Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Nr. 70 - 14. apríl 2004 11 Støðan í Iraq gerst alt meira hættislig fyri hvønn dag, sum fer. Samanbrestir, burturflytingar og ein støða, sum í ávisum pørtum av Iraq mest líkist borgarakríggi er tann mynd, sum heimurin nú hevur av amerikansku hersetingini av Iraq. Tað er lætt at vera eftirklókur, so tað gevur lítla meining at vísa til tær mongu ávaringar, sum vóru frammi, tá USA og onnur lond lupu á Iraq. Tað, sum nú er umráðandi er at forða fyri, at Iraq gesrt til eitt nýt Vietnam. Hetta vildi ikki bert verið ein sorgarleikur fyir Iraq, men hetta vildi eisini verið ein vanlukka fyri USA og tess sam- eindu í Vesturheiminum. Tað er tí at vóna, at partarnir finna fram til ein haldgóða loysn. Eitt tað mest áhugaverda boð uppá eina hald- góða loysn kom í gjár frá valevni demokratanna John Kerry. Kerry mælir til, at ST sum skjótast tekur yvir ta ábyrgd av Iraq, sum USA nú við størri ella minni rætti hevur átikið sær. Hetta er eitt gott boð uppá eina burðardygga loysn. Tað, sum er umráðandi, er, at støðan við USA sum hersetingarvaldi sum skjótast kann halda uppat. Henda støða er eyðmýkandi fyri ta iraqisku tjóðina, og henda støða er ikki haldgóð fyri USA og tess sameindu í longdini. Og friður verður ikki, so leingi henda støða stendur við. Ein kann bert spyrja, hvussu leingi eitt land sum Danmark tolir at hava leiklutin sum partur av hersetingarvaldi í einum triðja landi? Hetta er jú burturvið, og fólk í Danmark og øðrum sameindum hjá USA í Iraqkrígnum gerast alt meira ørkymkymlað og ótrygg. Almenningurin hevur torført við at síggja eina meining við, at lond sum Pólland, Suðurkorea, Danmark og Spania skulu vera partar av einum fremmand- um hersetingarvadli í longri tí framyvir. Tað er tískil best fyri allar partar, at broyting kemur í. Uppskotið hjá Kerry hevur tann fyrimun, at Iraq ikki framvegis er at meta sum hersett land, men sum eitt land, sum heimssamfelagið skal hjálpa fram til støðugt og burðardygt fólkaræði. At USA framvegis kemur at rinda meginpartin av tí, sum henda tilgongd kemur at kosta er ikki annað enn rímuligt og gott fyri trygdina hjá USA og okkum øllum. Við einum Iraq undir ST-for- myndaraskapi í nøkur ár er verulig vón um eina haldgóða loysn, sum meginparturin av iraqiska fólknum kann góðtaka. Hetta er sjálvsagt fyritreytin fyri, at ST skal kunna megna upp- gávuna. Livst so spyrst, men vit hava øll loyvi at vóna tað besta, og tí vildi eitt tað besta fyri Iraq verið, at Kerry gjørist næsti forseti USA. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt gott boð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Viðv. kommunusamanlegging ímillum Elduvíkar og Runavíkar kommunu Liss Joan Hansen, Funningsfjørð Eg var ein av teimum, sum møttu á bograrafundi í skúlanum í Funningsfirði 3. apríl 2004. Á fundinum greiddi fyrst Hilmar Høg- eni um ymiskt viðvíkjandi kommunulógum, og síðan greiddi Rodmundur Niel- sen frá ymiskum hesum viðvíkjandi. Soleiðis fingu vit fleiri sera góðar grund- gevingar fyri at leggja kommunurnar saman. Eg hevði sæð í SVF frammanundan, at okkara borgarastjóri er ímóti sam- anleggingini, og tí spurdi eg Andrias Hammer, borg- arastjóra, um hann kundi siga mær, hvørjar grund- gevingar hann heldur vera ímóti at leggja saman. Aft- ursvarið var, at hann metir, at vit kunnu fáa nógv meiri burturúr at samstarvast meiri. Tað var alt. Men tað er ikki eitt nóg gott svar hjá okkum at taka støðu út frá. Tí ynski eg mær at fáa at vita, hvat hann meinar við, tá hann sigur seg vilja hava eitt tættari samstarv, og á hvørjum økjum hann ætlar at samstarva meiri um? Hvussu ætlar hann at loysa teir fíggjarligu trupulleikar- nar av t.d. at fáa eina góð- kenda kloakkskipan í báðum bygdunum? Vit hava havt alla ta tíð, sum higartil er gingin, til at uppbyggja »eitt tættari samstarv« við m. a. Runa- víkar kommunu, men hig- artil er tað ikki blivið meiri enn tað sama. Eg kundi enn sera væl hugsað mær at fingið eitt útgreinað svar upp á spurningin, eg setti okkara borgarastjóra á borgarafundinum. Tí seti eg hann nú fram í bløðunum: Hvørjar góðar grundgev- ingar eru ímóti at leggja saman við Runavíkar kommunu? Fólkatalið í Elduvíkar kommunu er minkað sein- astu árini, og fer helst at minkað enn meiri. Í Eldu- víkar kommunu eru ikki serliga góð útlit fyri fólka- vøkstri og harvið einum vaksandi skattagrundarlagi. Í Elduvík er bara ein barnafamilja, annars eru bara heilt fá fólk, sum ikki eru farin upp um pensións- aldur. Samstundis er hetta ein bygd, sum ikki hevur nakað arbeiðspláss, dagligt busssamband, handil ella annað, sum kann fáa fólk at velja sær at búseta seg har. Jú, tað er vakurt í Elduvík, men tað kann man ikki liva leingi av, tíverri! Í Funningsfirði eru nakr- ar barnafamiljur, skúli, okkurt arbeiðspláss og busssamband, so skúla- børnini sleppa aftur og fram úr skúla. Men her er eisini ein fráflyting. Tey ungu støðast ikki her, tí her er ov lítið hjá teimum at fáast við eftir skúlatíð. Og tá tey vaksa til, flyta tey flestu burtur úr heimbygdi- ni, tí her er einki arbeiði til teirra. Bara tað, at tey nýggjastu sethúsini í bygd- ini eru 16 ára gomul, sigur nógv um støðuna. Um so er, at man óttast fyri at bygdirnar verða gloymdar ella forsømdar eftir at samanlegging er framd, haldi eg, at um vit hyggja at teimum smáu bygdunum í Runavíkar komunu, so eru tær bygd- irnar nógv berti røktar enn Elduvík og Funningsfjørð- ur. Hygg bara eftir Æðuvík! Annars kann ein spurn- ingur eisini verða, hvat munurin er á um vega- stubbarnir ikki verða as- falteraðir orsakað av gloymsku, ella um teir ikki verða asfalteraðir orsakað av manglandi fíggjarorku? At enda vil eg spyrja Andreas Hammer eitt sindur afturat: 1. Væntar okkara borg- arastjóri at nøkur tilflyting verður til okkara komm- unu, tá skattaprosentið liggur uppi á 22% og helst skal hæðkast fleiri % aftur- at fyri at fíggja eina kloakk- skipan, sum er lógarkravd? 2. Væntar hann, at tey, sum framvegis búgva her, ikki flyta aðrastaðni, um so er, at skatturin hækkar við fleiri prosentum afturat? 3. Hevur borgarstjórin onkra aðra loysn, enn at hækka skattin, upp á hvussu tað, sum verður kravt av kommunum í Før- oyum í dag og í framtíðini, verður fíggjað? Við vón um eitt greitt svar til mín og allar aðrar borg- arar í Elduvíkar kommunu, sum skulu atkvøða um samanleggingina tann 17. apríl. TÍÐINDASKRIV Nú farið verður undir eitt nýtt umfar at leita eftir olju í føroyskum øki skipar Oljutingið fyri fundi undir heitinum: "2. útbjóðingar- umfar - visjónir og møgu- leikar". Á fundinum mikukvøldið 14. apríl kl. 19 í Lista- skálanum leggur Lands- stýrismaðurin í Olju- málum, Bjarni Djurholm fram visjónir sínar fyri før- oysku oljuvinnuni. Stjórin fyri Oljufyrisit- ingina, Sigurð í Jákups- stovu, leggur fram um hvørji øki verða boðin út og undir hvørjum treytum oljufeløgini ætlandi koma at virka undir í øðrum út- bjóðingarumfari. FOÍB, sum er felagið hjá oljufeløgunum, ið fingu til- lutað leitiloyvi í fyrsta út- bjóðingarumfari í føroysk- um øki stuðlar Oljutingin- um hesuferð, og leggur eisini fram á fundinum stutt um endamál og virksemi hjá FOÍB. Oljutingið hevur til endamáls - sum ein tvør- fakligur felagsskapur fyri fólk, ið starvast í oljuvinn- uni, ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virksemi, ið er knýtt at henni. Hetta verður gjørt við at skipa fyri fundum, fyrilestrum og øðrum hósk- andi tiltøkum limanna mill- um og fyri almenninginum. 2. útbjóðingarumfar - visjónir og møguleikar Bjarni Petersen F Capp Vit hava fleir ferðir fram- ført, at føroysku rækju- skipini ikki fáa sama prís fyri rárækur sum teir, vit kappast og fiska saman við. Hetta hevur als ikki verið tikið fyri fult. Sagt hevur verið, at »tað passar ikki« – »hatta eru norskar kr osv…« Eisini havi eg kontaktað fjølmilafólk at kanna hend- an pástand, men tað er als ongin áhugi fyri tí, hetta skuldi annars verið ein upp- løgd uppgáva fyri »gølu- journalistar«, sum vit ann- ars hava nokk av, Nú hava vit so selt fyrstu lastina undir litaviskum flaggi, úrslitið var, at vit fingu 23% meir fyri ráræk- urnar, enn um vit høvdu føroyskt flagg. Tað er so hervið prógvað. Hvat er galið??? 1. Tollforðing er ein partur av orsøkini, men ikki øll, tí hon er 12%, hví sleppa ís- lendarar og norðmenn und- an hesum tolli sínamillum, hví hava føroyingar ikki fyri langt síðan fingið eina slíka avtalu, hóast tað hevur staðið okkum í boði, hevur ikki áhugi verið fyri tí ella hava myndugleikarnir sovið í tímanum? 2. Hina høvuðsorsøkina kann eg ikki sígga at verða aðra enn nógv versnandi kappingarføri. Meinhard Jacobsen á Fiskavirking hevur verið frammi um hendan spurn- ing, men úttalilsini hann hevur fingið aftur er, at tað er hansara dugnaloysi, so eg skilji væl, at okkara fræga fólk ikki tímir í fjøl- miðlarnar við slíkum út- talilsum. Um rækjuskipini ikki høvdu hendan tolltrupul- leika + tað at vit høvdu kunna selt í kapping við aðrar, hesi síðstu árini, hevði søluvirið alt annað líka verið umleið 4 mill meir pr. ár, hetta hevði hjálpt munandi. Av tí vit ikki hava eina Føroyska krónu, kunnu vit ikki eins og onnur lond niður ella uppskriva krónu okkara, og so sum gongdin er at lønin bert fer upp uttan tó at fólk hevur meir eftir, og fiskaprísir niður, so er tað klárt, at vit eru als ikki kappingarførir, serliga tá 99% av útflutningi okkara er fiskur. Um króna okkara var flótandi eins og í øðrum londum, so var ein føroysk króna í dag helst minni enn 50 oyru verd. Eg havi enn bert hoyrt ein fakfelagsmann tosað um lønarsteðg áðrenn alt samfelagið skramblar sam- an, tað var formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafel- ag, Hans Joensen, og hann mundi blivið etin av sínum »egnu« fyri hetta úttalilsi, so hann vágar sær nokk ikki aftur í holt við slíkt. Umframt alt annað vit fingu oman yvir okkum fyri at royna at steðga okk- ara ætlanum, tá mál okkara um flagging var fyri í heyst, var at ein annar fak- felagsformaður, Gunnleiv Dalsgaard, skírdi okkum at hjálpa kriminalitetinum í Litava, ja eg veit ikki um slíkt skal virðast aftursvar, men her ríður hann niðar- laga, slíkt úttalilsi ljóðar fyri mær, at hann má bara finna upp á okkurt so ringt sum møguligt at siga. Eg helt hetta var ein hjálp til teirra fátaksliga lív. Nú hava vit so fingið samarbeiði við eina norð- urlenska tjóð, hetta hóast allir møguleikar vóru nýttir at legga okkum forðingar i vegin. Samstundis reisa landsins kosnu menn runt í norðurlondum og royna at faa norðurlenskt samstarv í lag, siga teir, tó uttan úrslit. Nei skil tað hvør ið vil. Vísmaður nr 1, Herman Oskarson sigur at hetta er onki problem, teir (rækju- menn) skulu bara gera »okkurt annað«. Eg haldi erlig talt, at hann sjálvur skuldi verið fyrstur at funnið sær »okkurt annað« saman við minst helvtini av ovurstóra embætisverkin- um. Landsbankastjórin út- talaði seg, at tað gjørdi onki, bert um eitt rækjuskip var eftur so hava vit tó stadivekk eina rækuvinnu, tað var »bara« at fiska stórar rækur. Jú, rætt hevur hann, ein- asta umbýtiskvota vit hava eftir, er 1.100 ts kvotu av rækjum í Eystgrønlandi, hetta er júst nokk til eitt skip. Rest hava vit søplað okkum av hondum, so vit standa so at siga við ongum rættindum í dag innan rækjukvotur. Hesa kvotu hava vit enntá fra ES, hetta hóast vit eru í sama ríki sum Grønland. Hvat skal vanliga fólkið hugsa, tá hesir yvirklóku útala slíkt órvitistos?? ja vónandi eri tað eg sum eri býttur, tí annars stendur illa til í landi okkara, ja sera illa Teir siga, at tað er í fín- asta lagi t. d. í fjør at gjalda 70 mill í arbeisloysisstuð- uli, tá so at siga einki ar- beisloysi var, men tað er als ikki í lagi at seta eina FAS skipan í verk, sum gevur umleið 20 mió minni til landskassan enn áðrenn, men heldur onki skip at hava sum sjalvsagt gevur 0 kr. Eisini er í lagi at gjalda eina luxus løn í barsil- skipanini, eisini eini 70 mió í fjør. Man fær ta inntrykk, tá man hoyrir hesar klóku tosa, at ein FAS skipan er ein 20 mió útreiðsla fyri landi, ein studningur, men á tað í veruleikanum er er at landið fær bert minni inn- tøku vegna minni skatt frá manningini. Tað má væl verða betur at fáa eina minni inntøku fyri landið enn onga inntøku at fáa. Tað nýtist man væl ikki at verða búskaparfrøðingur at skilja. Nei, samfelag okkara siglur við fullari ferð út av aftur eggini, teir klóku siga onki problem, »vit finna uppá okkurt annað«, onki er lært av kreppuni. Nei tað verða valla teir, sum finna upp á okkurt annað, teir hava valla havt nakra krónu í klemmu nakrantíð. Hetta eru umstøðurnar, rækjuskipini hava at kapp- ast í móti undir føroyskum flaggi. 1. 23% lægri prís fyri tað ráa, sum er 2/3 av veiðini 2. 50% minni veiðirættindi 3. 15-20% meir manningar- útreiðslur sum eru umleið 35% av brutto Hvussu skal hetta ganga upp? Andrias Reinert Í Sosialinum nú undan páskum var fitt mynd av køtti, sum var klovin upp í eitt træ á fuglaveiði. Blað- maðurin, sum ætlaði at seta okkurt saman um fugl og kettu í samband við mynd- ina, ringdi til mín at vita, um eg visti okkurt at siga frá, um hvørja ávirkan ketta kundi hava á fuglalívið. Í skundi visti eg lítið ítøkiligt at siga um hetta, men kom so at hugsa um søguna um líran og útløgu- køttin í Dysjunum, sum pápi plagdi at siga frá. Søg- an kom tó tíverri heldur skeivt fyri í blaðnum, og tí fari eg her at siga hesa søgu upp aftur, sum eg minnist hana: Abbin, "Andrias í Norða- dali" var, umframt at vera bóndi, sera áhugaður í øll- um sum rørdi seg í náttúr- uni, og óføra góðan hug hevði hann hartil at veiða, um tað so var við tráðuni eftir sílum, ella við byrsuni. Nakrir skrápar áttu í ur- unum undir fjøllunum í Norðadali, og pápi segði ofta frá, hvussu góðan ómak teir gomlu gjørdu sær at leggja gift fyri rottu í urðunum, hvussu væl teir fóru um holurnar har skrápur helt til, og serstakliga hvussu væl og virðiliga varð lagt út yvir aftur holuna tá lírin varð tikin, fyri at væta ikki skuldi seta niður í. Feiti lírin var, sum vera man, tá sum nú, forkunnug- ur biti, og pápi mintist mangan aftur á, hvussu heilt óføra væl lírin smakk- aði, tá hann var íligin, og børnini tá fingu ein fjórð- ings-líra í part afturvið dríli til nátturða. Í Dysjunum, Sundsmegin í Stiðjafjalli, átti tá fitt av skrápi. Men so eitt árið, tá sundsbóndin og menn hansara fóru eftir líra, var lítið og einki at fáa; men í einari holu í tí sera sjáld- sama og óføra glopruta lendinum komu teir fram á rovini av eini 20 skrápum og lírum, og grunaðu tá alt fyri eitt, at nú var útløgu- køttur lagstur í urðina. - Helst vóru tað veingirnir, ið køtturin hevði leivt. Sundsbóndin lovaði tá ein góðan geldseyð til tann, sum kundi basa hesum óbodna gesti. Og hetta kan bæði siga okkum frá, hvussu nógv líraveiðan varð mett tá, og er somu- leiðis gott dømi um, skaðan útløgukøttur kan volda fuglinum. Abbin legði seg á lúr við byrsuni í urðini, og fekk at enda bast syndaranum, - einum stórum frensi. Tá heystfjøllini vóru gingin á Sundi, kom Andri- as heim til Dals við einum góðum geldseyði. Hetta var frálíka lønin frá sunds- bóndanum fyri ómakin, hann hevði gjørt sær at beina fyri køttinum í Dysj- unum. VIÐMERKINGAR Rækjutos Líri, køttur og »deyðseyði« Uppgávusavn á Lesandi.fo ÚTBÚGVING Tíðindaskriv Nú ber til hjá næmingum og lærarum at finna sær góðan íblástur til ymiskt skúlaarbeiðið á Lesandi.fo, tí nú er upp- gávusavn at finna á síðuni Tørvur er á einum før- oyskum uppgávusavnið við skúlauppgávum, sum eru viðkomandi fyri før- oyska skúlan. Føroyskir næmingar hava annars brúkt danska uppgávu- savnið "opgavecentral- en.dk" sera nógv. Um tú nýtir eitt tílíkt uppgávusavn við skili, kann hetta vera ein góð hjálp til bæði lærarar og næmingar. Men hetta setur eisini krøv, tí beinleiðis avskriving er hvørki gagn- lig ella loyvd. Meiningin við savninum er at geva føroyskum næmingum atgongd til íblástur frá hvørjum øðrum til at arbeiða sjálvstøðugt. Ætlanin er í fyrstu syftu, at tað verður frítt at leggja inn og taka niður upp- gávur, seinni verður ein "stig skipan" sett inn, soleiðis, at tann, ið letur eina uppgávu inn, fær nøkur stig, sum viðkom- andi síðani kann nýta til at taka aðra uppgávu niður. Ein uppgáva kann t.d vera ein stílur, rokniuppgáva, umseting o.a. Vónandi verður fyrsta føroyska uppgávusavnið væl móttikið og nógv brúkt - við skili… C M Y K 11 10