mikudagur 14. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 70 - 14. apríl 2004
Nr. 70 - 14. apríl 2004
13
Høgni vil vita, hvør skrivar tíðindaskriv fyri Bárð
Høgni Hoydal vil
hava Bárð Nielsen,
landsstýrismann, at
siga løgtinginum,
hvør hevur skrivað
tíðindaskrivið, sum
hann sendi út 25.
mars og legði á
heimasíðuna hjá
Fíggjarmálaráðnum.
Hann heldur skrivið
vera so vánaligt, at
tað má verða skrivað
av onkrum, sum ikki
hevur politiskt innlit
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Høgni Hoydal vil hava
Bárð Nielsen, landsstýris-
mann í fíggjarmálum, at
siga tinginum, hvør hevur
skrivað tíðindaskrivið, sum
er lagt á heimasíðuna hjá
Fíggjarmálastýrinum 25.
mars í ár.
Hetta spyr hann um í
einum munnligum fyri-
spurningi, sum landsstýris-
maðurin skal svara á tingi í
dag.
– Hevur landsstýrismað-
urin goldið privatari fyri-
tøku ella privatpersóni fyri
at skriva tíðindaskrivið?
– Hava embætisfólk í
Fíggjarmálaráðnum góð-
kent innihaldið í tíðinda-
skrivinum og kunnu tey
vátta og taka ábyrgd av, at
upplýsingarnar og orðing-
arnar í tíðindaskrivinum
eru rættar? spyr Høgni
Hoydal.
Hann spyr eisini, um
landsstýrismaðurin kann
skjalprógva upplýsingarnar
í tíðindaskrivinum um, at
»landsstýrið skal gjalda
eina rokning uppá 280
milliónir krónur« og at
framskrivingar vístu eitt
»hall upp á smáar 400 mió.
kr., áðrenn avdráttir.«
– Hvar og á hvørjum
kontum hevur landsstýris-
maðurin spart góðar 120
milliónir krónur, sum tíð-
indaskrivið upplýsir um,
spyr Høgni Hoydal.
Hann vísir á tíðinda-
skrivið, sum varð sent út
25. mars, har landsstýris-
maðurin m. a. segði, at:
– at hann hevur arvað eitt
hall á fíggjarlógini frá
undanfarnu samgongu
– at uppruddingin eftir
fullveldisbúskapin er byrj-
að
– at framskrivingar vístu
eitt hall uppá smáar 400
milliónir krónur
– at samgongan hevur
verið ígjøgnum flestu kont-
ur í fíggjarlógini og gjørt
sparingar
– Í teimum tølum, lands-
stýrismaðurin síðani sjálv-
ur hevur lagt fram, verða
hesar upplýsingar aftur-
vístar, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at undanfarna
samgonga varð steðgað í
sínum arbeiði 5. desember
2003. Hann vísir eisini á, at
úrslitið hjá landskassanum
fyri 2003 vísir sambært
landsstýrismanninum sjálv-
um eitt yvirskot uppá 11
milliónir krónur.
– Harafturat vísir upp-
skotið
hjá
landsstýris-
manninum onga sparing, ið
lýsir munin millum 400
milliónir krónur og tær
276,5 milliónir krónurnar í
halli, sum landsstýrismað-
urin sjálvur hevur lagt
fram.
– Talan er tí um beinleið-
is ósannar og villleiðandi
upplýsingar, sum landsstýr-
ismaðurin leggur fram fyri
almenningin, sigur Høgni
Hoydal.
Hann vísir eisinni á, at
tíðindaskrivið frá lands-
stýrismanninum hevur ikki
frámerkið hjá Fíggjarmála-
ráðnum, soleiðis sum al-
menn
tíðindaskriv
frá
landsstýrismanninum eiga
at hava.
Tí er Høgni Hoydal sann-
førdur um, at einki embæt-
isfólk í landinum hevði
góðkent ella tikið ábyrgd av
at senda villleiðandi upp-
lýsingar til almenningin
ella at senda eitt so óbúgvið
tíðindaskriv út til almenn-
ingin.
– Týðiligt er, at lands-
stýrismaðurin ikki hevur
hugsað um, at ein lands-
stýrismaður
stendur
til
svars fyri lógini um ábyrgd
landsstýrismanna, og at
hann
hevur
persónliga
ábyrgd av teimum upplýs-
ingum, ið hann ber fram al-
ment. Tíðindaskrivið er
orðað sum eitt lesarabræv
frá einum persóni, ið ikki
hevur ábyrgd av sínum
útsagnum.
– Tíðindaskrivið prógvar,
at tann, ið skrivað hevur,
ikki hevur innlit í politisku
mannagongdirnar og ikki
skilir
fyrisitingarligar
grundreglur. Tildømis verð-
ur sagt, at »samgongan
hevur verið ígjøgnum flestu
kontur á fíggjarlógini«. Vil
tað siga, at ikki allar kontur
á fíggjarlógini eru gjøgn-
umgingnar? Og hvat hevur
landsstýrið so gjørt í tveir
mánaðir, um tað ikki hevur
verið ígjøgnum konturnar,
spyr Høgni Hoydal.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins heldur, at sum tíð-
indaskrivið er orðað, kann
tað ikki vera landsstýris-
maðurin sjálvur, ið hevur
skrivað tað. Landsstýris-
maðurin verður jú endur-
givin eins og í eini sam-
røðu, og sjálvt ein nýggjur
landsstýrismaður
hevur
nógv betri innlit í fyrisit-
ingarligar og politiskar
mannagongdir enn hetta
tíðindaskrivið ber boð um.
– Tað er sera umráðandi
hjá Løgtinginum at fáa
staðfest, um landsstýris-
maðurin hevur goldið priv-
atum fyritøkum ella privat-
persónum fyri at skriva eitt
slíkt tíðindaskriv, sigur
Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at
um so er, so hevur lands-
stýrismaðurin ikki bert
goldið fyri eitt sera óbúgvið
og illa frágingið arbeiði. Tá
hava vit ein álvarsligan
fólkaræðisligan
trupul-
leika, har landsstýrismenn
seta embætisverkið til viks
og lata fólk við ongum
politiskum innliti og ongari
politiskari ábyrgd skriva
villleiðandi upplýsingar um
nakað so týdningarmikið
sum landins fíggjar- og bú-
skaparpolitikk.
Hvør hevur skrivað og
ikki fáa vit svar upp á ting-
fundinum seinnapartin í
dag, tá landsstýrismenn fara
at svara munnligum fyri-
spurningum frá tingfólki.
– Tíðindaskrivið frá Bárði Nielsen er so illa skrivað, at einki embætisfólk kann hava skrivað
tað, heldur Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður. Hann vil hava Bárð Nielsen at greiða
løgtinginum frá, hvør hevur skrivað tíðindaskrivið, hann sendi út 25. mars
TÓNLEIKUR
pop.fo
Allir teir kendu KÍ-sang-
irnir verða leygarkvøldið
spældir live í KÍ-høllini. Á
stórari konsert fara sangar-
ar sum Karl Martin Samu-
elsen, Anfinn
Nielsen,
Hans Jacob Nystrøm og
Jógvan
Mortensen
at
syngja, og ein væl mann-
aður tónleikabólkur spælir
undir
Herfyri kom KÍ-bandið
»Blátt og hvítt« út á fløgu.
Bandið var av fyrstan tíð
givið út í sambandi við
Europa Cup-luttøkuna hjá
KÍ í 1992, men nú felagið
verður hundrað ár, eru allir
teir kendu KÍ-slagararnir
givnir út á fløgu eisini.
Fløgan hevur verið sera
væl móttikin, og fleiri
hundrað eintøk av fløguni
vóru beinan vegin seld.
Áhugin fyri teimum kendu
sangunum í digitalum hami
hevur tí verið ovurhonds-
stórur, og nú leygarkvøldið
verður fyri fyrstu ferð
nakrantíð møguleiki at
hoyra allar teir kendu sang-
irnar spældar á konsert – alt
frá »Liðið tað eitur KÍ« til
»Norðingar frægir«.
Karl Martin Samuelsen,
Anfinn
Nielsen,
Hans
Jacob Nystrøm, Jógvan
Mortensen og onnur fara at
syngja teir sangirnar, og
umframt sangirnar av KÍ-
fløguni verða eisini aðrir
slagarar hjá hesum sangar-
um spældir. Tað verður eitt
ordans konsertkvøld fyri
alla familjuna, har tað ber
til at hoyra ein kendan sang
fyri og annan eftir.
Ein tónleikabólkur við
royndum tónleikarum fer at
spæla undir hjá teimum
ymsu sangarunum, og í
hesum bólki eru Mikkjal
Hvannastein, Magni Hus-
gaard, Erik Biskopstø og
Jens Pauli Joensen.
Konsertin verður í KÍ-
høllini leygarkvøldið 17.
apríl kl. 21.00, og umframt
tónleikaliga fagnaðin á
pallinum, ber tað eisini til
at vitja spildurnýggju Café
KÍ,
sum
leygarkvøldið
verður latin alment upp.
Konsert við KÍ-sangum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt
sýndu samkenslu, hjálpsemi og umsorgan,
tá kæra kona og móðir okkara
Inger Hansen
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir
og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Inger
til hennara seinasta hvíldarstað.
Atli og Christian
Dagurin
14. apríl. Summarmáli. Eftir gamlari føroyskari
tíðarrokning byrjar summarhálvárið henda dag. Sagt
var, at á summarmála avdagast ikki, tí var klárt í
veðrinum, skuldi dagsglæman ikki hvørva. Soleiðis
sum summarmáladagur er, soleiðis várið.
Lundin kemur á summarmála, og um gamla summ-
armála (26. apríl) reinsar hann holuna. Eisini sigst
steinstólpa at koma á summarmála.
Dagurin eitur annars Tiburtius. Saman við bróður
sínum varð hann tikin av døgum umleið ár 225.
Føroyskt navn er Bursi.
Poul Schlüter
75 ár
3. apríl fylti fyrrverandi
danski forsætisráðharrin
Poul Schlüter 75 ár.
Hann er framvegis virk-
in. Eftir at hann var givin
som forsætisráðharri, var
hann limur í Europa-
Parlamentinum frá 1994-
99, trý tey fyrstu árini var
hann varaforseti.
Síðan januar 2003 hevur
hann arbeitt við ymiskum
uppgávum innan Nordisk
Ministerråd.
Poul Schlüter var limur í
danska fólkatinginum fyri
Konservativt Folkeparti í
30 ár, frá 1964-94. Hann
var formaður í flokkinum
frá 1974-82 og danskur for-
sætisráðharri frá 1982-93.
Poul Schlüter er føddur í
Tønder i Suðurjútlandi 3.
apríl 1929. Hann bleiv stu-
dentur í Haslev í 1948 og
útbúgvin sum sakførari í
1957. Hann arbeiddi sum
sakførari við fundarrætti í
hægstarætti.
Hann varð valdur sum
"Årets politiker i Norden" í
1984, og skrivaði bókina
"Sikken et liv" í 1999.
"Frá steionolju til
framtíðar varandi
reina orku – globalur
tørvur við støði í
lokalum tilfeingi",
verður heitið á fundi,
sum FNU skipar fyri í
Norðurlandahúsinum
hósdagin 15. apríl
TÍÐINDASKRIV
Hósdagin 15. apríl frá kl.
16.00-18.00 skipar Føroya
Umhvørvisverndarfelag
(FNU) fyri fundi um orku í
Klingruni í Norðurlanda-
húsinum undir heitinum:
"Frá steinolju til framtíðar
varandi reina orku – glo-
balur tørvur við støði í
lokalum tilfeingi".
Fundurin byrjar við at
formaðurin í FNU, Erling
Simonsen, bjóðar vælkom-
in. Síðan verður tað stjórin
fyri Folkesentret for ved-
varende energi í Thy,
Preben Maegaard, sum fær
orðið. Eftir hann hava
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í orkumálum,
og Klæmint Weihe, stjóri í
SEV, hvør sítt innlegg.
Aftaná verður pallborðs-
orðaskifti, har høvið verður
at seta spurningar.
Fundur um orku í Norðurlandahúsinum
Mikudagin 14. apríl hava hjúnuni
Rúna og Poul Andreas Martin Við-
bjørg, vanliga nevndur Dia, Kelder-
bjergpark 16, DK-3210 Vejby,
silvurbrúdleyp.
Rúna úr Havn, dóttir Dagny og
Arna Clementsen, fødd 28. oktober
1959. Hon eigur ein beiggja,
Bergur, sum býr í Havn.
Dia, er klaksvíkingur, føddur 31.
august 1954, sonur Nainu og Leo
Viðbjørg. Hann eigur eisini ein
yngri beiggja, Símun Pauli, sum
býr í Klaksvík eins og mamman.
Leo andaðist 5. august 1991, 60 ára
gamal.
Rúna og Dia eiga tvey børn, Irdi
f. 1977 og Jan f. 1980.
Dia flutti til Havnar í 1970 og
lærdi til snikkara hjá Alfred
Gullbein. Hann koyrdi á bilstøðini
Auto í Havn frá 1984 til 1993, tá
tey fluttu til Danmarkar at búgva.
Har hevur hann koyrt hýruvogn og
arbeitt sum handverkari.
Rúna arbeiddi í Blómuni í Runa-
vík, og síðan tey fluttu niður, hevur
hon arbeitt sum laborantur. Tey áttu
egin hús á Glyvrum.
Dagurin verður hildin fyri inn-
bodnum.
Teimum verður ynskt hjartaliga
tillukku við degnum.
Hansemann & Co
Rúna og Dia Viðbjørg silvurbrúdleyp
Erling Simonsen er formaður í FNU
C
M
Y
K
13
12