Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo edmund joensen Tíðargrein síða 19 Álands- modellið er lykilin Eyðfinn jacobsen tíðargrein síða 18 Vað­ skít­a­ ment­an Tað er lítið hugaligur lesnaður fyri miðla­fólk at lesa álitið frá mentan­ ar­nevnd løgtingsins í sambandi við upp­skotið um broyting í kring­varps­ gjald­i­num. Flokkarnir skjóta upp, at gjaldið verður kravt um skatt­in. Men tað eru meira við­merk­ing­ar­ nar frá nevnd­ar­liminum enn lagn­an hjá upp­skot­i­num, sum er hug­tung­ur lesn­að­ur, tí tær prógva bara tað at­ gerð­ar­loysi, sum valdar í pol­itisku skipanini viðvíkjandi miðl­u­num. Bjarni Djurholm úr Fólka­flokk­ i­num, Jóna Mortensen og Edva Jac­ ob­sen úr Sam­bands­flokk­i­num siga, at tey eru ímóti at krevja kring­varps­ gjald­ið inn um­vegis skatt­in, tí tey eru av teirri fatan, at tá priv­at­per­són­ar rinda ár­lig ella hálv­ár­lig gjøld fyri tæn­ast­ur, eru tey meira ti­l­vit­að um tæn­ast­una. Teirra grundgeving til ikki at broyta kring­varps­gjald­ið er alt­so, at brúk­ar­in kann betur fylgja við tá hann fær eina rokning. Um hetta er rætt, so er at gjøgn­um­føra hetta fyri sjúkrahús, skúlar og annað við. Viðmerkingarnar hjá Jenis av Rana um kommunistiska in­dok­tri­ ner­ing o. a. eru so óseriøsar, at tær lata vit liggja. Meira hugstoytt er síggja vinnu­lívs­mann­in Poul Mich­ el­sen bein­leið­is mæla til, at hildið verð­ur fram við botn­ó­rætt­vísu kapp­ ing­ar­av­lag­ing­ini – at Kring­varp­ið – sam­stund­is sum tað krevur skatt inn, skal fíggja sítt virksemi við at kapp­ ast við priv­at­ar miðl­ar. Ein nýggj­ur li­ be­ral­ur flokk­ur átti sjálv­sagt at havt kon­struk­tiv­ari tank­ar um markn­að­ ar­bú­skap og al­ment virksemi. Rigmor Dam og Gunvør Balle, sum um­boða upp­skots­still­ar­ar­nar, nema í viðmerkingum við um­støð­ur­ nar hjá før­oysku fjøl­miðl­u­num sum heild og royna at lýsa týdn­ing­in av at hava fræls­ar fjøl­miðl­ar. Tær vísa eis­ini á, sum gott er, at hug­skot­ið um ein miðla­grunn, sum Ment­an­ar­ grunn­ur­in skal um­sita, ikki er gott, og at lýs­ing­ar og spon­sor­er­ing­ar ikki hoyra heima í pub­lic ser­vice Kring­ varp­i­num. Enn einaferð kunnu vit stað­festa, at borg­ar­ligi part­ur­in av løg­ting­i­num ikki gong­ur inn fyri li­be­ral­um pol­ i­tikki. Tey borg­arligu vilja ikki lata markn­að­ar­kreft­ir­nar ráða og virða ikki rættin hjá privatum fjølmiðl at virka frítt. Tí er so lít­il vón fyri, at Kring­varp­ ið kem­ur úr nagga­tódn­ini. Vilj­in er, at hesin mentanarstovnur skal fíggj­ast við lát­ur­lig­um spon­so­rer­ing­um og við at kapp­a­st við priv­at­ar miðl­ar­nar um handilslýsingar. Álit okkara á, at politiska skip­ an­in fer at tryggja grund­ar­lag­ið hjá fjøl­miðl­u­num er ikki til stað­ar. Men vit vóna, at bjørnin í Ment­a­mál­a­ráð­ num fyrr ella seinni vaknar – og sær ljós­ið. Ikki álit á politikarunum Tað var Poul Michelsen, for­mað­ur í Framsókn, sum síðsta vik­u­skift­ið skrivaði um sos­iala sjálv­bjargn­is­kós í fram­haldi av tíðargreinini hjá Jó­annes Eidesgaard um blokk­politikk. Poul Michelsen vísti á, at Fram­sókn, hóast borgarligur flokk­ur, í flestu málum er meira samd­ur við Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokk­in, tí hesi vinstru­flokk­ar eru meira li­ be­ral­ir enn Fólk­a­flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ur­in. Og rætt hevur fram­sókn­ ar­mað­ur­in í tí, at nógv er við­ vent í hol­uni, og at lítið skil er í blokk­u­num í før­oysk­um poli­tikki. Og sum nevnt er í odda­grein­ini oman­fyri, so dett­ur Poul Michelsen sjálv­ ur í fell­una, tá hann – sum tað nýggja liberala íkastið í før­oysk­um pol­i­tikki – held­ ur tað vera gongdu leiðina at fíggja al­menna pub­lic ser­ vice kring­varp­ið við brúka­r­ a­gjaldi og lýsingum. – Um tað er tí, at vinnu­ lívs­mað­urin Poul Mich­ el­sen sjálv­ur spon­so­r­e­r­ ar fjoll­uta fjant­i­rad­io hjá Kringvarpinum, skal vera ó­sagt – men hann hevur rætt í tí, at tingini hanga ikki sama­n. Er vinstra høgra – ella øvugt? Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, staðfesti í gjár, at Fólkaflokkurin er selt sál­ina – selt fullveldi – fyri makt­ina. – Hevði samgonguskjalið hildi, so høvdu 15 prosent av vøkstr­i­num í inntøkunum hjá lands­kassanum verið mót­rokn­að­ar í teimum 8,1 mill­i­ónini, sum blokkurin hækk­ar í ár, endurgevur út­ varpið hana fyri at siga. Sam­bært Kristinu Há­foss, so vísa tøl frá Fíggj­ar­mál­a­ ráð­num, at inntøkurnar í ár vaksa so nógv, at mót­rokn­ ing­in hevði verið nógv størri enn 8,1 millión, og tí átti rík­ is­veit­ing­in ikki at hækka, um sam­g­ongu­skjalið varð hildið. Sambært samgongu­skjal­i­ num, so skulu 15 prosent av van­ligu meirinntøkum lands­ kass­an mótroknast økingini í rík­is­veitingini. – Soleiðis kunnu vit stað­festa, at Fólk­a­flokk­ ur­in hev­ur flutt seg ein 17 milli­ón­ir frá full­ veld­i­num, síðani Jørgen fekk valdið á Kaj Leo eftir val­ ið síðsta. M e n hvat gera man ikki fyri vald­ ið? Fólka­floks­menn eru so í øll­um førum ikki somu droym­ar­ar, sum tjóð­veld­is­ fólk... Heldur makt enn fullveldi Mong hava undrast – og onk­ ur hevur ilskast inn á út­varps­ lýs­ing­ina frá Idé-møblum við slag­orð­i­num »spekka tær«. Men talan er ikki um eitt nýggj­yrði sum so, tí orðið er kent úr gomlum donskum máli. Vit hava spurt Marjuna Ar­ge Simonsen, sum er mál­ frøð­ingur og cand.phil. í før­ oyskum og hevur mál­stov­ una Orð­a­fragd. Hon sigur, at orðingin »at spekka sær« er tøkuorð úr eldri donskum, og tað merk­ir ‘at gera sær dælt við ein­hvørj­ um’. Orð­ing­in er at finna í »Ord­bog ov­er det danske Sprog« (ODS) und­ir leit­orð­ i­num »spække«. ODS fevnir um danskt mál frá 1700 til 1950, og tað eru 225.000 leitorð. Upp­runaliga verkið kom út í árunum 1918-56 og tel­ur 28 bind. Marjun Arge Sim­onsen sig­ur, at ODS gjørd­ ist tøk á netinum í 2005; tað tók 20 kinverjum 1 ár at tøppa alla orðabókina inn á teldu fyri danir (tvær útgávur, ið vórðu sam­koyrd­ar). Og hóast teir einki skiltu av tekstinum, var feil­pro­s­ent­ið sera lágt. Her er eitt brot úr orð­a­bók­a­ rgrein­ini »spække«: »4) [...] give megen (og god) føde; fylde med (god) mad og drikke, foder; fede; be­værte godt og rigeligt; [...] spække sit leg­eme: gøre sig til gode med mad og drikke; mæske sig; leve ov­e­r­da­a­digt.  [...] I Suus og Duus sig spæk­ker han [...] spæk­ke sig paa  noget,  (nu næppe br.) glæde sig til at nyde; sætte næ­s­en op efter. ...” (sí meira á http://ordnet.dk/ ods Orðingin at »spække sig« er flutt merk­ing, og hon er ikki kend í nú­tíð­ar­donsk­ um. Eg­in­liga merk­ing­in av »spække« er: »ind­stik­ke, ind­flette en ræk­ke strim­ler af spæk i (en steg før stegn­ ing­en); ogs.:  om­vikle  (en steg) med spæk.« Marjun sigur, at navn­orð­ ið, ið »spække« er avleitt av, er »spæk«. Tað er sama orð sum før­oyska »spik«, tó er danska orð­ið ann­að­hvørt tøk­u­orð úr mið­lág­týsk­um (1200-1500) ella á­virkað av mið­lág­týska snið­inum á orðinum, ið var »spe(c)k« ella »spec.« Orð­ing­ in at »spekka sær« er ikki við sum leit­orð í Før­oysku orða­ bók, helst tí hon verður mett at vera ó­før­oysk. Vóna framvegis at bjørnin í Mentamálráðnum vaknar Um at »spekka sær«