Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað hevur gingið aftur og fram við landaðu nøgdunum á Landingarmiðstøðini á Tvør­oyri (stytt LMT), og seinnu árini hava nøgdirnar ver­ið minkandi. Árið 2011 var eitt vánaligt ár - og 2012 var enn verri. Virksemið hjá LMT liggur á havnalagnum á Tvøroyri, beint uttanfyri virkið hjá Varð­anum Pelagic. Partapeningurin í LMT er á umleið 3,3 miljónir krónur, harav Landingarmiðstøð Før­ oya eigur umleið ¼ - ella ein­ ar 800.000 krónur. Nakrir eigarar eru í LMT, harav stjórin seinastu árini, Niels Olaf Eyvindsson, eigur partabrøv fyri einar 540.000 krónur. Fyrsti stjóri á Land­ingar­ miðstøðini á Tvøroyri, sum varð stovnað fyri skjótt 11 árum síðan, var John Niel­ sen, og í 2006 varð hann av­loystur av Niels Olafi, sum fram­vegis - og eisini nú bankin hevur ræðið yvir bygn­ingi og ognum - starvast á landingar­miðstøðini. Orsøkin til, at land­ingar­ virksemið heldur fram, hóast eigararnir nú hava mist ræðið á ognunum, er tann týdningur, sum vinnu­ lívið og BankNordik meta, at virksemið hjá land­ingar­ miðstøðini á Tvøroyri hevur fyri Suðuroynna. Væl skiljandi Niels Olaf Eyvindsson sigur seg harmast um støðuna, men sigur seg samstundis væl skilja, at BankNordik ikki er sinnaður, at virksemið við verandi gongd helt fram. – Viðhvørt kunnu avgerðir tykjast harðar, men neyðugt er at gera status og síðan taka málið haðani. Tað er møguligt, at onkur ting kundu havt verið øðrvísi hesi árini, men tað kunnu vit ikki brúka til so nógv nú. Alt virksemið hjá P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri (LMT) er liðugt. Dómur er sagdur sum sig­ur, at BankNordik hevur yvir­ tikið ræði og rakstur av øllum ognum hjá felagnum. Niels Olaf fegnast tó um, at BankNordik ásann­ar týdningin av, at land­ingar­ mið­støðin heldur fram, og hann sigur seg vóna, at tað eisini fer at eydnast vinnu­ lívi og fólki í Suðuroy at end­ urreisa virksemið eftir tving­ silssøluna. – Fyribils er virksemið á landingarmiðstøðini sum van­ligt, og eg vóni, at tað eis­ini verður so, eftir at virk­ semið vónandi verður endur­ reist, sigur hann. Við lív og sál Niels Olaf Eyvindsson ásannar, at hann hevur lagt lív og sál í at fáa virksemið at bera til, og tí hevur hann eisini sett nógvan pening upp á spæl, sum nú er mistur, men tíverri noyðist hann at ásanna, at LMT ikki megnaði sínar skyldur, soleiðis sum gongdin hevur verið seinnu árini. – Eg trúgvi framvegis, at grundarlag er fyri eini landingarmiðstøð á Tvøroyri. Tá nøgdirnar vóru størstar, landaðu vit uppí eini 13.000 tons av fiski um árið. Vána­ ligastu árini hava vit verið niðri á eini 5.000-6.000 tons­ um. Hóast nøgdirnar eru minkaðar, trúgvi eg fram­ vegis, at grundarlag er í Suðuroynni. Høvdu vit land­ að eini 8.000 tons um árið, trúgvi eg, at hetta hevði givið grundarlag fyri rakstrinum. Spurdur, um hann er sinnaður at seta partapening í eitt nýtt felag, sum vón­ andi fær høvi at reka land­ ingarmiðstøðina eftir tving­ silssøluna, sigur hann, at tað ikki er óhugsandi. – Nú veit eingin, hvussu verður, men eg vóni í øllum førum, at landingarmiðstøðin verður endurreist undir ein­ um ella øðrum formi. Tað hevur stóran týdning fyri vinnulívið - skip og virkir - í oynni, at góðkend og løggild landingarmiðstøð verður á Tvøroyri í framtíðini, sigur hann. 15 arbeiðspláss Stívliga 15 fólk eru knýtt at landingarmiðstøðini á Tvør­ oyri. – Øll árini hava vit koyrt við einum landingarliði, so­ leiðis at tey, sum hava fingist við hetta arbeiði, eisini hava havt eina hampiliga inn­ tøku. Høvdu vit tvey lið, hevði minni verið part, og tá er spurningurin, hvussu lætt tað hevði verið at hildið upp á arbeiðsfólkið, sigur Niels Olaf Eyvindsson, sum leggur aftrat, at øll árni hev­ ur verið roynt at halda land­ ingarútreiðslurnar, sum skip og bátar hava av landing, so lágar sum gjørligt. Landingar­ miðstøð fer undir hamaran Landingarmiðstøðin á Tvøroyri verður seld á tvingsilssølu í apríl. Tað er BankNordik sum krevur, at ognirnar verða seldar, tí landingarmiðstøðin megnar ikki at halda sínar fíggjarligu skyldur. – Eg skilji væl, at bankin ikki vil meira, men eg fegnist samstundis um, at bankin eisini ásannar týdningin av, at landingarmiðstøðin heldur fram, sigur stjórin seinastu árini, Niels Olaf Eyvindsson Vilmund Jacobsen Hóast BankNordik nú hev­ur ræðið yvir land­ing­ ar­miðstøðini á Tvør­oyri - og ikki P/F Land­ingar­ mið­støðin á Tvøroyri - er støðin framvegis opin, og virksemi er sum áður. BankNordik hevur fyribils latið ábyrgdina av rakstrinum upp í hend­urnar á einum fe­lag, sum Delta Seafood eig­ ur og stjórin á land­ing­ armiðstøðini síðan 2006, Niels Olaf Eyvinds­son, er framvegis virkin í fyri­ tøkuni. Stóran týdning Bent Albinus, deildar­ leið­ari hjá BankNordik á Tvør­oyri, sigur, at eis­ini bankin sær stóra týdn­ ingin av, at virksemið hjá land­ingarmiðstøðini ikki heldur uppat, og tí er gjørt av, at virksemið verður rikið víðari - fyri­ bils, til ognirnar verða seldar. – Jú, vit ivast onga løtu í, at støðin í fyrsta lagi hev­ur alstóran týd­ ning fyri skip og virkir í Suðuroy, tí neyðugt er, at góðkent og løggilt land­ ingarstað er í økinum. Deildarleiðarin dug­ir ikki at siga, hvussu verð­ ur, tá landingar­miðstøðin er seld, men BankNordik sær fyri sær, at ognirnar framvegis fara at hava sín týdning í vinnulívinum í Suðuroy. BankNordik: Landingar­ miðstøðin stóran týdning – Vit ivast onga løtu í, at Land­ ingarmiðstøðin á Tvøroyri hev­ur alstóran týdning fyri skip og virkir í Suðuroy, sigur deildar­leiðarin hjá BankNordik á Tvøroyri, Bent Albinus Virksemið hjá Landingarmiðstøðini á Tvøroyri er í bygninginum, sum sæst uttast til høgru á myndini av havnalagum Mynd: Vilmund Jacobsen – Nú veit eingin, hvussu verður, men eg vóni í øll­um førum, at landingar­miðstøðin á Tvøroyri verður endurreist undir einum ella øðrum formi, sigur Niels Olaf Eyvindsson TÍÐINDI