fríggjadagur 22. februar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Nú tú úr sjónliga liðnum er farin,
minnini vitja so føgur og fín,
um tínar fedrar, systkin og vinir,
leiddur varð til teirra árin, og hví
varð hesin fjálgandi flokkur so blíður
við bygdardrongin Havnini í?
Jú, tað var tykkara fjølbroytta atlit,
bygt upp av áliti smáttuni í.
Ei var hon rúmsátt í vídd og í vavi,
virði fanst í henni – hjartarúm várt –
treivst har, tí friðsom fólkini vóru,
dugdu at fjølgast, um trongt var og smátt.
Løgdu ei í tað, sum menniskju rokna
stórt nú á døgum, tí spilla er í,
vegna tað trongskygni, fólkini fáa
fyri at skifta um stórt fyri gott
Smíltust og kveistraðu burtur alt ótol,
tolin tit sessaðust føgur og frí,
mintust í nøgdsemi, gudsóttin alist,
heimið bert trívast kann samleika í.
Millum tey taldist tú, Erling, so glaður,
áttand' av ellivu systkjunum blíð',
sartur og árinamikil av lyndi
livdi tú eginleikunum í.
Legði til merkis móður tíns lyndi,
dugnalig, hóskaði manninum væl,
tók sær av hansara ynskjum við yndi,
hegnisliga hon byrðina bar,
árla á morgni hon ætlanir legði,
hvør vaktur fyrst varð til hvat og hví,
sendi meg niðan til morgunmannin
"Wang" so blíður stóð handlinum í.
Matmóðir lívgaði um meg við mildni,
tilreiddi vørurnar hóskandi tí,
monnunum líkaði tíðliga á morgni,
fekk okkum undan so hvørt, og hví
vakti hon Erling til seinast av øllum,
sessaðist við honum køkinum í,
hjúklaði um hann og bar honum yndi
úr tí lyndi, henni var í?
Nú eg tað skilji, sum lívið tað aftnar,
hvat hon sá í tær ungdómi frá,
fyrireikaði lívslagnu tína,
eginleikarnar sálini hjá,
snøggaði um teir og elvdi teg til
at gerast tann maður, gudsdámur varð á,
helmaði ei fyrenn málið var rokkið,
knýttur tú nú vart til Harran og tá.
Klárt tú sást fyri tær lívsætlan Harrans,
Kristvør stóð hjá tær og rætti tær hond,
knýttur til hana av Harranum eina
eydnaðist framtíðin tær ei vond
Harrin tilmáldi, børn tit fingu,
Kristian og Súsanna lívgaðu sæl,
heimið á Flatlondum, har tit fingu
sátt og semju í aldingarð.
Øll hesi systkini trivust og vóru
prýði foreldranna, bóru í bý,
krúnu av børnum, sum fedrarnir sóu,
fegnaðust, eldust, viknaðu, tí
tíðin frá teimum rann, tíðarlokið
legðist um teirra nøgdsama lív,
friðfylt og hvílandi vendu tey bakið
til hesa tilveru heiminum í.
Syngjandi sálmin, sálin var fríð:
"Alene í håb til Gud, min sjæl er stille!"
Heilsan við takksemi
Poul Færø
Erling Guttesen farin um sýn
Systkini, aftast frá vinstru: Petur, Maja, Leivur, Óla Jógvan, Jens,
Erling, Brynhild, Gunnar. Sitandi: Kirstin, Gunnhild og Ingrid
Húsini við Tinghúsvegin
Erling Guttesen við familju (uml. 1985)
Í morgin, leygardagin klokk
an 11, verður matiné í Christ
ianskirkjuni í Klaksvík við
heitinum At sigla, farast og
hvørva.
Talan er um eina øðrvísi
matiné, har Monika Stauss
og Dánjal Eysturstein spæla
violin og klaver, meðan Heðin
Kambsdal spælir á Orgul.
Men
eisini
fara
Elsa
og Róland í Skorini á hesi
Matinéini at hugleiða um
hugtøkini »At hvørva, sakna
og ikki vita«.
Hetta við støði í krígs
árunum, har 80 familjur í
Føroyum - undir og eftir 2.
heimsbardaga ikki vistu, nær,
hvar og hvussu menn, pápar
og synir fórust.
Eisini hava Frits Johanne
sen og Heðin Kambsdal,
listamenn eina lítla lista
framsýning við ímyndum úr
hesum sama – Holocaust, ella
fólkatýning.
– Henda Matinéin er ein
partur at Torraskránni, og
øll eru vælkomin heilsa tey
úr Klaksvík.
Listamaðurin Pól Skarðenni
læt upp listaframsýning í
dag, fríggjadagin, klokkan
14 í Smiðjuni í Lítluvík í
Havn.
Opið verður hvønn dag
fra klokkan 14 til klokkan
18 til og við týsdagin 26.
februar
– Myndaevni er tann
føroyska natúran og bygda
løg, sigur Pól Skarðenni.
Pól Skarðenni
í Smiðjuni
Matiné í Christianskirkjuni leygardag