fríggjadagur 22. februar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÍGGJARLEIÐARI
TIL FAROE ORIGIN SÓKNAST VIT EFTIR EINUM ELDHUGAÐUM FÍGGJARLEIÐARA AT STANDA Á ODDA
FYRI FÍGGJARSTÝRINGINI HJÁ FELAGNUM. FAROE ORIGIN ER STÓR FISKIVINNUFYRITØKA INNI Í
SALTANGARÁ. FYRITØKAN REKUR BÆÐI PARTROLARAR OG VIRKI.
A R B E I Ð S Ø K I
Fíggjarleiðarin er partur av leiðslutoyminum hjá
felagnum og hevur tætt samskifti við stjórn
felags ins. Umframt fíggjarleiðaran eru onnur
skriv stovufólk knýtt at dagligu fyri sitingini, m.a
bókhaldið. Fíggjarleiðarin hevur ábyrg d ina av:
»
Dagliga bókhaldinum, herundir m.a.
- Lønum, avrokningum og hýrum
- Skuldarum og ognarum
- Avstemmingum
»
Fíggjarstýring felagsins
»
Rakstrarætlanum og at samanhalda
hesar við tíðarskeiðsroknskapir
»
Tíðarskeiðsroknskapum og
ársroknskapinum og øðrum
fíggjarligum upp gerðum
»
Samskifti við peningastovnar og
trygg ingarfeløg
T Í N V A N G A M Y N D
Tú hevur hóskandi útbúgving innan roknskap, so
sum cand.merc., HD í roknskapi ella við komandi
arbeiðsroyndir. Tú hevur góð evni at samskifta
við starvsfólk og leiðslu og megnar at samskifta
á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift
og talu.
Vit vænta, at tú dugir væl at skipa arbeiðið sjálv -
støðugt og hevur góð analytisk evni. Eis ini er tað
ein fyrimunur, um tú hevur royndir inn an fíggjar-
stýring, eins og tað er ein fyrimunur, um tú hevur
royndir við SAP skip anini.
S T A R V I Ð , L Ø N O G S E T A N A R T R E Y T I R
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum av bjóð ingum í
einum mennandi umhvørvi.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og í seinasta
lagi 1. apríl.
M E I R A A T V I T A
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Hans Laksá
ella Jørmann Petersen, tlf. 314700 ella við teldu-
posti til hl@januar.fo ella jp@januar.fo.
U M S Ó K N
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum
ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin tann 25. februar 2013 kl. 12.00
og sendast til:
P / F J A N U A R
L Ø G G I L T G R A N N S K O Ð A N A R V I R K I
H O Y V Í K S V E G U R 5
P O S T B O X 3 0
F O 1 1 0 T Ó R S H A V N
Stílað: Hans Laksá
Ella við telduposti: hl@januar.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Starvslýsing //
Setanarøkið
Gransking og undirvísing í móðurmálsnámsfrøði og móður-
málsundirvísingarfrøði er nýggj vísindagrein á Fróðskaparsetr-
inum. Vísindagreinin verður knýtt at undirvísingini í føroyskum
máli í útbúgvingunum til námsfrøðing og til fólkaskúlalærara.
Tann, ið fær starvið, fer eisini undirvísa í øðrum útbúgvingum á
megindeildini.
Hara?urat skal tann, ið fær starvið, taka lut í menningini av
móðurmálsnáms- og undirvísingarfrøði í útbúgvingunum á
Setrinum til lærara í miðnámsskúlum og hægri lestri.
Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki
umsøkjarans í samstarvi við ta mál- og námsfrøðiligu
gransking, sum er á megindeildini.
Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í
starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi
granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað gransk-
ingarevni, og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva
ph.d.-ritgerð kunnu eisini søkja starvið.
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat-
Adjunktstarv í móðurmálsnámsfrøði
og -undirvísingarfrøði
Starvið er eitt granskingar- og undirvísingarstarv. Setanarøkið er Megindeildin fyri hugvísindi,
samfelagsvísindi og námsvísindi i á Fróðskaparsetrinum.
ella masterútbúgving. Umsøkjarar, sum hava undirvísingar-
royndir á universitetsstigi og kunnleika til fólkaskúlan og
námsfrøðiliga økið, hava fyrimun.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir
útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av
granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir
framda undirvísing saman við viðmæli og e?irmetingum um
tær eru til taks.
Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja
við, og í mesta lagi 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans
skulu leggjast við umsóknini.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt og í fýra
eintøkum á pappíri.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við „Reglugerð fyri størv á
Fróðskaparsetri Føroya“. Løn og starvstreytir eru sambært
sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Freist
Umsóknarfreist er mánadagin 25. februar 2013.
Umsóknir skulu sendast til
umsokn@setur.fo ella
Fróðskaparsetur Føroya, Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14, Postrúm 272, 110 Tórshavn
Nærri upplýsingar fáast hjá rektara Fróðskaparsetursins,
Sigurði í Jákupsstovu, sigurdj@setur.fo og Maluni Marners-
dóttur, malanm@setur.fo dekani á Megindeildini fyri
hugvísindi, samfelagsvísindi og námsfrøði.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
www.setur.fo
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo