leiðslan mett, at fyritøkan ikki er størri enn so, at øll starvs- fólkini kunnu arbeiða í somu húsum. – Eftir at vit fusioneraðu í 1998, hava vit havt hetta ynskið, og loksins eydnað- ist okkum at fullfíggja ætl- anirnar, sigur Gunnar í Liða. Hølini á Hálsi til leigu Stjórin á Tryggingini sigur um samlaðu verkætlanina, sum fór í gongd í 2001, at hon hevur verið bæði drúgv og dýr. – Av tí at bygningarnir vórðu so gamlir, og vit máttu byrja so grundleggj- andi, gjørdist arbeiðið sera kostnaðarmikið og drúgt, men hetta hevur verið neyðugt, um vit skuldu hava úrslitið, vit í dag standa við, vísir tryggingar- stjórin á. Bygningurin á Hálsi, fyritøkan higartil hevur nýtt, verður sambært Gunnari í Liða leigaður út, nú alt starvsfólkið á Trygg- ingini er flutt haðani oman á Kongabrúnna. – Partur av bygninginum er longu leigaður út til fútan og ALS, meðan restin av bygninginum nú verður leigað út, og stórur áhugi tykist vera fyri tøku hølun- um, sigur Gunnar í Liða. Tryggingin hevur sostatt einki virksemi á Hálsi long- ur, og er hetta sambært stjóranum eitt stórt fram- stig fyri fyritøkuna. Tilsamans arbeiddu sum sagt um 40 fólk í hølunum á Hálsi, meðan umleið 60 starvsfólk hava arbeitt niðri á Kongabrúnni, og eru tey 100 arbeiðsfólkini í Havn nú savnað undir sama taki. Tilsamans arbeiða umleið 120 fólk á Tryggingarfel- agnum Føroyar, tá deildir kring landið eru íroknaðar. Tryggingarfelagið savnað Hóskvøldið 15. apríl hevur Amnesty International aðalfund, og leiðarin í kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, skal hugleiða um harð- skap móti kvinnum. Forkvinnan Annika Sølvará vónar, at fyrilesturin dregur fleiri fólk til fundin AÐALFUNDUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo 5. mars lanseraði stóri al- tjóða felagsskapurin fyri mannarættindum, Amnesty International, eitt globalt, felags átak at koma harð- skapi móti kvinnum til lívs. Føroyska deildin undir Am- nesty International hevur í hesum sambandi fingið leiðaran í kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, at hugleiða um evnið og seta hol á kjakið um ágang mót- vegis kvinnum á ársaðal- fundinum, sum verður hildin hóskvøldið 15. apríl á landsbókasavninum klokkan 19.30. Vóna breiða undirtøku Hóast Amnesty í Føroyum hevur umleið 550 limir, er uppmøtingin til aðalfund- irnar ikki altíð eins góð, men í ár vónar forkvinna felagsskapsins Annika Sølvará, at fyrilesturin hjá leiðaranum í Kvinnuhúsin- um kann draga fleiri til. – Vit vóna, at fleiri limir vera til staðar hóskvøldið, nú Elin Reinert Planck heldur fyrilestur um tað átak, Amnesty Internatio- nal í løtuni hevur ovast á breddanum, og vit hava sent bræv til allar okkara limir, sigur Annika Sølvará. Meiri tilfar um aðalfund- in og um evnið viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum er at finna á heimaíðuni www.amnesty.fo Amnesty aðalfundur: Harðskapur móti kvinnum í fokus – Vit vóna, at fyrilesturin um ágang móti kvinnum dregur fleiri fólk til ársaðalfundin hóskvøldið, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty International í Føroyum – Vit hava leingi sæð fram til dagin, tá øll starvsfólk okkara kundu savnast undir somu lon í Havn, tí hetta er týdningar- mikið fyri samskiftið og samarbeiðið í fyritøkuni, sum víðari elvir til betri kundatænastu, sigur Gunnar í Liða, stjóri Eftir eina trý ára verkætlan áljóðandi millum 30-50 milliónir er starvsfólkið á Tryggingarfelagnum Føroyar savnað í bygningunum niðri á Kongabrúnni í Havn, sum Tryggingarfelagið frá grundini hevur umvælt Mynd: Álvur Haraldsen Hetta er nakað nýtt Við sjampanju og kransakøku var skjøtil settur á nýggju flogrutuna hjá At- lantsflogi úr Kastrup til Perugia í økinum Umbria í Mið-Italia. Ein flogtúrur upp á umleið hálvan triðja tíma, har ongin "cat- ering"er á ferðini. - Hetta er nakað, sum vit ikki hava roynt áður, siga flogtern- urnar FERÐAFRÁSØGN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Ávegis til Perugia: Umleið fimti ferðafólk eru við flúgvaranum hjá At- lantsflogi á hesum fyrsta túrinum til Perugia. Flog- ternurnar eru tríggjar í tali, og tey hava ikki so nógv um at vera, sum vanligt er á flogrutum hjá Atlantsflogi. Hetta kemur fyrst og fremst av, at tey ikki servera mat á ferðini. Og harafturat selja tey ikki tollfrítt. – Hetta er heilt øðrvísi enn tað, sum vit eru von við, siga tey. Á ferðini verður tó kaffi, te, vatn og djús givið ferða- fólkunum, og um tey vilja hava okkurt annað, so ber tað eisini til, men tá skulu tey gjalda fyri tað. – Tað kennist nakað løgið at skula taka pening frá teimum, men tað er helst bara tí, at vit ikki hava roynt hetta áður, sigur ein av flogternunum, meðan hon fyllir á vognin. Hetta ger samstundis tað, at tíðin fyri flogternurnar kann fella eitt sindur long, tí tey eru jú von við, at ferð er á allatíðina, meðan flog- ið verður. Sjálvi vita tey ikki so øgiliga nógv um økið, ið flogið verður til, men tey eru samd um, at hetta er nakað øgiliga spennandi. Tvørrandi samskifti Eitt sum er at finnast at í sambandi við hesa nýggju rutuna hjá Atlantsflogi er, at um ein ætlar sær at nýta rutuna, so má ein úr Før- oyum dagin fyri og yvir- nátta í Keypmannahavn. Hetta kemur av, at At- lantsflog flýgur úr Føroy- um klokkan 11 og lendir í Kastrup um hálvgum trý- tíðina danska tíð, men hin flúgvarin fer úr Kastrup til Perugia klokkan 14. So- statt er talan um ein hálvan tíma á muni. Umboð fyri FlyPlus, sum er samstarvspartnarin hjá Atlantsflogi á hesari rutuni, ásannar, at hetta er ein býttur trupulleiki, men sig- ur tó, at tað uttan iva fer at bera til at gera nakað við hetta. – Hetta er kanska eitt klassiskt dømi upp á tvørrandi samskifti, sigur umboðið fyri FlyPlus. Men her skal tó sigast, at í einum tilboði upp á eina ferð til Umbria í mai, verð- ur lýst við, at flogið verður til Perugia sama dag, sum flogið verður úr Føroyum, og er her hetta helst eitt dømi uppá, at tað verður gjørt nakað við hendan lítla trupulleikan. Perugia floghavn Nú nærkast til lending, og alt er avruddað. Nakað av rumbli hevur verið á ferðini, men kortini ikki nakað, sum órógvaði ferða- fólkini yvirhøvur. Flogfarið lendir í øllum góðum á flogvøllinum í Perugia, og tað kennist næstan sum ein er komin til Føroya. Ein trappa verður sett til flogfarið og so ganga ferða- fólkini frá flogfarinum til móttøkuhølið á flogvøllin- um. Størsti munurin er tó lýkkan í veðrinum. Eini 18 stig, og sólin hevur hug at skína. Ein lítil flogvøllur, sum ikki er stórt annaðleiðis enn Vága Floghavn. Ein løta gongur, áðrenn viðførið er fingið til høldar, og júst sum heima í Føroyum, kunnu ferðafólk standa og hyggja at, meðan viðførið verður tikið úr flogfarinum og koyrt í vognarnar. Tá fólk hava fingið teirra viðføri, fara tey hagar tey skulu. Ferðalagið hjá okk- um bíðar tó eftir einum bussi, sum skal koyra okk- um til Perugia, har vit skulu búgva í nakrar dagar. Fyri framman liggja nakrir spennandi og áhugaverdir dagar, har vit skulu vitja ymsar býir og kend støð í Umbria. Og meðan vit gera okk- um tilreiðar at fara í bussin, bunkrar flogfarið hjá At- lantsflogi, og flogternurnar gera flogfarið klárt til at flúgva aftur til Kastrup við umleið sjeyti ferðafólkum. Flogfarið hjá Atlantsflogi á fyrsta sinni á flogvøllinum í Perugia í Mið-Italia. Ein flogvøllur, sum ikki er nógv størri enn Vága Floghavn Friðarlig høgtíð Løgreglan kring landið sigur frá einari sera friðarligari høgtíð. Bæði í Runavík og í Klaksvík sigur løgreglan, at onki hevur verið áfatt um halguna. Í høvuðsstaðnum hevur somuleiðis verið sera friðarligt. Páskadag tók løgreglan tó ein sum koyrdi ávirkaður av rús- drekka í R. C. Effersøes- gøtu í Havn. Og ein annar bilførari varð eisini tikin fyri at koyra 125 km/t í Kollfjarðartunlinum. – Annars hevur tað bert verið smáttaríir sum til dømis leysir hundar, um skíris- og páskahalguna, sigur vakthavandi á løg- reglustøðini í Havn. -sae- Givin at leita Skipaða leitingin eftir tí 48 ára gamla Jens Frederiksen úr Havn, sum hevur verið burtur síðani seinasta týsdag, er nú steðgað. Løg- reglan metir ikki, at nakað endamál er í at halda fram LEITING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Vit hava onki spor at ganga eftir í hesum mál- inum. Maðurin er horvin, sigur vakthavandi á løg- reglustøðini í Havn. Leitað hevur verið eftir Jens Frederiksen bæði á sjógvi og landi, síðani mikudagin í farnu viku, og leitingin hevur hildið fram alla halguna. Men uttan úrslit. Tórshavnar Bjarginga- rfelag, Froskmannafelag- ið, Brimil og tyrlan hava leitað, men onki hevur verið at sæð til mannin. Og nú leitingin hevur staðið á í fimm dagar, hava myndugleikararnir gjørt av at steðga tí skipaðu leitingini. – Vónirnar at finna mannin á lívi eftir fimm dagar, um hann enn er í landinum, eru sera smáar. Og hartil er eisini mark fyri, hvussu longi orka er til at leita, sigur vakt- havandi. 48 ára gamli Jens Freder- iksen var seinast sæddur við studentaskúlan í Hoy- dølum seinasta týsdag. Leitingin eftir honum byrjaði mikudagin, og hó- ast løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum halda seg hava sæð hann, so hevur tað ikki eydnast at spunnið ein tráð burturúr teimum upp- lýsningunum, sum eru komnir inn. – Fimm daga leiting og upplýsingar frá fólki hava onki úrslit givið, og nú er skipaða leitingin steðgað, men sjálvandi vil tað altíð verða onkur, sum heldur fram, og vit fara sjálvandi eisini at hava eyguni við okkum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tórshavnar Bjargingarfelag, Froskmannafelagið, Brimil og tyrlan hava leitað, men onki hevur verið at sæð til mannin C M Y K 9 8