Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var eina náttina seinast í mars 2012, at ein maður fekk prátað - ella rættari fekk tagt - seg til eina handtøku. Tey høvdu verið í býnum, og vórðu steðgað uttan fyri Mimir, fyri at taka onkran upp í bilin, at politiið gjørdi av at steðga teimum. Systir ákærda, sum var full upp undir hendur, koyrdi bilin, meðan ákærdi sat á bak­setrinum. Meðan kvinnu­ligi politisturin tosar við bil­før­aran, arg­ast ákærdi inn á spyrj­andi politistin, og fer stutt eftir úr bilinum. Hin politisturin fer síðani eisini úr politibilinum og prátar við ákærda og greiðir honum frá, at politiið hevur rætt at kanna koyrikort og at kanna, um bilførari er ávirk­ aður. Sambært frágreiðingini hjá politistinum, vildi ákærdi ikki siga navn og føði­dato, hóast spurt varð minst tríggj­ar ferðir. Heldur ikki, tá ákærdi fekk at vita, at hann bleiv handtikin, um hann ikki gav honum hesar upp­ lýs­ingar, vildi ákærdi upplýsa navn og føðidag. Hann bleiv síðani hand­ tik­in, og tað var ákærdi ikki so glaður fyri. Hann stríddist ímóti og royndi at skumpa politistarnar burtur, og sam­ bært frágreiðingunum hjá teim­um báðum politistunum, royndi ákærdi at skalla kvinnu­liga politistin og síð­ ani royndi hann at sparka mann­liga politistin millum beinini. Bæði hesi miseydnaðust, tí politistarnir megnaðu at snúgva sær undan. Ákærdi maðurin segði seg ikki minnast hendingina heilt, og heldur ikki, at hann hevur roynt at skaða polit­ ist­arnar. Ikki rættur politistur Heilt óvæntað vildi ákærdi maðurin eftir proseduruna vera við, at tað als ikki var tann politisturin, ið hevði vitn­að í rættinum, sum hevði handtikið hann. Ákærin undraðist á, at ákærdi skuldi minnast hetta, tá hann ikki mintist seg hava roynt at gjørt seg inn á politistarnar. Men ákærdi helt fast við sítt og segði, at hann kendi viðkomandi politist, tí teir høvdu arbeitt saman fyrr. Hetta er eitt mál, ið er upp aftur tikið, av tí at ákærdi mað­urin siglur, og ikki var heima, tá málið var fyri fyrstu ferð. Men hóast talan var um ákæru eftir §119, sum í út­ gangs­støði gevur treyta­ leysa fongsulsrevsing, valdi dómarin at geva 30 ára gamla manninum ein møguleika aftrat, sum hann málbar seg. Í staðin fyri treytaleysa fong­sulerevsins á ikki minni enn 40 dagar, sum ákær­ in annars kravdi, gjørd­ist dóm­urin treytaða fong­ suls­revsing í 40 dagar við teirri treyt, at maðurin einki revsi­vert skal gera kom­andi tvey árini. Hartil skal mað­ urin eisini gera ólønta sam­ felagstænastu í 40 tím­ar inn­an fyri næstu seks mán­ að­irnar. Umframt hetta skuldi ákærdi maðurin gjalda eina bót á 1.000 krónur, umframt sakalmálskostnaðin á 7.200 krónur umframt MVG. Maðurin tók við dómin­ um. Rætturin sá við mildum eygum upp á eitt brot eftir §119, stk. 1 um harðskap ella hóttan um harðskap móti tænastumonnum Modellmynd Slapp væl frá harðskapi móti politistum Ein 30 ára gamal maður møtti dómaranum í fyrigevandi lagnum mikudag fyrrapart, tá hann heilt móti siðvenju slapp við treytaðum dómi, tá hann stóð ákærdur fyri brot á §119 § 119. Den, som med vold eller trussel om vold overfalder nogen, hvem det påhviler at handle i medfør af offentlig tjeneste eller hverv, under udførelsen af tjenesten eller hvervet eller i anledning af samme, eller som på lige måde søger at hindre en sådan person i at foretage en lovlig tjenestehandling eller at tvinge ham til at foretage en tjenestehandling, straffes med bøde eller fængsel indtil 8 år.